hósdagur 15. desember 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
16
TEY HOTTASTU
STØÐINI Í HAVN
Húsakeyp:
Seinastu tíðina hava húsaprísirnir í Havn verið methøgir. Hóast nakað bendir á, at
prísirnir helst fara nakað niður aftur ella stagnera í nærmastu framtíð, so er framvegis
ómetaliga stórur áhuga fyri at keypa hús í høvuðsstaðnum. Sosialurin hevur spurt Jón
Simonsen, stjóra í húsameklarafyritøkuni Skyn, hvussu áhugin býtir seg á teir ymisku
býarpartarnar.
Á Reyni
Fáir fermetrar
fyri milliónir
- Fermetraprísurin á húsum á Reyni er púra villur. Vit hava onkuntíð
selt 34 fermetrar fyri 2 milliónir krónur. Tað er typiskt vælhavandi
fólk, sum fegin vilja hava eitt hugnaligt summarhús, sum keypa
sær hús á Reyni. Tað eru sjálvandi fólk, sum keypa fyri at búgva
har, men tað eru eisini nógv, sum bert nýta tað sum summarhús,
sigur Jón Simonsen.
Íbúðirnar undir
Kongavarða og á
Heimasta Horni
Rímiliga
stórur
áhugi
- Fermetraprísurin á íbúðum er
tann hægsti í Havn. Orsøkin er,
at íbúðir eru nakað bíligari enn
eini vanlig sethús, men av tí at
íbúðirnar typiskt eru munandi
minni, so rinda fólk høgan
fermetraprís. Tað vísir seg, at
íbúðirnar undir Kongavarða
og á Heimasta Horni eru lættar
at sleppa av við. Vit hava til
dømis bíðilista á yvir 40 fólk
til komandi íbúðarbyggingina
undir Kongavarða, sigur Jón
Simonsen.