hósdagur 15. desember 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
26
Óli Jacobsen
Jovina var fullkomiliga uppgivin av læknunum fyri
nærum 30 árum síðani. Nú er hon blivin 85 ár
Jovina Højgaard:
8. partur
Í
1987 varð eg innløgd á Landssjúkra
húsið at taka ein gallstein. Tað skuldi
ikki havt nógv uppá seg, men hetta
gekk ikki væl. Tað tók ilt fyri seg, og
eg fekk bruna í stórum parti av kroppinum.
Eg gjørdist so illa fyri, at eg endaði í
respirator. Sum frá leið vildu læknarnir
taka respiratorin frá mær. Men tað segði
Ólavur nei til, hann vildi ikki sleppa mær
so. Hann sat eisini uppi yvir mær alla tíðina.
Tað sama gjørdu børnini.
Tað var nógv biðið fyri mær, ikki minst
í Ebenezer og Evangeliihúsinum og eisini
í øðrum meinigheitum, eisini aðra staðni
enn í Føroyum. Tað vóru somuleiðis ung
fólk, sum komu út á sjúkrahúsið at biðja
og syngja fyri mær.
Tá eg hevði ligið í 49 dagar, hugsaði eg,
at nú fór eg at doyggja. Eg var púra rólig,
men helt, at tað var synd í teimum heima.
Eg hevði tá eina 17 ára gamla dóttir, sum enn
gekk í skúla. Hetta vildi verið serliga hart
fyri hana.
Eg kendi meg at ganga gjøgnum deyða
skuggans dal og helt tað vera so vakurt
hinumegin. Tá hoyri eg eina rødd siga: »Tú
skal liva«. Tá fór ein kraft gjøgnum meg,
líka sum ein gleðistreymur, og eg føldi, at eg
vendi aftur til lívið. Eg tonkti, at tá má vera
okkurt, eg skal útrætta í lívinum, áðrenn eg
fari her frá. Eftir einum ári kom eg so við
og við fyri meg aftur. At tað hendi var eitt
veruligt undur.
Eg skal rósa øllum starvsfólkum, sum
vóru um meg á sjúkrahúsinum. Serliga
minnist eg ein næming, Morid, dóttir Rig
mor og Tórhall á Argjum. Hon var so ógvu
liga góð við meg. Hon plagdi at troysta meg
og syngja fyri mær. Tá hon var útlærd, bleiv
eg bjóðað í próvtøkuveitsluna. Ólavur mál
aði henni ein málning.
At eg veruliga var uppgivin av læknunum,
fekk eg váttað nakað seinni á serligan hátt.
Meðan eg var á sjúkrahúsinum, fór ein
av læknunum, sum hevði verið um meg,
uttanlands at virka í nakrar mánaðir.Tá
ið hann kom heim aftur, steðgaði hann
nakrar dagar í Keypmannahavn. Tá hitti
hann ein kenning hjá mær. Læknin spurdi
hann, um hann mintist at hava hoyrt eina
deyðalýsing av Jovinu Højgaard. Men tað
kundi hann ikki minnast. Hann skuldi havt
frætt, um eg var deyð. Læknin ivaðist í, um
hetta kundi vera rætt.
Ólavur hevði góðar gávur
Sjálvur kom eg, ÓJ, at kenna Ólav í 70-un
um, tá ið vit gingu á kvøldskeiði hjá Hand
ilsskúlanum. Vit báðir gjørdust sera væl
og prátaðu saman hvørja ferð, vit hittust.
Ólavur var ein persónur, ein altíð føldi
seg væl saman við. Hann var positivur,
lættlyntur og skemtingarsamur.
Ólavur hevði nógv evni, m.a. dugdi hann
sera væl at mála og tekna, og eru fleiri dømi
um hetta heima í stovuni hjá teimum og
aðrastaðni við. Eisini dugdi hann at yrkja.
Onkuntíð hevði hann eisini andaktir í
sjónvarpinum.
Ólavur tók fleiri merkonomskeið á
handilsskúlanum, sum ein av avgjørt elstu
næmingunum. Tað var, tá ið hann skuldi upp
til próvtøku í 1994, at hann fekk blóðtøpp
í heilanum og gjørdist púra avlamin. Hann
var bert 63 ára gamal, og hevði beint tá
endað byggingina av 14 húsum í Svanga.
Varðveitti lívsvilja hóast smeit
Hansara eginleikar komu rættiliga til
sjóndar aftaná smeitin, hann fekk. Hann
endaði í rullustóli og kundi ikki tosa. Men
so merkiligt var tað, at hann kundi syngja!
