Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 15 EIN SÓLVIT E. NOLSØ Eva Andresen, Ólavur í Geil og teirra tvey børn, hava einki til­ knýti til Strendir. Tey hava tikið avgerð um at flyta úr Havn og inn á Strendir. Orsøkin, sabært Ólavi er einføld, tey tíma ikki at seta seg í eina alt ov stóra skuld. Vit høvdu lítlan hug at seta okkum í eina alt ov stóra skuld. Tí var tað ringt hjá okkum at finna nakað í Havn. Tá so eyst­ ur­oyar­tunnilin gjørdist veru­ leiki opn­aðust møguleikar inni á Skála­fjørðinum seg. Vit hugdu nógva staðni og vórðu eisini og hugdu eftir nøkrum húsum, men vit avgjørdu nokkso skjótt, at vit vildu inn á Strendir, sigur Ólavur í Geil. Ólavur í Geil sigur, at tað var ikki ein løtt avgerð at flyta úr Havn og inn á Strendir, men roknistykkið gjørdi tað heil einfalt ómøguligt at lata verða. Tá vit sóu, at vit kundu fáa eini nýggj hús á Strondum bíligari enn eini gomul hús í Havn, tá tóku vit skjótt av, sigur Ólavur í Geil. Fara at býta tíðina millum Havnina og Strendir Ólavur í Geil sigur, at tað var eisini avgerðandi fyri tey, at tey kundu búgva nær við Havnina. Familjan, vinir, samkoma og ann­að er framvegis í Havn, har bæði Eva og Ólavur er upp­ vaksin. Tó ætla tey sær ikki bert at verða sovandi strand­ingar. Vit koma framvegis at brúka nógva tíð í Havn, men frítíðin verður á Strondum. Vit koma at keypa inn har og brúka tey frí­ tíð­ar­tilboð, sum eru á staðnum Ólavur í Geil sigur at enda, at enn er tað ikki endaliga greitt nær tey flyta, men væntandi verður tað um árskiftið 2018-19. SOLVIT@SOSIALURIN.FO Tíma ikki ov stóra skuld Artur Johansen sigur í grein í blað­ num í dag, at tað tey hava longu upp­liva ein fólkavøkstur inni á Strond­um, eftir at tað gjørdist greitt, at tunnilin fer at koma upp á Strondum. Fleiri hava um­ bið­ið grundstykki, serliga fólk við til­ knýti til økið, men eisini familjur, ið ikki hava ættarlig ella onnur bond til økið Ólavur í Geil og familjan flyta inn á Strendir Uni Rasmussen, leiðari á Hotel Runavík, væntar eitt økt virksemi tá tunnilin opnar