hósdagur 15. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
17
Síggja fólk eiga fleiri
hús í lívinum
Seinastu árini hevur ein greiður tendensur
verið fyri, at fólk í høvuðsstaðnum eiga
meira enn eitt hús í teirra lívstíð.
Kirkjustræti í Hoyvík
Ungu barnafamiljur
nar velja Hoyvík
- Vit síggja ein greiðan tendens fyri, at tær ungu barnafamiljurnar
typiskt fara í Kirkjustræti ella har á leið í Hoyvík. Har eru smá
raðhús fyri ein rímiligan penga og fleiri barnafamiljur búgva har
um leiðir, sigur Jón Simonsen.
Longur niðan í Hoyvík
Fleiri børn elva til at barna
familjurnar fara longur niðan
- Tá ið barnafamiljurnar veksa og tey hava kanska trý
børn og tey elstu koma í tannárini, so síggja vit, at fólk
typiskt selja húsini í Kirkjustræti og fara longur niðan
í Hoyvík í eini sethús, sigur Jón Simonsen.
– Tað vísir seg, at tá ið børnini eru blivin vaksin,
so flyta fólk kanska oman í býin aftur ella í
minni hús ella íbúð aðrastaðni, og selja stóru
húsini, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.
Hann væntar, at vit
framyvir fara at síggja,
at fólk fara at eiga upp
í trý hús í lívi sínum.
Rundan um miðbýin
Gravgangur eftir
húsum á síðugøtum
- Allar síðugøturnar til miðbýin. Til dømis Tinghúsvegur, Pedda
við Stein gøta, Mýrisnipuvegur og handan vegin, Varðagøta og
har um leiðir, hevur sera stóran áhuga. Hetta tí, at fólk vilja fegin
búgva tætt við miðbýin, og samstundis sleppa undan at búgva mitt
í hjartanum, har eisini larmur og gangur er. So allar síðugøturnar
til miðbýin hava stóran áhuga. Tað sæst eisini aftur við, at tað
er ógvuliga sjáldan, at hús eru til sølu niðri í býnum, sigur Jón
Simonsen.
Skotarók og harum leiðir
Liebhaver hús
- Hóast vit ikki kunnu siga, at vit hava beinleiðis
liebhaver kvarter í Havnini, so eru hús inn ímillum,
sum eru av slíkum slag, og tey fara altíð fyri nógv.
Serliga um tú hevur góð hús, sum samstundis hava
góða beligginheit og útsikt – so fært tú nógv fyri tey.
Mong slík hús eru á Skotarók og har um leiðir, og vit
síggja eisini, at tey húsini mangan fara fyri ein góðan
prís, sigur Jón Simonsen.
Íbúðirnar uppiyvir
Boðanes
Fara skjótt
og lætt
– Íbúðirnar, sum eru beint
omanfyri Boðanesheimið eru áleið
70 fermetrar og selja væl. Har er
útsiktin góð, meðan prísurin er
munandi lægri enn á til dømis
sethúsum. Tað síggja vit, at fólk
tíma væl, sigur Jón Simonsen.
– Tær ungu barnafamiljurnar flyta fyrst í smá raðhús,
síðani í størri sethús og eg vænti tey seinni flyta í íbúðir,
tá ið børnini eru flogin, sigur Jón Simonsen.