hósdagur 15. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
20
ANALYSA
HALLUR AV RANA
T
að loypti ein hvøkk á
nærum allan heimin,
tá amerikanarar 8.
november
valdu
Donald Trump til 45. forsetan í
USA. Nøkur fegnaðust, onnur
harmaðust, meðan tey flestu
bara ikki trúðu tí, ið tey sóu.
Fyri nakrar av tættastu
s a m s t a r v s f e l ø g u n u m
hjá amerikansku tjóðini í
alheimssamfelagnum elvdi valið
av nýggjum forseta til stúran.
Hóast Hillary Clinton hevði sínar
manglar og vansar, so var hon
ein partur av ráðandi politisku
klassanum, og fór hon helst at
føra sama uttanríkispolitikk sum
stjórnin hjá Barack Obama.
Hillary Clinton var hóast alt
sjálv uttanríkisráðharri undir
fyrsta skeiðinum hjá Barack
Obama, tá fagnaðurin fyri ný
valda forsetanum og hansara
uttanríkispolitikki var so stórur,
at hann fekk friðarvirðisløn
Nobels næsta áðrenn hann hevði
lyft ein fingur.
Donald
Trump
verður
hinvegin møttur við ávísum
fyrivarni. Undir valstríðnum
hevur hann fleiri ferðir skelkað
við sínum heldur øðrvísi
politiskum hugsanum um
uttanríkispolitisk viðurskiftir.
Úttalilsir, ið benda á, at gamlir
fíggindar kunnu gerast vinir,
meðan gamlir vinir kunnu gerast
fíggindar.
Spent støðan
frammanundan
Spekulera hevur tó verið um
Donald Trump fór at velja ein
meira diplomatiskan tóna, tá
hann varð valdur 8. november,
men tað tyktist at verða skúgvað
til viks í síðstu viku, tá hann
endaði í hornatøkum við Kina.
Komandi forsetin megnaði
nevniliga at fornerma kinversku
stjórnina við at tosa í telefon
við taivanska forsetan Tsai
Ing-wen. Bæði Kina og Taivan
meta nevniliga Kina og Taivan
sum eitt land, men stjórnirnar
eru ósamdur um hvør legitima
stjórnin er í landinum.
Fyri at tryggja diplomatisk
og vinnulig sambond við ein av
heimsins størstu búskapum og
marknaðum hava amerikanskar
stjórnir seinastu nógvu árini
viðurkent kinversku stjórnina
sum legitimu stjórnina í báðum
londum.
Tí mettu kinverjar tað sum
eitt álitisbrot á samstarvið
millum londini, tá Donald
Trump tosaði við Tsai Ing-wen
fyrr í mánaðinum, og hevur tað
skapt eina lítla kreppu millum
stórveldini hvør sínum megin
Kyrrahavið.
Tað er tó ein kreppa, ið framm
anundan var ávegis, sambært
Boga Eliasen, stjórnmálafrøðingi,
ið vísir til orrusturnar í Kinverska
havinum.
Meðan trætan í høvuðsheitum
er millum Kina og fleiri av
grannalondunum, so eru tað
aðrar tjóðir, harímillum USA, ið
ynskja at økið verður verandi
altjóða sjógvur vegna nógva
skipaferðsluna í økinum.
– Tað hevur mangan verið tætt
við at enda í altjóða orrustum og
rættin til sjóøkið hevur verið
roynt í altjóða dómstólum.
Kina hevur hóast mótstøðu ikki
hug at bakka, og har kemur ein
maktkampur at vera millum
Kina og onnur lond, vísir Bogi
Eliasen á.
Stjórnmálafrøðingurin vísir á,
at støðan tykist at vera so spent
í økinum, at tað ger ikki mun
hvør amerikanski forsetin er.
Diplomatisk kreppa hevði nokk
kortini tikið seg upp millum
londini.
– Tað er skeivt at halda, at
spenta støðan millum londini
bara hevur nakað við Donald
Trump at gera. Hetta er ein
ósemja, ið hevur verið ávegis,
og hevði komið óansæð hvør
forsetin er. Men hvussu hon
verður loyst, kann sitandi
amerikanski forsetin hava nokk
so stóra ávirkan á, sigur Bogi
Eliasen.
Bogi Eliasen er tó ikki bilsin
av, at komandi forsetin hevur
lagt eina harða linju mótvegis
Kina frá byrjan av.
– Hann hevur alla tíðina sagt,
at ein av broytingunum, um hann
varð valdur, var, at man ikki fór
at vera eins góðtrúgvin mótvegis
Kina og Asia, ið man hevur verið,
sigur Bogi Eliasen.
Hvør skal rinda gildið
Í Evropa hava gomlu samstarvs
felagarnir hjá USA í NATO
síni egnu ting at stúra fyri.
Donald Trump hevur nevniliga
verið rættiliga bersøgin í síni
hugsan um verjusamgonguna,
og hevur hótt at taka USA úr
samstarvinum um limagjaldið
hjá hinum londunum ikki
hækkar.
Men heldur ikki hetta er eitt
nýtt kjak, vísir Bogi Eliasen á.
– Kjakið hevur koyrt leingi í
USA. Tað snýr seg um hvat USA
skal rinda til stovnar sum ST og
NATO. Hóast USA rindar minni
til NATO fyri hvønn íbúgva, so
rindar man nógv mest av øllum
londum í NATO. So í USA koyrir
kjakið um hvussu nógv man skal
rinda fyri restina av heiminum,
vísir stjórnmálafrøðingurin á.
Sambært
Bogi
Eliasen,
so mugu restina av NATO-
limalondunum taka støðu til,
um tey sjálvi rindar nóg nógv
fyri verjuna av heimspartinum.
– Hevur Evropa yvirhøvur
eina hernaðarmegi, ið ger tað
ført at verja seg sjálvt. Um
svarið er nei, er veruleikin so
ikki, at hernaðarfíggjarætlanin
er í lægri lagið í mun til veruliga
uppgávuna hjá NATO, spyr Bogi
Eliasen.
Nærri tilknýti
til Russland
Ein av stóru uppgávunum hjá
NATO seinastu árini hevur verið
vaksandi hóttanin frá Russ
landi. Í Vesturheiminum, og
serliga fyrrverandi londunum í
Sovjetsamveldinum, hevur verið
stúrt fyri, at russiski forsetin
Vladimir Putin hevur ætlanir um
at endurreisa gamla heimsveldið.
Illgruni gjørdist ikki minni
eftir, at Russland gagnnýtti borg
arakríggið í Ukraina til at leggja
Krimhálvoynna undir seg aftur.
Tað førdi við sær, at flestu lond í
Vesturheiminum settu í verk eitt
handilsboykott móti Russlandi.
MEIRA HANDIL
OG MINNI KRÍG
– Donald Trump er ein handilsmaður, og gangi eg út frá, at hann sær tað sum
sína høvuðslegitimitet. At hann er valdur at hugsa í meira vinnuligum banum
og byggja amerikanska vinnulívið uppaftur. Tá man so raðfestir nakað hægri,
so verður okkurt annað raðfest lægri. So eg vænti tað hernaðarliga fer at fylla
minni. Tað sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, um komandi forsetan í USA
Bogi Eliasen, stjórnmála
frøðingur