Ikki at kunna tosa man vera ringasta
støða, ein persónur kann koma í. Men
Ólavur tók hetta sum ein maður. Hann
tyktist kortini altíð at vera í góðum lag, var
lættur at hava við at gera. Hansara eyðkenda
smíl broyttist ikki av hesi vanlagnu, sum
hevði kunnað sligið mangan mannin út.
Tað gekk javnt niður á bakka, so seinastu
trý árini kom hann at vera á røktardeildini
á Landssjúkrahúsinum.
Tá sást, at tey bæði vóru eini hjún, sum
riggaðu væl saman. Tað var altíð hugnaligt
at koma inn á gólvið hjá teimum.
Men seinastu sjey árini stóð teirra sam
band rættiliga sína roynd, men Jovina livdi
sanniliga upp til lyftið á hjúnabandsdegnum
um at halda saman »i medgang og modgang«.
Jovina var um Ólav alt tað, hon kundi. So hon
fekk, sum hon roknaði við, sína uppgávu
aftaná »deyðadómin« á sjúkrahúsinum.
Ólavur doyði 10. januar 2001, 70 ára gamal
Aftaná, at Ólavur doyði medvirkaði Jovina
í kristiligu útvarpsstøðini Lindini og hevur
eisini gingið nógv við traktatum.
Mistu tríggjar synir
Óli og Kristianna, omma og abbi Ólav, fingu
seks børn, men tey fingu eisini nógva sorg.
Frá 1919 til 1922 mistu tey tríggjar synir.
Magnus doyði í 1919 av sjúku, 13 ára gamal.
Í 1922 doyði Ingvard, 18 ára gamal. Hann
var ein raskur ungur drongur, sum var ein
góður svimjari. Eina ferð hann lossaði á
keiini, datt ein maður á sjógv. Ingvard leyp
á bláman og fekk bjargað honum. Hann helt
áfram at arbeiða uttan at fara heim at skifta.
Hetta gjørdi, at hann fekk lungnabruna,
sum eingin heilivágur var fyri tá í tíðini.
Hann doyði 24. februar hetta árið.
Longu í juni rakti sorgin aftur. Tá doyði
Edvard av sjúku, bert 12 ára gamal.
Sanna, dóttirin bleiv gift í Danmark, har
hon fekk børn og ætt. Hon hevði í ungum
árum áhuga fyri kappróðri. Í 1932 var hon
við til at stovna Felagið Kappróður, sum
seinni gjørdist til Havnar Kappróðrarfelag.
Olivia misti drongin
undir krígnum
Olivia hevði eina serliga søgu. Hon var í sín
um ungu døgum trúlovað við Símun Mikal
Poulsen, kallaður Dal, av Kirkju. Tey vóru
eisini komin til giftingar. Hann hevði bygt
eini stásilig hús í heimbygdini.
Olivia fór til Keypmannahavnar í august
1939. Ætlanin var, at hon skuldi vera niðri
eitt hálvt ár. Men tað var so nógvur ísur í
Kattegat og Oyrasundi á vári 1940, at fólk
ráddu henni frá at fara heim tá.
Men so kom 9. apríl, tá ið Danmark varð
hersett av Týsklandi, tá var eingin møgu
leiki at ferðast millum londini.
Dal sigldi undir krígnum. Hann var besti
maður við Milly óeydnisferðina í 1941, tá ið
Milly hvarv eftir at vera farin úr Aberdeen
20. mars. Hann gjørdist 30 ár. Sjey menn
vóru við. Hinir vóru suðuroyingar.
Olivia kom tískil ikki aftur til Føroya at
búgva. Hon doyði í 1991, 75 ára gomul.
Hans Jacob giftist við Olgu, og tey fingu
børnini Ólavur, Solveig, Kitty, Erna, Silvur
lín, Hans Odmar, Simony, Ásvør, Søren og
Gurið.
Ólavurvaks upp hjá ommuni og
abbanum. Hann rósti abbanum og ommuni
fyri at hava víst sær tey stóru virðini í
lívinum.
Ólavur var eins og Jovina sera familju
kær. Ættin var stór. Bert í móðurættini
átti Ólavur 102 systkinabørn! Tey vóru 22
systkin hjá mammuni í Hósvík! Í faðirættini
tó bert tvey systkinabørn.
Mjólk frá Toftólakonu
Hjørdis Háberg skrivaði í sínum endur
minningum um »Toftólakonu«, ommu Ólav:
Mín besta vinkona var Olivia, dóttir
Toftóla. Tað bleiv so væl millum húsini hjá
teimum og okkum. Pappa og kona Toftóla
kendust so væl frá fyrr. Tey mundu hava
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
DEYÐSBOÐINI, SUM IKKI KOMU
Ólavur
Jovina saman við børnunum, Sunrid, Káru, Jórun, Birgir