mánadagur 19. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KT-SKIPANIN HJÁ PENINGASTOVNUNUM
Árni Gregersen
Hvast orðaskifti var, tá ið
føroysku
peningastovnar
nir avgjørdu at flyta pen
ingastovns
KT-skipanina
av landinum og samstund
is heimabnakan hjá pen
ingastovnunum, sum so at
siga allir kundar í peninga
stovnunum brúka.
Politiskt var tað eitt elju
stríð, tí ein stórur partur av
politisku skipanini helt, at
tað er skeivt, at so nógvar
persónligar
upplýsingar
hjá føroyingum, bert verða
goymdar í útlendskum KT-
skipanum.
Hetta hendi í 2010.
Hendan
samgongan,
sum tók við landsins leiðslu
15.september 2015, skrivar í
fylgiskjalinum til samgongu
skjalið undir yvirskriftini
“Mál at fremja”:
“Saman við fakfólki skal
gerast ein greið ætlan fyri,
hvussu
KT-tænasturnar
og persónsupplysingarnar,
sum farnar eru av landinum,
kunnu flytast heim aftur við
fyrimuni.
Hetta skal menna før
leikar, skapa arbeiðspláss og
økja um inntøkurnar, sam
stundis, sum tað mennir KT-
trygdina og tryggjar grund
leggjandi og samfelagslig
áhugamál.”
Arbeiðsbólkurin
Nú hevur ein arbeiðsbólkur
so latið úr hondum eitt álit,
har sagt verður, at tað ber
væl til at flyta hesar skipanir
heimaftur og at hetta eisini
kann gerast, uttan at skip
anin fer at kosta meira.
Raksturin verður bíligari.
Men tað verður eisini
undirstrikað, at hetta ikki
gerst uttan so, at peninga
stovnarnir verða tvingaðir
til at gera tað.
Tað vil siga, at neyðugt er
við einari lógarbroyting fyri
at fáa peningastovnarnar at
fylgja tí, sum arbeiðsbólkurin
heldur verður tað mest sam
felagsgagniliga.
Høvuðsniðurstøðan hjá
arbeiðsbólkinum er at:
•
Føroysku peningastovns
skipanirnar kunnu við
fyrimuni flytast aftur
til Føroya innanfyri eitt
tíðarskeið uppá tvey til
fýra ár, eftir eina endaliga
støðutakan.
•
Tað finnast fleiri skip
anarloysnir, her undir
standarskipanir, ið nøkta
tørvin hjá føroysku pen
ingastovnunum.
•
Loysnir kunnu útvegast,
ið kostnaðarliga eru bílig
ari ella fult á hædd við
verandi skipanarrakstur.
•
Føroyska
KT-vinnan
hevur rakstrarumhvørvi
og førleikar at reka, við
líkahadl og menna loysnir
til peningstovnsvinnuna.
•
Ein heimtøka av KT-
kervinum hjá føroysku
peningstovnunum
vil
menna førleikar, skapa
arbeiðspláss og økja um
inntøkurnar, umframt at
tryggja
grundleggjandi
samfelagslig áhugamál.
•
Tað er ikki sannlíkt, at
peningastovnarnir sjálv
bodnir flyta skipanirnar
aftur
til
Føroya.
Tað
kann tí gerast neyðugt at
tryggja heimtøkuna við
einari lógarbroyting.
Forkanning
Tað sum arbeiðsbólkurin
hevur gjørt, er í veruleik
anum ein forkanning av, um
tað yvirhøvur ber til at taka
peningastovnsskipanirnar
heimaftur til Føroya.
Bólkurin
hevur
gjørt
kanningar í Íslandi og Dan
mark, umframt at sett seg
inn í ávísar skipanir, sum eru
á marknaðinum.
Í arbeiðsbólkinum sótu:
Niels Christian Nosøe,
fyrrverandi stjóri í Elektron,
verkætlanarleiðari
Bjarki Mohr, peninga
stovnsserfrøðingur
Alfred Joensen, system
arkitektur
Oyvindur av Skarði,
vinnumálaráði, skrivari
Arbeiðsbólkurin skuldi svar
trimum spurningum:
Hvussu kunnu banka
skipanirnar takast heim til
Føroya?
Hvør er kostnaðurin av
at heimataka skipanirnar
og hvussu ber til at tryggja
neyðuga førleikan at menna
og reka skipanirnar?
Hvørjir eru fyrimunirnir
og vansarnir fyri føroyska
samfelagið av at flyta rakst
urin av peningastovnsskip
anunum aftur til Føroya?
Arbeiðsbólkurin
skuldi
eisini lýsa um føroyska
KT-vinnan er før fyri at
menna og viðlíkahalda eyð
merktu skipanirnar og um
viðkomandi skipanir vilja
hava við sær víðari menn
ing av førleikum og arbeiðs
plássum í føroysku KT-vinn
uni framyvir.
Álitið hjá arbeiðsbólk
inum er júst nú latið lands
stýrinum og peningastovn
arnir hava fingið tað til
hoyringar.
Ein arbeiðsbólkur staðfestir at tað ber væl til at flyta heimabnakan aftur til Føroyar
og alla peningastovns KT-skipanina – men tað má gerast við lóg
HEIMABANKIN
KANN LÆTT
FLYTAST HEIM
Tað er Poul Michelsen,
landsstýrismaður við
vinnu og uttanríkismálum,
sum setti arbeiðsbólkin
at gera hesa kanningi
Løgtingið hevði drúgvt orðaskifti um hendan spurningin, tá ið peningastovnarnir
arbeiddu við at flyta skipanirnar av landinum í 2010