Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 SÓLVIT E. NOLSØ U ni Rasmussen hevur ver­ ið leiðari á Hotel Runa­vík, fyrrverandi sjó­mans­heim­ ið, í Runavík síðan 2014. Tað var ein avbjóðing tí har var nógv arbeiðið, sum skuldi til fyri at fáa tað at koyra, men Uni Rasmussen sigur, at tað hevur gingið væl frá byrjan av. Nú er tað komið í eina fasta legu, har tað koyrir væl. - Tað eru tvey folk fast í starvi, umframt meg sum leiðara og so ein bókhaldara. Vit hava onnur, ið vit kunnu heita á, um tað stendir á, men samanumtikið er alt komið í eina trygga legu, ið hevur víst seg at rigga væl, sigur Uni Rasmussen. Tunnilin kann opna nýggjar møguleikar Uni Rasmussen sigur, at ein stórur partur av núverandi kundaskarða eru útlendingar, ið koma til Eyst­ ur­oynna at arbeiða, tað verið seg bæði á Skálafjørðinum og eisini í Eysturkommunu og í Fuglafirði. Út­lendsk ferðafólk eru eisini ein stórur partur av teimum, ið fylla seingjarplássini tá ferðafólkatíðin er. Uni Rasmussen sigur, at tað er sjálvandi torført at gera sær nakrar niðurstøður áðrenn tunnilin er komin ígjøgnum, men tað er nær­ liggjandi at hugsa, at virksemi fer at broytast. - Vit koma at liggja so at siga beint við tunnilsmunnan, so tað eru góðir møguleikar hjá okkum at økja um virksemi og fáa fleiri fólk hendaveg. Tað vísir seg, at fólk vilja gjarna verða so nær uppá Havnina sum gjørligt, eisini ferðafólk og tá tunnilin er komin, so er teinurin til Havnar sera stuttur frá okkum, sigur Uni Rasmussen. Hann ásannar tó, at einki kem­ ur av sær sjálvum. Tunnilin hevur tvær breytir, ið ganga hvør sín veg, so tað er eisini ein vandi, at fleiri fólk fara hinvegin, heldur enn at koma inn á Skálafjørðin og til teirra. Uni Rasmussen sigur, at avbjóðingin liggur í at skilja seg frá Havnini og hava øðrvísi tilboð. Hann metir, at tað er besti máti at draga viðskiftafólk og fólk annars til økið, heldur enn at leggja seg eftir at hava tey somu tilboðini sum í Havn. Satsar uppá fólkavøkstur Uni Rasmussen er ikki bert vinnu­ lívsmaður. Hann er eisini nýggjur í kommunalpolitikki. Eisini har ímyndar hann sær avbjóðingar, ið eru spennandi at arbeiða við. - Vit mugu satsa uppá fólka­ vøkstur og gera tað møguligt hjá fólki at búseta seg her. Bæði komm­unur og handilslív fáa eina av­bjóðing, men samanumtikið haldi eg, at hetta er eitt positivt stig fyri okkum í Eysturoynni, sum opnar upp fyri nógvum møgu­leik­ um, sigur Uni Rasmussen. FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 Tunlar TEMA Hotel Runavík fer at liggja nær við tunnils­munnan á Eyst­ uroyar­tunnlinum. Uni Ras­ mus­sen, leiðari á hotellinum sigur, at tað verður ein avbjóð­ ing fyri vinnulívið í Eystur­ oynni tá tunnilin opnar, men sum heild verður tað ein spenn­andi og góð avbjóðing TAÐ VERÐUR SPENN­ANDI AVBJÓÐING Tað vísir seg, at fólk vilja gjarna verða so nær uppá Havnina sum gjørligt, eisini ferðafólk og tá tunnilin er komin, so er teinurin til Havnar sera stuttur frá okkum