hósdagur 15. desember 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 145
27
Komandi partur
Í komandi parti verða tvær frásagnir. Onnur er ein stuttlig frásøgn
frá gamlari konu, sum fór til Danmarkar at ferðast í 1938. Hin er um
serligt jólahald í Havn við framførslu hjá maorifólki, upprunafólkinum
í New Zealandi. Aftaná verða tvær forkunnugar frásagnir í Ísrael. Í
nýggjársblaðnum er frásøgn hjá dóttir gamla borgmeistaran í Jerusalem,
Teddy Kollek, sum hevði samskifti við so ymiskar persónar sum
jødatýnaran, Adolf Eichmann, og Johan Niclasen í Hesti!
verið væl í ungum døgum, plagdi Toftóli at
siga. Hann argaði tey altíð.
Toftólakonan, sum vit kallaðu hana, kom
nógv niðan til okkara. Hon var so hugnalig.
Tey høvdu kúgv, so hvørt kvøld kom hon
niðan við einum potti av mjólk. So mátti
hon fáa øll tíðindini frá norðmanninum,
sum vit altíð lurtaðu eftir, serliga undir
krígnum.
Báðar døturnar hjá henni vóru í Dan
mark, so tað var ikki undarligt, at hon var
spent at frætta. Henda sendingin kom ikki
fyrr enn 20 minuttir eftir midnátt, so tað
bleiv ofta seint. Sjálv fekk hon ikki nógv
burtur úr sendingini, so mamma mátti
altíð greiða henni frá, hvat ið sagt varð.
Tá ið mamma onkuntíð segði, at einki nýtt
var, helt hon fyri, at tað var løgið, tá ið hann
tosaði so nógv! Kúnna plagdu vit at reka út
um hagaportrið, sum var beint uttan fyri
hjá Kissa í Kina.
Fekk nýggjan mann: Erling
Eg hevði ikki ætlað mær ein nýggjan mann.
Men á einum ættarfundi hitti eg Erling
Petersen á Eiði. Vit giftust fyri 10 árum
síðani.
Erling var føddur í Kollafirði, sonur
Sofíu og Nikláa Petersen.
Men Erling gjørdist havnarmaður. Tvey
ára gamal varð hann sendur til Havnar,
har hann skuldi leggjast undir skurð. Á
hospitalinum fekk hann meslingar. Hetta
endaði við, at hann kom at blíva verandi í
Havn hjá ommusystur síni og manninum,
Nicodemus, í Bøgøtu. Í Kollafirði blivu tey 12
systkin. Erling var kortini nógv og ferðaðist
í Kollafirði.
Í Havn kom Erling at vera ógvuliga virkin
innan fleiri ítróttargreinir sum fimleiki og
fótbólti. Umframt hetta var hann eisini
skóti.
Erling greiðir frá, at »barnaárini úti í Bø
vóru góð. Har var gott at vera hjá børnum.
Vit spældu nógv, og eg hevði nógvar vin
menn. Har vóru mest dreingir.
Bilarnir vóru fáir, so tað var lagað manni
at sparka fótbólt í Bøgøtu.
Venna (Mortensen) hevði ábyrgdina av
fótbóltunum hjá HB. Tá hol kom á bólt
arnar, savnaði hann teir saman og kom til
okkum við teimum. Hetta vóru leðurbóltar.
Vit fóru til Pola skómakaran, sum búði í
grannalagnum, við teimum holutu bóltunm,
sum hann lappaði saman aftur. Tað var
hann óførur til. Poli var kendur sum eitt
góðdýr, so neyvan hevur hann tikið fyri
tað heldur«.
Erling fór seinni at spæla við HB og var
við á noregstúri í 1956. Túrurin var góður,
men tað gekk vist einki serligt við fótbólt
inum.
Erling hevur altíð havt áhuga fyri fim
leiki. Hann var bert 11 ára gamal, tá hann
slapp upp í dreingjaliðið hjá Havnar Fim
leikarfelag. Her gingu eldri dreingir úr
grannalagnum Úti í Bø. Vinmenninir løgdu
góð orð inn fyri hann, so hann slapp við,
hóast hann var í so ungur.
Í 1950 var Havnar Fimleikafelag boðið til
Noregs at vera við á eini fimleikastevnu í
Lillehammer.
Hetta var ein minnilig ferð. Teir
fóru 16 mans avstað við Thorshavn hjá
Ríkisumboðnum. Tað var illveður, og teir
flestu leskaðu ikki bita á túrinum.
Erling var íðkandi fimleikari í Havnar
Fimleikarfelag til hann í 1960 fór út at sigla.
Hann fór í maskinlæru hjá Vilhelm
Nielsen. Síðan fór hann á maskinskúla og
sigldi úti í heimi. Hann var fleiri ár í danska
reiðarínum T. C. Christensen. Hann var
eisini við Smyrli. Eisini var hann við línu
skipinum Eiriki Jalli og við Ólavi Halga.
Hann giftist í 1969 við Ruth Kruse av Eiði
og flutti til Eiðis.
Ruth arbeiddi í køkinum í skúlanum í
Hoydølum. Hon dugdi væl at gera mat og
dugdi eisini væl handarbeiði. Hetta hevði
hon eisini lært á Háskúlanum.
Á Eiði hevði hon logerandi og seinni »ból
og biti«, sum tað nú verður kallað. Hesum
helt Erling fram við eftir, at hon doyði í 1996.
Seinni var eg eisini við í hesum.
Tá Erling flutti til Eiðis fór hann at
sigla við tí eftir tátíðini framkomna línu
skipinum, Thomas Nygaard, sum maskin
meistari. Tá ið hann gavst at sigla fór hann
at leggja hita inn í hús.
Tá hann gjørdist pensjónistur vandi
hann eitt motiónslið á Oyrabakka.
Á liðnum vóru einir 20 menn. Teir sum
ikki orkaðu at gera fimleik, svumu í hylin
um í Skúlanum. Hesum gavst hann tó við
fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann gjørdist
80 ár.
Nú býr Erling á Korndalsbýlinum á Eiði.
Tøkk til Jovinu
Nú eru vit komin til endan av hesi frásøgnini
hjá Jovinu. Hon er eitt virðismikið íkast
til lýsingina av lívinum hjá fólki, sum eru
fødd fyrrapartin í 20. øld. Henda frásøgn
lýsir eisini tær ótrúligu broytingarnar,
sum eru hend hesa tíðina. Umframt at vera
ein persónssøga, so er hetta eisini fyri ein
stóran part bygdarsøga hjá Æðuvík. Vit vita
eisini, at tey eru mong, sum hava lisið hesa
frásøgn við áhuga. Tí skal Jovina eisini hava
tøkk fyri hennara íkast til at gera hesa røð
áhugaverda.
Myndin av Oliviu
Manningin á Oliviu, sum var í seinasta
parti, vóru hesir v.f: Petur Petersen,
sonur gamla Knút skómakarar, Knud
Knudsen, kallaður Gubbin, Símun
á Høgabóli, Napoleon í Dali saman
við soni, Hans á Líknagøtu, Martin í
Kálvhúsinum, Tofta Óli, ókendur.
Brúðarmynd, Jovina og Erling
Aftara rað Olga, kona Hans Jacob, Tofta Óli, Kristianna og Hans Jacob
Fremst: Ólavur, Sunrid og Jovina
Ruth og Erling