mánadagur 19. desember 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
SÝRIA
at ferðast aftur í býnum, sigur
Arousiag.
Hennara besta vinkona har yviri
greiðir henni frá, at í farnu viku
fóru sýrar á gøtuna at feiðra, at tað
nú umsíðir er vón fyri framman.
– Bumburnar bresta ikki longur,
arbeiðspláss byrja so smátt at lata
upp aftur, og fólk kunnu fara aftur
í skúla, sigur Arousiag.
Men myndin úr miðlunum er ein
heilt onnur.
– Í eystara partinum av Sýria
er enn rumbul. Men tað eru ikki
vanligir syrar, sum eru blandaðir
upp í tað. Tað eru uppreistrar
bólkarnir, sum hava verið við til at
ført kríggi í Aleppo, sum Assad nú
roynir at basa, sigur Arousiag.
Meirilutin stuðlar Assad
Syriski forsetin er ein einaræðis
harri og í hesum partinum av
heiminum halda vit sum regul, at
tað er eitt ringt ting. Men Arousiag
er ikki samd í, at Assad skal burtur
úr sessinum.
– Eg haldi hann hevur verið ein
góður forseti, og hann vil tað besta
fyri landið, sigur Arousiag og vísir
á, at hennara vinfólk uppliva tað
sum, at tað er Assad, sum nú hevur
fingið frið í pørtum av Aleppo.
– Kríggið seinastu árini hevur
verið ræðuligt. Skúlar, kirkjur og
heim eru bumbað sundur og sam
an, og fólk eru flýggjað og dripin
av uppreistrarbólkunum, ISIS og
øðrum, greiðir Arousiag frá.
Men beint nú stendur betri til.
– Eg tosaði við vinfólk hjá mær
aftur fyri tveimum døgum síðani, tí
eg las um ræðuleikarnar í Aleppo í
hesum døgum. Tey søgdu seg einki
vita um hatta, sigur hon.
Hennara
afturmeldingar
úr
Aleppo eru, at tað er givið, at tá í
kríggj er á skránni, so vera tað eis
ini sivil fólk, sum lata lív.
– Kríggj kostar sivil lív eisini,
tað vita vit, og tað vita vinfólk míni
í Aleppo. Men teirra meting er, at
Assad roynir at verja syrarnar,
sigur Arousiag.
Eftir hennara tykki blanda miðl
arnir tað saman, sum gongur fyri
seg.
– Hvørji eru hesi fólkini, sum
eru innisperrað. Eru tað sýrar?
Ella eru tað uppreistrarbólkar og
teirra familjur, sum nú vera rikin
úr býnum, spyr hon.
Hennara fatan er, at miðlarnir
ikki hava skilt, hvussu støðan veru
liga er.
– Tað virkar fyri mær sum,
at vesturheimurin hevur onkra
dagsskrá fyri at fáa Assad burtur
frá valdinum. Men tað er ikki tað,
sum syrar vilja. Kanningar har vísa,
at yvir 80 prosent vilja hava Assad
sitandi. Og tey eg kenni uppliva
tað í øllum førum sum, at hann
er tað besta alternativi tey hava.
Hygg eftir hinum londunum, har
einaræðisharrar eru fjernaðir. Hvat
er blivi betri av tí, spyr Arousiag
og vísir á, at í Sýria er einki annað
boð upp á, hvussu ella hvør skal
stýra landinum og halda uppreist
rarbólkunum afturi.
barbara@sosialurin.fo
Navn: Arousiag
Berberian Hammer
Aldur: 40
Fødd: Kuwait
Uppvaksin: Aleppo, Sýria
Bústaður: Hvalba
Fakta um kríggi í Aleppo
Norðari parturin av Aleppo var lyklastaðið í krígnum millum
allieraði hjá Assad og tey, sum vildu hava hann frá.
Í november í ár megnaði syriska stjórnin at kroysta upp
reistrarfólkini til eystarapartin av býnum og nú halda tey til í sera
lítlum øki. November álopið verður mett at vera sera ógvusligt og
brutalt.
Fleiri tíggju túsund sivil eru flýdd frá krígspørtunum í Aleppo,
og ST sigur, at fleiri hundrað eru horvin. 15. desember samdust
báðir allir partar um at steðga við bardaganum.
Uppreistrarfólkini vórðu fangað í sera lítlum økið, saman við
fleiri túsund sivilinum, og her komu tey undir ógvusligt bumbu
álop, og tískil megnaðu partarnir at koma til eina semju um at
steðga við stríðnum. Síðani hava avtalur verið gjørdar um, at
uppreistrarfólk og sivil sleppa at flýggja frá Aleppo, men enn er
ikki friður í eystara partinum. Tað var í juli 2012, at Aleppo gjørdist
karmur um eitt sera blóðugt kríggj.
Katrin á Neystabø,
aðalskrivari í Amnesty
International Føroya Deild
Amnesty mótmælir krígsførsluni, og átalar allar partur í hesum
stríði fyri, at tað eru so nógv sivil, sum lata lív. Mann kann spyrja,
hvør hevur skuldina? Hvør er tann óndi, og hvør er tann góði?
Hvør hevur rætt, og hvør hevur skeivt? Men í veruleikanum
kenna vit ikki svarið. Og tað er nokk ikki eitt einfalt svar. Tað
týdningarmesta í løtuni er at hjálpa teimum sivilu, tí tað er
eingin ivi um, at tað eru ógvuliga høg tøl av menniskjum, sum
eru ósek offur í hesum stríði. Frá okkara vibrerandi I-phonum
í okkara egnu hondum sígga vit myndir av sundirsorlaðum
sjúkrahúsinum, har børn desperat leita eftir sínum foreldrum,
sum tíverri ongantíð sloppu undan múrsteinunum í einum
bumbaðum íbúðarbygnini. Hetta er veruleikin í fleiri pørtum av
Sýria, men ikki í øllum pørtunum, heldur ikki í øllum pørtunum
av Aleppo. Tað hevur alstóran týdning, at altjóða samfelagið
sleppur framat at eygleiða, skjalprógva og revsa ábyrgdarhavarar
fyri sorgarleikirnar í Sýria. Og í hesi løtu stríðist Amnesty og
onnur fyri at fáa óheftar eygleiðarar inn í Sýria at tryggja at
evakueringarnar úr eystara parti av Aleppo fara trygd fram.
Men tað er avbjóðandi, og hóast vit framvegis illa kunnu útpeika
endaligar syndarar, so mugu vit ikki fordøma eitt heilt fólk.
Boðskapurin hjá Amnesty er tí, lat okkum ikki fordøma hesi
menniskju. Lat okkum heldur hyggja inneftir og spyrja, hvør er
okkara ábyrgd?