Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 11 sær tó positivt uppá tað tað, ið liggur fyri framman. - Skúlin er framtíðartryggjað­ ur. Har er pláss til fleiri næmingar, enn tað ganga nú og spillvatn og kloakkir hava vit eisini fingið góð­ kenning uppá, so har nógv við­ urskiftir longu komin uppá pláss, sigur Artur Johansen. Artur Johansen sigur, at barna­ garðurin er fullur sum er. Tað er pláss fyri 100 børnum og tað er alt upptikið. Artur Johansen sigur, at tað er sjálvandi sera positivt og at fegnast um, men um fólktalið veksur meir og fleiri børn koma, so er neyðugt at loysa avbjóðingina við stovnsplássi. - Vit hava eisini tørv á einum vinnuøki, tí í løtuni hava vit einki. Tað eru fleiri fyritøkur, ið ynskja sær eitt vinnuøki og summar fyri­ tøkur eru blivnar so stórar, at tær klára illa at bíða longur eftir einum størri øki, sigur Artur Johansen. Grótið frá tunnlinum skal í fyrsta umfarið brúkast til at gera eitt vinnuøki. Samlað rokna tey við, at fáa 120.000 m3 av gróti, so tað fer ikki at mangla. Samanlegging ikki aktuelt í løtuni Við nýggju støðuni, ið kem­ur tá tunnilin undir Tangafjørð opnar, leggur upp til, at ein møgulig sam­ an­legging millum kommunur í Eyst­ur­oynni aftur kemur á bredd­ an. Artur Johansen sigur, at tað er ikki aktuelt beint nú, men av­ sannar tó ikki, at tað í framtíðini aftur kann gerast aktuelt. - Tá fólkaatkvøðan var í 2011 um kommunu­sam­an­legging var spurningurin ikki so greiður. Varhugin eg hevði tá var, at fólk hildu seg svara uppá um Skála­fjørð­ urin skuldi verða ein kommuna og tað tekur ein meirluti nokk undir við. Sum spurningurin var sett­ur, so spurdu tey um Eyst­ur­oyggin skuldi verða ein kommuna. Tí ivist eg í um fólk taka undir við, sigur Artur Johansen. Artur Johansen sær tó fyri sær, at nógvir møgu­leik­ar opnast tá tunnilin kemur, sum ikki eru eyð­sýndir nú. Til dømis verða tað nógvir frítíðarítriv, sum opnast hjá nógvum, bæði innan ítrótt og annan aktivitet. - Eg síggi í øllum førum eitt økt samstarv fyri mær. Tað haldi eg øll gera. Við tíð­ini verður spurn­ing­ur­ in um samanlegging av Skála­fjørð­ inum nokk eisini tikin upp aftur, men tað er ikki nakað, ið fyri­liggur í kom­andi framtíð, sigur Artur Johansen. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur, at arbeiði at bora Eysturoyartunnilin allarhelst byrjar fyrst í næsta ár EYSTUROYARTUNNILIN Byggitíð: 2016-2019/20 Longd á tunnlinum: 11.2 km Lægsta punkt: 187 metrar undir havbotninum Fígging: Tunnilsgjald Kostnaður fyri verkætlanina: 2.6 milliardir (Sandoyartunnilin íroknaður) Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at tey merkja longu nú til øktan áhuga at flyta til kommununa - Vit hava eisini tørv á einum vinnuøki, tí í løtuni hava vit einki. Tað eru fleiri fyritøkur, ið ynskja sær eitt vinnuøki siga hvør hevur veitt fíggingina enn. Kommunurnar og vinnulívið kring Skálafjørðin eru, sum verða man, spentar uppá tunnilin. Tá hann er komin, er ein nýggj støða íkomin, ið millum annað hevur við sær, at tað verður nógv skjótari at koma til miðstaðin og tískil áhugaverdari hjá fólkið at seta búgv á staðnum. Nakað, sum til dømis Sjóvar kommuna longu nú merkir ágóðan av. Vit hava í blaðnum í dag mill­um annað samrøður við borgarstjór­an í Sjóvar kommunu, Artur Johan­ sen, stjóran á Bakkafrost, Regin Jac­obsen og Ólavur í Geil, ið saman við familjuni flytir úr Havn og inn á Strendir tí tunnilin fer at koma. SOLVIT@SOSIALURIN.FO HOL Á