Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 30 ÍTRÓTTUR RONALDO FEKK FØROY ATKVØÐUNA – MEN M Ballon d’Or 2016: Cristiano Ronaldo vinnur uppiborið Ballon d’Or 2016 við stuðli frá Sosialinum, men besti einstaklingurin farna árið er Lionel Messi. Tað eru tó liðsigrar, ið telja mest TRÓNDUR ARGE Cristiano Ronaldo hevur fyri fjórðu ferð vunnið Ballon d’Or bóltin, sum er heitið fyri heimsins besta fótbóltsspælara. Hann vann heiðurin fram­ manfyri Lionel Messi og Antoine Griezmann. ÍtróttarSosialurin atkvøður vegna føroyskar miðlar. Føroysku atkvøðurnar fingu í raðfylgju, Cristiano Ronaldo, Lionel Messi og Luis Suarez. Í metingini til Ballon d’Or verður lagdur dentur á liðsigrar og steyp fyrst, síðani einstaklinga avrik og so ein meting av allar yrkisleiðini. Eftir hesum raðfest­ ing­unum, so er Cristiano Ronaldo vinnarin, tí hann vinnur bæði Champions League við Real Madrid, og EM við Portugal. Lionel Messi vinnur spanska meistaraheitið, sponsku steypakappingina, men brennur brotsspark í finaluni í Copa America. Antoine Griezmann hevur verið lyklaspælarin hjá Atletico Madrid, ið bleiv nummar tvey í Spania og Champions League. Umframt tað, so vann hann silvur í EM endaspælinum við Fraklandi. Ballon d’Or broytt - aftur Í 2010 løgdu FIFA og tíð­ar­ ritið France Football, sum letur Ballon d’Or bóltin, saman so talan bleiv um FIFA Ballon d’Or. Hetta var so eitt felagsheiti, sum báðir partar kundu einast um, og eitt felagsheiti fyri ein ársins spælara. Í ár fóru partarnir so hvør til sítt. France Football hevur latið Ballon d’Or bóltin síðani 1956. Tað er fjølmiðlarnir, ið atkvøða fyri ársins spælara. Tað er eitt umboð fyri hvørt land. FIFA hevur í sínum lag gjørt eitt nýtt tiltak, sum hevur heitið ”The Best FIFA Football Awards”. Hetta kemur í størri mun at líkjast FIFA Ballon d’Or, har fjølmiðlar, venjarar, spælarar og áskoðarar atkvøða. Tað tiltakið verður í januar, eins og FIFA Ballon d’Or var. Ronaldo bestur Crristiano Ronaldo hevur nú vunnið Ballon d’Or bóltin fýra ferðir. Fyrst ferð var í 2008, tá hann sum lyklaspælari hjá Manchester United vann Champions League. Síðani vann hann tað í 2013 og 2014. Í ár hevur hann so vunnið tað fyri fjórðu ferð. Hann manglar framvegis ein bólt í at hava eins nógvar og Lionel Messi, ið hevur fimm. Cristiano Ronaldo hevur aftur í ár skotið nógv mál, men spælistílurin er nógv broyttur frá árunum í Manchester United og fyrstu árini í Real Madrid. Tað er ikki eins ofta, at hann tekur ondina frá tær í einstaklingaavrikum, men hann hevur framvegis eitt framúr máltevi og ein vinnaravilja sum fáur. Tá hevur hann løtur, har kips endar um alla sofuna, tí brádliga kemur hetta vøddabunti tvísporandi í brotsteigin og dregur teg aftur í tíðina, tá Chicago Bulls og Michael Jordan ráddu fyri borgum. Avsettið tekur ongin á fótbóltsvøllinum og kraftin í stútarinum kundi sent sjálvt ein boksara í gólvið. Tað kann portugisin enn. Verður hugt eftir ein­ stak­lingatølunum fyri 2016, so hevur Lionel Messi tó munin, men hyggur tú eftir liðsigrunum, so hevur Criatiano Ronaldo munin. Tí valdi ÍtróttarSosialurin Criatiano Ronaldo sum ársins spælara í 2016. Lionel Messi betri einstaklingur Lionel Messi hevur skotið fleiri mál, lagt upp til fleiri mál, luttikið í fleiri álopum og havt flest eydnaðar dribblingar. Í so máta kundi tú argumenterað fyri, at Lionel Messi hevur verið besti einstaklingurin í 2016. Hann hevur framvegis løturnar, har hann kann dribbla framvið fleiri spælarum og gera eitt hvørt, sum ger at kaffi rennur við síðunar av, meðan tú hyggur. Líka mikið um tað standa tríggir ella fýra spælarar rundanum hann, so megnar at snúgva sær úr knípuni við bóltinum. Hann er knappur, tá hann skal skjóta og skotini eru neyv. Í 2016 hevur Lionel Messi nokk munin sum einstaklingur, men helst eru tað fleiri meiningar um tað. Hann er partur av tríkleyvara í Barcelona, sum eisini telur Neymar Jr og Luis Suarez. Her tykist samanspælið við teir rigga avbera væl. So er spurningurin um tað er orsaka av Lionel Messi, ella um bóltsnillingurin nýtur gott av at teir eru rundanum. Tann ”ákæran” er ikki nýggj, tí undan teim­ um báðum var tað Andres Iniesta og Xavi, sum skuldu eitast at fóðra Lionel Messi. Lionel Messi er saman við Cristiano Ronaldo í einum flokki fyri seg. Hetta verður framtíðar Péle og Diego Maradona kjakið. Tá varð mangan sagt, at tað bar illa til at samanbera, tí teir ikki spældu í senn. Nú hevur tú