Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 12 Tunlar TEMA Stjórin á Føroya størstu fyritøku ivast ikki í, at vinnan verður tann, sum fyrst fer at gera gagn av undirsjóvartunlinum ÁRNI GREGERSEN T að skuldi álvarsligt rumbul til og ein landsstýrismað­ur mátti lata politiskt lív, men so fekst semja um at gera ein tunnil millum Skála­fjørðin og Havnina og ein millum Sandoy og Streymoy. Maðurin, sum setti verk­ætl­ an­ina á skinnarar, var tá­ver­andi lands­stýrismaðurin við fíggj­ar­ mál­um, Jørgen Niclasen. Eftir drúgvar royndir at fáa gongd á tunnilsverkætlanina mill­ um Skálafjørðin og Havnina á priv­ atum grundarlag, kom steðg­ur í. Politiska skipanin vaknaði við kaldan dreym, tá ið táverandi lands­stýrismaður Kári P. Høj­gaard, Nýtt Sjálvstýri, saman við sínum embætisfólkum var til reiðar at gera tunnilin, saman við einum donskum samsstarvsfelag. Tingfólk og landsstýris­mann­ ingin sóu hetta sum eina ætlan, sum fór at gerast alt ov dýr og sum fór at knýta tunnilin at dnaska felagnum CIP í alt ov langa tíð. Søgan er kend. Kári P. Højgaard var sendur til hús av løgmanni og CIP sendir av landinum. Hóast hesa gongd, so vóru tað framvegis mong, sum sóu verkætlanina sum skilagóða. Politiski viljin - Málið endaði hjá mær og tað fyrsta eg kannaði var um tað var politiskur vilji til at fara undir verkætlanina, sigur Jør­gen Nic­la­ sen, fyrrverandi lands­stýr­is­mað­ur. - Tað var sjálvandi fyrsta for­ treytin sum skuldi til fyri at halda fram við málinum. Hóast semja var um tað, so vóru politikkarnir ójavnir á máli um hvussu hetta skuldi gerast, fortelur Jørgen Nic­ lasen í dag. Hann sigur, at hann mátti tryggja sær, at talan eisini er um skilagóða verkætlan, tá ið tað snýr seg um fíggjing og samfelags­ligu nyttuna. - Tí setti eg ein hóp av ser­frøð­ ingum saman til at finna útav, hvønn veg alt vendi. Tað vísti seg at vera skilagott, tí sjáldan eri eg farin til politiskar samráðingar og havi kent meg so fullvísan í málinum og tryggur í tí vitan eg hevði, sigur hann. Tá ið hetta hevði verið til við­ gerðar millum politikkarnar nærk­ aðist jólum og tíðin rundanum jólini va brrúkt til at gera eitt uppskot um, hvussu verkætlanin skuldi skrúvast saman. Í politisku semjuni var tunnillin til Sandoyar ein partur. - Tað er eisini skilagott, men fyrst og fremst um vit hugsa víð­ ari og seta út í kortið, at hildið verð­ur fram til Suðuroyar við tunn­linum. Tá gevur tað veruliga mein­ing, sigur fyrrverandi lands­ stýrismaðurin. Pengarnir 400 milljónir krónur vóru settar á í íløguætlanini til Sandoyartunnilli­n. Hesar milljónirnar vóru so fluttar til Skálafjarðartunnillin at gera hann fyri. Tá ið so tann tunnilin verður tikin í brúk, skal tað sum kemur inn brúkast til at gera Sand­oya­ rtunnilin fyri. - Tað vil siga, at pengarnir eru ikki tiknir frá Sandoyartunnlin­um, men fluttir, so inntøkur koma til so at haldaast kann fram við arbeiðnum, sigur Jørgen Niclasen. Ein annar spurningur var, hvør skuldi gera tunnlarnar. Skuldi Íløgan hjá landinum er 400 milljónir, men tá ið lánini eru goldin, er tað landið, sum eigur Eysturoyar og Sandoyartunnilin LANDIÐ FÆR TUNLARNAR VINNAN