hósdagur 15. desember 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
L
GGJ
Úrslitið av amerikanska
forsetavalinum hevur elvt
til stúran um allan heim, sum
m.a. sæð í hesi tekningina
hjá Christian Bloom, ið bleiv
prentað í norska blaðnum
VG síðsta vikuskiftið, men
hevur síðan gingið sína
sigursgongd um allan heim.
Men meðan Barack Obama
hevur gingið á odda í hørðu linj
uni hjá Vesturheiminum móti
Russlandi, so hevur Donald
Trump áhaldandi tosað um
sína virðing fyri Vladimir Putin,
og hevur lagt upp til, at hann
ynskir at betra um viðurskiftini
við Russland.
Bogi Eliasen er spentur upp
á hvønn mun forsetaskiftið fer
at broyta sambandið millum
londini, men ávarar um, at
møguleiki er fyri fleiri ósemjum.
– Tað verður øgiliga stuttligt at
síggja hvussu sambandið verður
millum londini. At viðurskiftir
millum lond mangan er tengt at
um leiðararnir kunna tosa saman,
er ikki nakað nýtt. Soleiðis hevur
verið í mong ár.
– Men um man hugsar um
hvussu báðir partar koyra seg
fram politiskt, so sær man nógvar
møguligar ósemjur, tí man er
ósamdir um smáting. So tað kann
vera, at tað eru tveir persónar, ið
klappa hvørjum øðrum á ryggin
beint nú, men har eru øgiliga
ymisk áhugamál, ið báðir skulu
passa, sigur Bogi Eliasen
At tónin hjá Donald Trump
mótvegis
Russland
kann
broytast, eftir at hann gerst
forseti, er ikki óhugsandi,
sambært Boga Eliasen.
– Uppgávan sum statsleiðari
er at verja og menna egna land.
Tað er ikki at fáa vinir, vísir
stjórnmálafrøðingurin á.
Strika boykottið
Um sambandið við Russland
verður betri, so er ein tann
fyrsta avleiðingin av tí helst, at
handilsboykottið móti russisku
tjóðini verður strikað, metir Bogi
Eliasen.
– Man fer nokk eftir at seta tað
úr gildi. Tað er ikki bara í áhuga
málinum hjá russum, tí fleiri
amerikanskir fyritøkur komu í
klemmu tá handilsboykottið varð
sett í verk, sigur Bogi Eliasen.
Á altjóða pallinum væntar
Bogi Eliasen eisini, at Russland
fer at traðka meira fram, tí tað
tykist ikki, at Donald Trump
hevur nakran serligan áhuga í
at gerast partur av stríðum hjá
øðrum.
– Øll ivast í hvat altjóða valds
javnvágin fer at vera komandi
árini. Bara tað sum hendir í
Sýria nú er nakað væl verri
enn tað, ið nakar trúði slapp at
henda. Eg haldi ikki, at tað er
nøkur tekin um, at Trump ætlar
at vera serliga virkin í slíkum
konfliktum. Tað kann gerast
ein møguleiki hjá Russlandi at
gerast ein størri partur, sigur
Bogi Eliasen.
Handil og ikki kríggj
Sum heild væntar Bogi Eliasen,
at Donald Trump fer at skilja seg
frá øðrum forsetum við at leggja
meira dent á handil, meðan hann
letur konfliktir aðrastaðni til
onnur at loysa.
– Funnist hevur verið at
honum fyri ikki at biða um
kunning frá fregnartænastunum.
At hann ikki var nóg áhugaður í
tí. Men hann er ikki ein typiskur
politikari og hevur ikki bygt tað
inn í sín arbeiðshátt at sita við
slíkum tingum, vísir Bogi Eliasen
og leggur afturat.
– Donald Trump er ein hand
ilsmaður, og gangi eg út frá, at
hann sær tað sum sína høvuðs
legitimitet. At hann er valdur
at hugsa í meira vinnuligum
banum og byggja amerikanska
vinnulívið uppaftur. Tá man so
raðfestir nakað hægri, so verður
okkurt annað raðfest lægri. So
eg vænti tað hernaðarliga fer at
fylla minni, sigur Bogi Eliasen.
Tað verður tó sagt við ávís
um fyrivarni, tí amerikanski
vápnaídnaðurin er hóast alt ein
stór vinnugrein.
– Man skal ikki gloyma, at tað
eru nógv amerikanska vinnu
áhugamál í øllum sum hevur
við hernaðarútgerð at gera. Har
umframt eru fleiri av hansara
nýggju ráðgevum hernaðarfólk,
so tað er ikki soleiðis, at hann
tekur beinleiðis frástøðu frá
herinum, sigur Bogi Eliasen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
SOSIALURIN 145
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016