hósdagur 15. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
18
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
H
vat skulu vit gera
við
restirnar
av
mandarinunum? Tær
mugu brúkast nú,
áðrenn tær spillast! Skjótt. Skjótt.
Skjótt. Hevði eg bara ikki keypt
so nógvar. Nú liggja tær her og
spillast… Nei, ongantíð ongantíð
ongantíð er hatta sagt! Eg trúgvi
ikki at tað ber til at keypa ov nógvar
mandarinir. Oftast hvørva tær,
áðrenn tær koma inn um hurðina.
- Vit eta eina part í Keypsamtøkuni.
Eg eti eina afturat ávegis oman á
Ternuna - tí eg eti skjótari enn Ýr,
og hon er ikki liðug við tað fyrru.
Vit eru eitt sindur tíðliga umborð
á Ternuni, so vit eta tvær afturat.
Vilja tit eisini hava eina? Vit bjóða
tvær burturav. Vit eru heima.
Pakka út tað vit hava keypt. Nei,
tú kanst ikki fáa mandarin nú, vit
fara at eta døgurða. Eg leggi síðstu
mandarinina í fruktskálina, hugsi
at Ýr skal fáa hana við í matpakka
dagi eftir. Tá ið døgurðin er klárur
er mandarinin horvin, gentan eisini
- eg síggi bara sporini eftir teimum…
mandarinskal á gólvinum…
Ja, soleiðis plagar at gangast
mandarinunum sum hætta sær
inn um dyrnar her hjá okkum. So
eingin orsøk er at súlta tær - annað
enn at tær smakka fantastiskt, og
kunnu brúkast til alt møguligt! Og
so eru tær so vakrar eisini.
Tað eydnaðist mær at fáa
TVÆR mandarinir heilskapaðar
úr Keypsamtøkuni og heim til
okkara. Eg goymdi tær ovast uppi
á køksskápinum, soleiðis at tær
skuldu fáa frið, til eg fekk fri at
súlta tær. Eg mundi ikki funnið
tær aftur í dag - SO væl hevði eg
goymt tær. Eigir tú ikki mandarinir
(møguliga hevur tú etið allar?) so
kanst tú brúka aðrar sitrusfruktir í
staðin - ja, eisini sitrónir. At blanda
sitrón, mandarin og grape er allar
helst ordiliga vakurt.
Súltaðar mandarinir
2 mandarinir
2 dl av sukuri
2 dl av vatni
1 nips av salti (er ikki neyðugt, er
allar helst bara av vana, at eg altíð
koyri eitt nips av salti í alt eg geri)
Vaska mandarinirnar væl. Summi
siga at skalt tú eta skalið á sitrus
fruktum, so er best at brúka vist
frøðiligar. Eg dugi ikki at gera meg
klóka uppá alt hetta, so ger tað
sum tú heldur vera tað frægasta.
Sker mandarinirnar - hesaferð skar
eg tær tvørturum, seinast skar eg
tær í bátar. Skalt tú brúka tær til
súltutoy, so skerur tú tær smátt.
Legg mandarinirnar í eina grýtu
saman við øllum hinum tilfarinum.
Kóka tær á miðal hita í á leið 30
minuttir. Koyr í eitt glas við loki
og goym í kuldaskápi. Tað heldur
sær væl.
Hvat skulu vit gera við restirnar av mandarinunum?
Hetta kunnu
súltaðar
mandarinir
brúkast til:
Súltaðar mandarinir
kunnu brúkast til alt
møguligt. Millum annað:
Súltutoy: Tá er
møguliga betur at skera
mandarinirnar í smærri
bitar. Eg havi ikki roynt
tað enn, men kanska
tað smakkar væl at ríva
eina gularót í eisini. Tey,
sum ikki eru uppvaksin
við gularóta/appelsin
súltitoyi, halda óivað, at
eg eri við at blíva ørð. Tað
eri eg ikki. Mær hevur
altíð dámað gularóta/
appelsin súlstutoy.
Dressing: Mandarinirnar
smakka ógvuliga væl at
hakka smátt í ein dressing.
Hakka hálva súltaða
mandarin smátt. Rør
saman við einum pakka av
súrróma, salti, pipari og
basilikum. Mhh!
Køku: Eg elski køkur við
fruktum. Ikki sovorðnar
sunnar fruktkøkur, nei,
sovorðnar fruktkøkur við
súltaðum fruktum omaná
smørdeiggið. Mhh! Tann
uppskriftin kemur eina
aðraferð!
Siropp: Tá ið tú súltar
mandarinirnar, gert tú ein
vatn/sukur laka, sum tær
vakrar og appelsingular
at enda liggja og flóta í -
hesin sirppurin smakkar
søtt (og eitt sindur
vamlisligt) av mandarin.
Siroppurin smakkar væl
útyvir ís, í te ella sum tað
søta í ein dressing omaná
nuddlur.