Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 10 SÓLVIT E. NOLSØ E ysturoyartunnilin, ið eftir ætl­an skal verða klárur at koyra ígjøg­num í 2020, fer at koma upp bæði eystaru- og vest­arumegin á Skálafjørðinum. Eyst­arumegin fer tunnilin at koma upp mill­um Saltnes og Runavík og vest­aru­megin fer hann at koma upp á Strondum. Hetta fer at hava stórar broytingar og, ikki minst, avbjóðingar við sær. Tað sær longu nú út til, at fólkatalið í kommun­ini fer at økjast og at flestu fólkini fara til Strendur at búgva. Tað setur krøv, sum borgarstjórin, Artur Joh­ an­sen, sær fram til at ganga á møti. Fólkatalið longu farið at veksa Sjóvar kommuna fevnir um bygd­ irnar Selatrað, Morskranes, Kol­ bein­ar­gjógv, Strendir og Innan Glyv­ur. Fólkatalið 1. januar í ár var 947 sambært Hagstovuni. Tað er nakað lægri enn tað var áðrenn búskapar kreppuna, ið tók dik á seg umleið 2008. Í 2007 búðu 1026 fólk í Sjóvar kommunu, 1004 í 2010 og 921 í 2014. Nógv tann størsti partur­in av fólkinum í kommununi býr á Strondum. Í 2016 vórðu tað 780 av 947, ið høvdu bústað á Strondum. - Vit stykkjaðu 23 grundstykkir út í 2007, beint áðrenn fíggj­ar­ kreppuna. Seks stykkir fóru lut­ falsliga skjótt, men so steðgaði tað aftur. Í dag er einki stykki eftir av teimum 23, sum vit upprunaliga høvdu. Tvey stykkir eru tøk Innan Glyvur, sigur Artur Johansen. Sambært Artur Johansen eru tað fleiri, ið hava umbiðið grund­ stykki ella hava spurt seg fyri hjá kommununi um tey hava grund­ stykkir tøk, so tað er lítið, sum bendir á , at fólkavøksturin ikki fer at halda fram, eisini framyvir. - Vit hava ein útstykkingarætl­ an, ið fleiri nú vita av. Tí spyrja tey seg fyri hjá okkum. Fleiri vilja verða í góðari tíð, tí tað tekur eisini nógva tíð at bíleggja handverkarar og fáa eina tíð frá teimum, sigur Artur Johansen. Artur Johansen sigur, at tey flestu, sum hava spurt seg fyri hjá kommununi eru lokal ella hava tilknýtið til staðið á ein ella annan hátt, men tað eru eisini lutfalsliga nógv, sum einki tilknýti hava til staðið og koma av sínum eintingum, helst tí tað enn er bíligari. Fólkavøkstur hevur avbjóðingar við sær Tað er jaligt og gott fyri eina komm­ unu, at fólkatalið veksur. Ser­liga í eini kommunu, ið hevur upp­liva eina fólkaminking, men sum nú upplivir eina broytta gongd. Í so máta hevur tunnilin longu havt eina góða ávirkan, enn­tá áðrenn hann er komin ígjøg­num. Tað hevur tó fleiri avbjóðing­ ar, ið ein møguligur fólkavøkstur kann hava við sær. Artur Johansen Tunlar TEMA SÓLVIT E. NOLSØ E ysturoyar- og Sand­oyar­ tunnlarnir hava í longri tíð verið eitt heitt kjakevni hjá okk­um. Tað byrjaði við Copen­hag­ en Infrastructure Partners, sum ætl­aði at gera Eysturoyartunn­ ilin í privatum regi og fáa vinning í egnan lumma afturfyri íløguna. Táverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Kári P. Høj­ gaard, arbeiddi víðari við mál­inum, við heimild, ið løgtingið hevði giv­ið honum. Við tíðini gekk upp fyri teim­um flestu, at landið hevði møguleika at gera tunnilin bíligari, umframt at tað var møguligt hjá landinum at hava avlop av íløguni. Eitt avlop, ið kundi verða við til at fíggja Sandoyartunnilin. Eitt ynski sum ser­liga tingfólk úr Sandoynni høv­ du, men sum tey flestu sóu eina sam­felagsliga meining í at fara undir. Ósemja var tó um hvussu arb­eiðið skuldi fremjast. Kári P. Højgaard helt fast í síni heim­ ild at halda fram við CIP sam­ ráðingunum, men løgtingið vildi ikki loyva honum at halda fram. Endin var, at Kári P. Højgaard var sagdur úr starve og ráðið niðurlagt. Løgtingið var tó samt um, at Eyturoyartunnilin skuldi gerast og tað var lagt út til Fíggjarmálaráðið at avgreiða málið. 1. februar 2014 bragdaði so endi­ liga. Jørgen Niclasen, lands­stýr­ is­maður í fíggjarmálum kundi boða frá, at allir flokkar á tingið høvdu tikið undir við eini semju, har landið átók sær báðar verk­ ætlaninar, Eysturoyar- og Sand­ oyar­tunnilin og farast skuldi undir báðar skjótast gjørligt. Eysturoyartunnilin fyrst Semja var um, at Eysturoyar­tunn­ il­in var fyrstur á skrá, tí hann var ein íløga, sum rindaði seg aftur við avlopi og tí kundi nýtast at rinda Sand­oyartunnilin við. Nú verður so farið undir Eyst­ uroyartunnilin. Eftir ætlan skuldið fyrsta skotið latast av seinast í 2016, men tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, verða nakað optimistiskt, at tað fer at halda. Tað eitur enn seinast í 2016, men eg vænti, at tað verður fyrst í næsta ár, at fyrsta skotið verður latið. Tað er einki við tíðarætlanini sum so og eftir ætlan verður enn koyrandi ígjøgnum í 2020, sigur Teitur Samuelsen. Avtalan var, at landið setur 400 milliónir í felagið fram til 2024, umframt ein árligan rakstrarstuðul á 10 milliónir. Felagið skuldi síðan út at finna fígging til verkætlanina og tað hevur gingið væl sambært Teiti Samuelsen, sum tó ikki vil Eftir ætlan skuldi Eysturoyartunnilin skjótast í gongd í ár, men eftir øllum at døma verður tað nú fyrst í næsta ár, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eysturoyar- og Sandoyartunnil Eysturoyartunnilin: SÍGGJA FÓLKA­VØKSTUR LONGU NÚ Kommunan er byrjað at gera seg klára til tunnilin undir Tangafjørð, ið fer at skapa heilt aðrar fortreytir enn tær, ið kommunan hevur í dag, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu Linjuføringin á Eysturoyartunnlinum MYND: ESTUNLAR.FO – NÚ KEMUR