Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 145 31 ÍTRÓTTUR YSKU MESSI ER BETRI KUNNGERÐ um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 24.10-2016 hevur samtykt at broyta býarplanin fyri part av neystaøkinum á Langanesi á Glyvrum. Broytingin í býarplaninum umfatar: • At ein partur av D5 neystaøkinum á Langanesi á Glyvrum verður bropytt til D4 vinnuøki Broytingin umfatar matr. nr. 33 og part av matr. nr. 34, Glyvrar Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 19. desember 2016 til 16. januar 2017. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 6. februar 2017. Saltangará, tann 16. desember 2016 Runavíkar býráð tveir mans, sum spæla í senn og tí allur heimurin fylgir við hvørt vikuskiftið, men alíkavæl eru meiningarnar so ymiskar. Lionel Messi var betri einstaklingurin í 2016, men fær annað pássið, tí Argentina ikki vinnur Copa America. Luis Suarez – Ikki Antoine Griezmann Fjølmiðlarnir kring heimin valdu Antoine Griezmann sum triðj besta spælaran. Hetta kemur ikki óvart á. Hann bleiv nummar tvey í European footballer of the year fyrr í ár. Hann hevur verið ein lyklaspælari hjá Atletico Madrid, sum fyri aðru ferð upp á trý ár megnaði at vinna seg í Champions League finaluna, men aftur hesa ferð tapti tepurt fyri Real Madrid. Heldur enn Antoine Griezmann, so fekk Luis Suarez triðja plássið hjá ÍtróttarSosialinum. Hann var avbera góður fyri Barcelona í farna kappingarárið, og prógvar javnan, at hann er í flokkinum beint undir Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Meiri enn Antoine Griezmann, sum tó er eitt gott boð, tí hann hevur ongan Lionel Messi ella Neymar Jr at hjálpa sær. Ronaldo ikki ferdigur Tað eru ymiskar meiningar um haldføri hjá Cristiano Ronaldo. Hann verður tíðliga komandi ár 32 ár. Hann dribblar ikki longur framvið spælarum og dominerar ikki dystir eins og fyrr, men hann hevur - eins og tey sterku altíð gera – megnað at umstillað seg. Hann hevur í dag ein øðrvísi spælistíl, men tað merkir ikki, at hann ikki er eins góður, men hann hevur í størri mun brúk fyri hjálp at skjóta málini enn hann hevði fyrr. Criatiano Ronaldo hevur júst gjørt nýggjan sáttmála við Real Madrid fram til 2021. Hann hevur sum tann einasti nakrantíð skorað yvir 50 mál í seks kappingarár upp í slag. Tað er ikki óhugsandi at tað stendur við í nøkur ár afturat. So er spurningurin um Ballon d’Or bóltarnir fylgja við? TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ballon d’Or listin 2016: 1. Cristiano Ronaldo 2. Lionel Messi 3. Antoine Griezmann 4. Luis Suárez 5. Neymar 6. Gareth Bale 7. Riyad Mahrez 8. Jamie Vardy 9. Pepe 9. Gianluigi Buffon 11. Pierre-Emerick Aubameyang 12. Rui Patricio 13. Zlatan Ibrahimovic 14. Arturo Vidal 14. Paul Pogba 16. Robert Lewandowski 17. Dimitri Payet 17. Toni Kroos 17. Luka Modric Hesir fingu onga atkvøðu: Sergio Agüero, Kevin De Bruyne, Paulo Dybala, Diego Godín, Gonzalo Higuaín, Andres Iniesta, Koke, Hugo Lloris, Thomas Müller, Manuel Neuer og Sergio Ramos.