hósdagur 15. desember 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
13
hetta gerast í privatum regi ella
skuldi tað almenna gera teir.
Endaliga loysnin bleiv, at tað er
eitt alment partafelag, sum byggir
tunnlarnar. Landið veðheldur ikki
beinleiðis, men hevur bundið seg
til at gjalda fyri ferðsluna í tunnlu
num, verður hon minni enn roknað
er við.
- Hetta er tó ikki serliga nógv,
tí gongur alt spinnandi galið og
ongin koyrir gjøgnum tunnilin
yvirhøvur, so skal landið gjalda 100
milljónir krónur um árið fyri tað.
Og sæð í mun til eina fíggjarlóg,
sum tá minst verður millum fimm
og seks milljardir krónur er hetta
ikki nøkur stór upphædd, sigur
Jørgen Niclasen.
Glaður enn
Fyrrverandi landsstýrismaðurin
var glaður og stoltur, tá ið hann
kunngjørdi politisku semjuna um
risastóru verkætlanina fyri nøk
rum árum síðani.
Men hvat heldur hann í dag?
- Eg eri framvegis 100 prosent
sannførdur um, at hetta er ein góð
íløga við stórari samfelagsnyttu.
Eg hevði ikki ivast í at gjørt hetta
umaftur, tí tað vísir seg allastaðni,
at tess betri samferðslukervið
er í einum samfelag, tess betri
er samfelagið bæði fyri vinnu og
borgarar, sigur Jørgen Niclasen.
Hann undirstrtikar, at tá ið tey,
sum brúka tunnlarnar hava goldið
lánini aftur, so fella tunnlarnir til
landið og so verður tað landið sum
eigur teir.
Jørgen Niclasen fekk sum landsstýrismaður
sett gongd á afttur verkætlanina um
at gera risastóru tunnilsíløguna
R TÁ IÐ LÁNIÐ ER GOLDIÐ
Regin Jacobsen ivast ikki í, at tað verður vinnan,
sum fyrst fer at gagnnýta nýggju tunnlarnar
AT
LINUM