Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 28 Á skránni verður: 1. Holger Arnbjerg frá NORDPLUS- kunningini á Altjóða Skriv­ stovuni kunnar um tær 5 NORDPLUS-skáirnar. 2. Frágreiðing um eina NORDPLUS Sprog verkætlan sum Skúlin við Streymin luttekur í. NORDPLUS verkætlanin sum Skúlin við Streymin luttekur í, er eitt samarbeiði um at framleiða bøkur. Næmingar í skúlum frá Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyum luttaka í verkætlanini, og næmingunum dáma væl at framleiða online bøkur. Næm­ ingarnir skriva, tala inn og um­ seta sjálvir bøkurnar. 3. Frágreiðing um eina NORDPLUS Voksen verkætlan sum Dugni lut­tekur í. Endamálið við hesi verkætlan er: - At deila vitan og praksis mill­um felagsskapirnar sum luttaka, til tess at hjálpa fólki við skerdum før­leika ella breki aftur á arbeiðs­mark­n­ aðin. - At skapa varandi menningar­ sambond millum luttakandi felagsskapir. - At skapa orðaskifti um nýggj­ ar og nýskapandi arbeiðs­ hættir. 4. Frágreiðing um eina NORDPLUS Junior verkætlan sum Hvalvíkar Skúli luttekur í. Verkætlanin sum Áslaug Olsen stendur fyri, hevur heitið “Små skole – store muligheder” ella “Small schools and big op­por­ tunities”. Holger Arnbjerg - NORDPLUS- INFO-KONTOR - 292513 - ask@setur.fo 1. Avmarking av dupultútbúgvingum Orsakað av einari nýggjari polit­iskari avtalu, verður tað frá sumri­num 2017 ikki longur møgu­leiki fyri at taka eina nýggja, hægri fulltíðarútbúgving á sama stigi, ella lægri stigi enn tann, tú hevur tikið. Hetta merkir, at um tú t.d. hevur staðið eina pro­fessiónsbachelorútbúgving (sum t.d. lærari), sleppur tú sum útgangs­støði ikki inn á eina aðra professiónsbachelorútbúgving, eina erhvervsakademiútbúgving ella á eina bachelorútbúgving á ein­um hægri lærustovni í DK. Hevur tú staðið eina kandidat­ útbúgving, ber tað ikki til at fara undir hægri lestur – heldur ikki upp á frípláss. Hevur tú staðið eina bachelorútbúgving, ber tað so­statt bara til at sleppa inn á eina kandidatútbúgving. Serlig atlit Í einstøkum førum ber tó til at taka meira enn eina hægri full­ tíðar­útbúgving á sama ella lægri stigi. Tað er um tú: 1. Av heilsuávum ikki longur fært nýtt tína útbúgving á arbeiðsmarknaðinum 2. At tú hevur eina útbúgving sum er fyrnað, og sum tú tískil ikki hevur brúkt á ar­ beiðsmarknaðinum í minst 5 ár 3. At tað á einum ávísum út­ búgv­ingarøki er serligur tørvur á skikkaðari arbeiðs­ megi. Hvørjar útbúgvingar talan er um, ber til at síggja á “positivlisten” á heimasíðuni hjá ufm.dk Tað ber ikki til at gjalda fyri at taka eina útbúgving í vanligu útbúgvingarskipanini, men tú hevur møguleika fyri at taka av tilboðnum um eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar sum t.d. fulltíðarútbúgvingar, ið verða bjóðaðar út sum parttíðar­ út­búgvingar, útbúgvingar sum verða bjóðaðar út undir kunn­gerðunum fyri “Åben Ud­ dannelse” og akademi-, diplom- og masterút­búgv­ing­ar. Hesar eru allar gjaldsútbúgvingar. Umsøkjarar, sum fingu bjóðað stand-by-pláss í 2016, og sum síðani hava fingið váttan, kunnu í tillagingarskeiðnum brúka váttanina í upptøkuni í 2017, hóast tey hava útbúgving á sama ella hægri stigi. 2. Miðnámsskúlaábót peikar á nýggjar GSK- kunngerðir í DK Próvtøl frá ískoytisskeiðum, ella suppleringsskeiðum, koma væntandi at telja við í saml­ aða próvtøkuúrslitinum, um próv­tølini draga miðaltalið niður. Væntandi verður hetta galdandi fyri núverandi 1. árs næmingar (næmingar byrjaðir skúlaárið 2016/17). Um tú eftir lokna miðnámsskúlaútbúgving finnur útav, at tú manglar t.d. Støddfrøði A fyri at sleppa inn á eina hægri útbúgving, ber t.d. til at taka fakið sum ”gymnasialt suppleringskursus” (stytt GSK) ella sum staklærugrein á HF. Fyrr vóru støðumet fyri stak­ lærugreinar ikki tikin við í saml­aða miðalpróvtalinum, men nýggja lógaruppskotið um mið­námsskúlaábót, leggur upp til, at próvtalið framyvir verður talt við – men bara um próvtalið dregur miðaltalið niður. Ískoytið kann tí antin halda miðaltalinum á sama stigi, ella lækka tað, og tað ber ikki til at fáa hægri miðalpróvtal. Hendan broyting verður vænt­ andi sett í verk 1. mai 2019 i DK. Væntandi verður broytingin um GSK-próvtøl sett í verk í Danmark 1. mai 2019. Tað merkir sostatt, at broytingin kemur at ávirka næmingar sum í løtuni ganga á 1. ári og verða lidnir eftir 30. apríl 2019. Endurrokning verður einans gjørd í samband við tað ein­ støku umsóknina Próvtalið fyri ískoytisfakið tel­ ur einans við í samlaða miðal­ próvtalinum í teimum førunum, tá fakið er krav fyri at sleppa inn á ta útbúgvingina, sum tú søkir inn á. Um tú seinni velur at søkja inn á aðra útbúgving – ella hevur ein 2. prioritet – har fakið ikki er sett sum krav til upptøku, telur próvtalið frá ískoytisfakinum ikki við. Próvtalið frá ískoytisfakinum broytir sostatt ikki títt mið­ námsskúlaprógv og samlaða miðalpróvtalið. Tað er einans ein teknisk umrokning, sum verður gjørd sum ein partur av upptøkumannagongdini. Avtalan um miðnámsskúlaábót verður sett í verk um árslok 2016. Les meira: uvm.dk Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Komandi roynd­ in verður leyg­ ar­dagin 14. mai 2017 Tú teknar teg á: https://ielts. britishcouncil. org/edu IELTS royndir í Føroyum Kunning um NORDPLUS skráirnar við dømum frá føroyskum luttakarum verður í Skúlanum við Streymin hósdagin 12.1.2017 kl. 15.00 – 17.00 Avmarking av dupul­t­ útbúgvingum og nýggjar GSK-kunngerðir í Danmark