hósdagur 15. desember 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. desember 2016
sosialurin 145
9
Hotel-dreymurin
gjørdist til veruleika
Marglætishúsini yvir við Strond, sum í meira enn hálva øld hava hýst
»herovastanum« í Føroyum, verða nú umbygd til hotel til 28 gestir
Eirikur Lindenskov
S
íðani hon gavst sum stjóri
á Hotel Føroyum fyri 15
árum síðani fyri at fara
heim at ansa fjølbrekaðu
dóttur síni, hevur hon havt ein
dreym um sítt egna hotel.
Talan er um Lis í Nirðistovu,
ið saman við manninum Jóhan í
Niðristovu, dóttrini Beintu Ras
mussen og versoninum Chris
Ørvarodd, hevur keypt sonevndu
»Kommandørhúsini« yviri við
Strond í Havn frá Føroya Lands
stýri.
Lis og dóttirin Beinta hava
báðar drúgvar royndir í bransjuni.
Lis sum nevnt sum stjóri á Hotel
Føroyum í mong ár, og Beinta úr
matstovuvinnuni. Seinastu árini
hava tær rikið Kaffihúsið í Vágs
botni í Havn.
– Eg lovaði henni tá, at tá hon
skuldi út aftur á arbeiðsmarknaðin,
so skuldi eg keypa henni eitt hotel,
sigur Jóhan í Niðristovu skemt
andi.
Hann sigur, at enn er ov tíðliga
at fara í smálutir, tí alt er so nýtt.
– Men tað er nógv, sum skal
gerast við húsini. Har skal drenast
kring húsini, tey skulu hava klima
skerm, nýtt tak og nýggja hita
skipan, sigur Jóhan í Niðristovu.
– Vit hava leitað í fleiri ár eftir
húsum til endamálið, og tá vit sóu
hesi húsini vera til sølu, so vóru vit
ikki í iva, at hetta vóru tey røttu
húsini, sigur hann.
Varðveita snið og søgu
Tey trúgva upp á ferðavinnuna
sum eitt vakstrarøki í Føroyum. Tað
síggja tey eitt nú við vitjanunum í
Kaffihúsinum, og tað sær Jóhan
í Niðristovu eisini í starvi sínum
sum flogskipari hjá Atlantsflog.
Um húsini sigur Jóhan, at tað
liggur teimum nær at hjarta at
varðveita húsini í tí stíli, tey eru.
Tey eru bygd sum eini stór marg
lætishús í 1948, tá Havgrímur Jo
hannessen (1917-75), heilsølumaður
í Havn, bygdi tey. Hann og familjan
búðu kortini ikki leingi í húsinum,
tí tey fluttu úr teimum aftur í 1951.
Landsstýrið yvirtók húsini frá
statinum í 2014. Staturin hevur í
mong ár brúkt tey til bústað hjá
kommandørinum á herstøðini í
Mjørkadali.
Tey hava staðið tóm, síðani
landsstýrið yvirtók tey – til Henrik
Old, landsstýrismaður, nú gjørdi av
at seta húsini til sølu.
Húsini eru marknaðaføring
Men gongur sum nýggju eigararnir
ætla, so fara húsini als ikki at
standa tóm. Tey skulu gerast til
eitt hotel av tí betra slagnum.
– Kundin skal í øllum førum
fáa nakað serstakt, sigur Jóhan í
Niðristovu.
Húsini liggja sera væl fyri, og
stykkið kring húsini røkkur heilt
oman í sjóvarmálan.
Beint niðanfyri liggur Eyst
falssker, sum øll kenna so væl úr
yrkingini hjá Hans Andreas Djur
huus og sanginum »Í góðum veðri
hann dyrgdi«.
– Søgan um húsini skal brúkast
til konseptið – og húsini eru í sær
sjálvum góð marknaðarføring,
heldur Jóhan í Niðristovu.
Ætlanin er at hava 14 dupult hot
elkømur við wc og bað. Eisini verð
ur ein matstova í karnappinum á 1.
hædd til morgunmatarborð. Húsini
eru í trimum hæddum, sum allar
verða innrættaðar til hotelvirk
semi.
– Enn vita vit sum sagt ikki
í smálutir, hvat skal gerast, og
hvussu skjótt tað skal gerast. Tað
er tað, sum vit eru við at finna fram
til, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann nevnir millum annað, at
Fakta:
Havgrímur Johannessen,
heilsølumaður í Havn, bygdi
marglætishúsini yvir við
Strond í 1948.
Húsini eru bygd á stykki,
sum er 1850 fermetrar
til støddar. Húsini eru
tilsamans um 500 fermetrar
í trimum hæddum.
Havgrímur Johannesen,
føddur í Havn í 1917,
deyður í 1975, var sonur
Niels Skaale Johannessen,
ættaður úr Elduvík, og sum
stovnaði heilsøluna N. S.
Johannessen í Havn.
Upprunaliga varð fyritøkan
stovnað sum eitt samtak
hjá bøndum at fáa ein
kjøtmarknað í Havn í 1906.
Niels Johannessen, ið varð
settur sum leiðari, yvirtók
sum frá leið handilin, sum
gavst í 1963.
kommandørhúsini
gólvini í kjallaranum skulu gravast
upp fyri at tryggja húsini ímóti
fukti.
Umframt at verða partur
av Kaffihúsinum í Vágsbotni,
flogskipari og flogovasti hjá At
lantsflog, so er Jóhan í Niðristovu
eisini stjóri í vindmyllufelagnum
Røkt, sum eigur vindmyllurnar á
Mýrunum oman fyri Vestmanna.
Spurdur um hotellið skal hitast við
grønari orku, so er Jóhan í Niðri
stovu ikki í iva.
– Jú tað skulu tey. Vit hugsa um
jarðhita – ella um sjóhita. Men sjó
hita kenna vit ikki so nógv til, so
her eru aftur viðurskifti, sum vit
ikki kenna í smálutir enn, sigur
hann.
Enn eru bara dagar síðani, at
tey keyptu húsini. So tey vita ikki
rættiliga, hvussu skjótt tey sleppa
í gongd við hotelvirksemið.
– Gongur tað so skjótt, sum vit
vilja, so ætla vit at fáa ein part av
sesongini í summar við, sigur Lis
í Nirðistovu, tá Sosialurin vitjaði
yviri við Strond seinnapartin
hóasdagin.
Nýggju eigararnir, Chris Ørvarodd, Beinta Rasmussen, Lis í Niðristovu og Johan í Niðristovu, hava góðar
vónir til nýggja hotelli, sum tey vóna letur upp í summara
Mynd: Álvur Haraldsen