FER FYRST FÁA GAGN AV TUNL ÁRNI GREGERSEN N ú um ársskiftið verður fyrsta skotið latið av og farið verður av álvarara undir at gera fast samband millum Stredymoynna og Skálafjørðin. Ein verkætlan, sum fer at kosta tilsamans við Sandoyartunlinum millum tvær og tríggjar milljardir krónur. Spurningur kann sjalvandi í dag setast um hetta er ein góð samfelagslig íløga. - Ja, tað haldi eg og eg ivist ikki í, at tað verður vinnan sum í fyrstu atløgu fer at gagnnýta nýggju far­leiðina millum Skálafjørðin og Tórs­havn, sigur stjórin á Bakka­frost, Regin Jacobsen. Regin Jacobsen er stjóri í ein­ari fyritøku, sum sendir nógvar bingj­ ur av landinum hvørja einastu viku. Hetta fer ikki sama dag, men verður sent við skipum, sum hava ymiskar frá­ ferðardagar. - Fyri okkum fer tað sjálvandi at hava nógv at siga, tá ið vit hugsa um avskiping, men tað fer eisini at ávirka á ymiskan annan hátt, sig­ur stjórin á Bakkafrosst. Eitt øki Sjálvt um Føroyar eru eitt ómeta­liga lítið land, so hava vit altíð býtt landið sundur í økir av ymisk­um slag. Hendsan sundurbýting hevur eisini verið at sæð í størri lond­um, men seinastu 50 árini, síðani vit fingu betri samferðslu og samskifti annars, er hesin mátin at hugsa broyttur nógva staðni. - Eg haldi tað er upp á tíðina at vit eisini fara at hugsa um Føroy­ar sum eitt øki, sigur Regin Jacobsen. Fyritøkan Bakkafrost, sum hevur út móti 1000 fólk til arb­eið­is, hevur deildir kring alt landið, men í løtuni verður ein stórur partur av virkseminum savnað á Glyvrum. - Hetta eru vit noydd at gera, skulu vit kappast á altjóða mark­nað­inum. Vit mugu alla tíðina royna at rationalisera fyri at kunnu kappast. Alternativið er at flyta part av virkseminum av landinum, sigur Regin Jacobsen. Hann vísir á, at tá ið hetta verður gjørt, so er tað ein fyrimunur fyri virksemi, at ein skjótari far­leið kemur millum Havn­ ina og Skála­fjørðin. - Vit vita, ein ein stórur partur av akademikarunum búgva í Havn saman við familjuni. Tí fer nýggja farleiðin eisini á annan hátt enn við avskiping at gera gerandisdagin lættari hjá okkum. - Tá ið vit hava fingið nýggja sam­ band­ið millum Skálafjørðin og Havnina fer tað ikki at taka meira enn eitt korter at koyra hvønn vegin og tað fer at broyta gerandisdagin, sigur hann. Regin Jacobsen víisir á, at alt samband sum fyritøkan hev­ur við almennar stovnar í høv­uðs­staðarøkinum eisini fer at vera lættari, tá ið so stutt verður mill­ um partarnar, at ein ikki fer at aftra seg við at koyra túrin. Aðrar broytingar At landið verður knýtt saman við tveimum nýggjum tunnlum, fer eisini at geva nýggjar møguleikar fyri vinnuna. - Tá ið tað verður so lætt at ferð­ast, so kann ein lættliga hugsa sær, at størri fyritøkur fara at umhugsa at leggja verk­ætlanir á øðrum støðum, enn júst har sum tær eru staðsettar, sigur Regin Jac­ob­sen. Hann nevnir sum dømi, at tá ið Sandoyggin verður knýtt upp í meg­ in­økið, so eru eisini møguleiki fyri, at onnur enn sandoyingar fara at hugsa um verkætlanir í Sand­oynni. - Sandoyggin hevur møguleik­ar, sum ikki finnast aðrastaðni, so hví ikki gag­ nnýta teir møguleikar, sum eru har, spyr stjórin á Bakkafrost.