Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÝRIA Barbara Holm Seinastu tíðina hava vit sæð ræðu­ myndir úr Sýria. Miðlarnir siga frá ræðuligum hendingum, har ein bólkur av vanligum fólki er inni­stongdur í Sýria, bíðandi eftir tortur og deyða. Heimurin verður biðin at hjálpa, nú kríggi í Sýria er kulminerað til eitt beinleiðis fólka­ morð. Í Føroyum býr eingin sýri. Men Arousiag Berberian Hammer úr Hvalba, er uppvaksin í Sýria og hevur enn barndómsvinir á stað­ num, sum hon heldur tætt sam­ band við. Í farnu viku kendi hon støðuna ótolandi, tí varpað varð út, at støð­ an hjá sýrum í Aleppo var ræðulig. Hon valdi at ringja runt til tey hon kennir í Aleppo fyri at vita, um tey øll høvdu tað gott. Men tað hon hoyrdi úr Aleppo var alt annað enn tað, sum hon sá í miðlunum. – Míni vinfólk siga, at júst nú kenna tey seg tryggari enn tey hava í longri tíð, sigur hon. Býurin lagdur í oyði Arousiag er borin í heim í Kuwait. Familja hennara er upprunaliga úr Armenia, men omma og abbi hennara flýddu til Sýria orsaka av kríggi, og síðani fluttu foreldrini til Kuwait. Tey fyrstu sjey árini búði Arousiag í Kuwait, men síðani valdi familjan at flyta aftur til Aleppo í Sýria, og har vóru tey búgvandi í 12 ár. Arousiag hevur sostatt ging­ ið í skúla í Aleppo og hevur fram­ vegis nógvar barndómsvinir í bý­ num. Hon og familja hennara eru kristin og búðu tey í vestara part­ inum av Aleppo, har hennara barn­ dómsvinir eisini búleikast enn. Kríggið hevur merkt býin, tað veit Arousiag. Kirkjan, sum hon og familjan gingu í, er bumbað sund­ ur og saman og tað sama er fólka­ skúlin har hon gekk. Fyri 13 árum síðani flutti Arousiag til Føroya, men hon hev­ ur ongantíð mist sambandi við tey, sum hon vaks upp við í Aleppo. Umframt reglugligt sam­band umvegis Facebook, er Arousiag eisini limur í einum bólki á Face­ book av kristnum fólki, sum búleik­ ast í ella hava tilknýti til Aleppo. Og myndin hon sær har er mun­ a­ndi øðrvísi enn tað, sum er at síggja í alheims miðlunum. Kristnir armenar Vinfólkini hjá Arousiag hava havt nakrar ræðuliga mánaðir. Tey hava ikki havt møguleika fyri at ganga í skúla, fara til arbeiðis ella á nakran hátt liva eitt vanligt lív. Tey hava konstant verið í lívsvanda, tí bumburnar hava regnað inn yvir Aleppo seinastu árini. Men seinastu vikurnar er hetta broytt. Assad, forsetin í landinum, hevur tikið valdið á Aleppo og er í ferð við at rudda upp, ljóða boðini úr Aleppo. – Tað eg hoyri frá teimum eg kenni har yviri er, at tey nú ende­ liga kenna seg nóg tryggan til Býr í Sýria Vit eru trygg Vinkonan hjá Arousiag hevur sent okkum eini boð fríggjadagin á middei, har hon við fáum orðum greiðir frá, hvussu støðan í Aleppo er í dag fyri hana og hennara. – Eg eri Tamar Iskenderian, kristin armeni frá Aleppo. Eg og familja mín eru sera glað í dag. Vit hava nokk av breyði, kjøti, grønmeti og frukt. Gud verjir president Bashar Hafez Al Assad, tí hann gav okkum viljan til at halda áfram til endans. Vit skulu takka herinum í Syria, sum fekk reinsa okkara land fyri teorrorismu. Hesar myndirnar eru tiknar í Aleppo um vikuskiftið, tá ið syrar eru farnir á gøtuna at hátíðarhalda nýfunna friðin. Aleppo býtt í fleiri partar Myndirnar, sum miðlarnir vísa frá Aleppo í hesum døgum, eru úr eystara partinum av býnum. Og tað er har, at kríggið nú gongur fyri seg. Har er tað, at uppreistrarbólkar eru og hava mist valdið til Assad. Vinfólkini hjá Arousiag eru búsitandi í vestara partinum av Aleppo. Í Aleppo búgva áleið 2 milliónir fólk, og býurin er ógvuliga uppbýttur, alt eftir hvør hevur valdið í teimum ymisku býarpørtunum. Í eystarapartinum síggja vit, at uppreistrarfólk og helst nøkur sivil eisini, eru í lívsvanda, nú uppreistrarbólkarnir hava mist tamarhaldið á krígnum mótvegis Assad.