Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 25 Roknskaparleiðari til Svend Krosstein Hevur tú royndir innan bókhald/fíggjarstýring, hevur tú góðan telduførleika og kundi tú hugsað tær at tikið við nýggjum avbjóðingum í einum spennandi og hendingaríkum umhvørvi? So er starvið sum roknskapar leiðarari hjá P/F Svend Krosstein kanska júst nakað fyri teg. Starvið Sum roknskaparleiðari hjá P/F Svend Krosstein hevur tú við beinleiðis tilvísing til stjóran yvirskipaðu ábyrgdina av øllum bókhalds- og fíggjarviðurskiftum hjá felagnum so sum: • dagliga bókhaldinum, íroknað røkt av skuldarum, • fíggjarviðurskiftum felagsins, • gerð av fíggjarætlanum, • gerð av roknskapum og • fyrireiking av tilfari annars til nevndina Harumframt umsitur tú sum rokn skapar leiðari starvs fólka viðurskifti felagsins. Í umsitingini starvast 8 fólk, harav 3 í rokn- skapar deildini. Umsøkjarin Vit ganga út frá, at tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan bókhald/ fíggjarstýring og at tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, at tú ert útvend/ur, opin og virkin og at tú ert før/ur fyri at taka ábyrgd. Góður telduførleiki er ein fyritreyt og kunnleiki til Navision er ein fyrimunur. Vit vænta at tú kanst byrja í starvinum ikki seinni enn 1. mars 2017, men hetta kann avtalast nærri. Umsókn Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f Mirjam Haraldsen Postsmoga 3258 FO – 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 18. desember 2016 Allar umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mirjam Haraldsen hjá SPEKT Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo Um fyritøkuna P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk um alt landið. Sum størsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi. Aðalfundur verður í hølum felagsins, Smærugøta 9A, mikudagin tann 28. desember 2016 kl. 10.00 við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári 3. Framløga og støðutakan til roknskapin 4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni 6. Ásetan av limagjaldi 7. Ymiskt: Lógarbroyting o.a. Gestarøðari verður Osmund Justinussen. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndar valið, so kanst tu venda tær til skriv­ stovun á fsn@fsn.fo ella ringja til tlf.nr. 316973. Aftaná aðalfundin verður nevndarfundur. Føroya Skipara- og Navigatørfelag Aðalfundur Javning av upphæddum í sambandi við arbeiðsskaðatryggingarlógina Sambært § 43 í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, verða tær í § 42, stk. 6, § 57, stk. 2 og § 59, stk. 1 nevndu upphæddir javnaðar við broytingini í tí til eina og hvørja tíð galdandi høvuðssáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og avrundaðar til nærmastu 100 kr. Upphæddirnar verða javnaðar av lands­ stýrismanninum eftir tilmæli frá Van lukku­ tryggingarráðnum. Landsstýrismaðurin hevur tann 4. desem ber 2016 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2017: 1/1­2017 (2,2 %) § 42, stk. 6 - 413.100 kr. § 57, stk. 2 - 688.700 kr. § 59, stk. 1 - 168.800 kr. FØROYA VANLUKKUTRYGGINGARRÁÐ, tann 13. desember 2016. ARBEIÐARAFELAGIÐ HÆDDIN Jólafrí Skrivstovan er stongd frá 21. desembur til 04. januar 2017. Arbeiðarafelagið Hæddin Sosialurin 341800 eblaðið sos.fo