mánadagur 19. desember 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
Fiskaaling er saman við 12
øðrum
norðurlendskum
granskingarstovnum partur
av einum nýggjum Nordic
Centre of Excellence, nevnt
SUREAQUA, sum NordForsk
hevur avgjørt at seta á stovn.
Vinnufeløg eru týðandi
partur av samstarvinum, og
føroysku vinnufyritøkurnar,
sum luttaka í granskingar
samstarvinum, eru Luna,
Bakkafrost, Marine Harvest
og Sp/f Tari. Haraftrat er
ein bólkur av øðrum luttak
arunum, teirra millum Um
hvørvisstovan.
- Endamálið við nýggja
Nordic Centre of Excellence
er, at granskingarstovnar og
vinnufyritøkur granska og
føra út í verki verkætlanir
innan burðardygga aling í
breiðasta týdningi. Eitt nú
skal kannast, hvussu aling
av laksi kann effektiviserast
í mun til útlát av lívrunnum
tilfari
og
tøðsøltum,
og
hvussu útlátið kann geva
íkast til nýggjar vinnuvegir,
t.d. aling av skeljadjórum og
tara. Partur av verkætlanini
er at menna nýggja út
gerð, sum skal roynast á
alibrúkum í Føroyum.
Á Fiskaaling vita tey at
siga, at tað er Granskingar
stovnurin IRIS í Stavanger,
sum hevur tikið stig til
samstarvið og verður leiðari
av nýggja sentrinum.
- Játtanin til samstarvið
er 30 miljónir norskar krónur
yvir fimm ár. Harumframt
kemur eginfígging og aðrar
atknýttar verkætlanir.
Lagt verður aftrat, at tað
verður Gunnvør á Norði,
granskari
á
Fiskaaling,
sum kemur at samskipa
virksemið í Føroyum.
Vilmund Jacobsen
Uppundir
vikuskiftið,
sum
fór,
vóru
øll
partrolarapørini uttan tvey
til fiskiskap, og hesi skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
-
Fiskiskapurin
hjá
partrolarunum er fyri tað
mesta smáligur.
Á Fiskamarknaði Føroya
plaga tey at siga, at onkur
pør gera hampiligar túrar
av og á, men sum heild er
upsafiskiskapurin slakur.
Teir
stóru
djúpvatnstrolararnir - og
teir smáu trolbátarnir -
liggja allir við bryggju,
og nú er ivasamt, um
nakar teirra loysir fyri
jólahalguna.
Veðurútlitini
fyri
meginpartin av hesi vikuni
eru vánalig.
Fríggjadagin,
tá
tey
á
Fiskamarknaði
Føroya
gjørdu
sínar
metingar
fyri hesa vikuna, vóru trý
garnaskip til fiskiskap.
- Tvey fiska svartkalva,
og
hesi
skipini
hava
brúkiligan
fiskiskap
og
koma inn at landa fyrst í
hesi vikuni. Eitt garnaskip
fiskar havtasku, men her
er
fiskiskapurin
meira
smáligur, verður lagt aftrat.
Føroyar hava ein effektivan
partrolaraflota. Tá eingin trolbátur
og eingin djúpvatnstrolari
er til fiskiskap, royna teir,
sum reka partrolararnar, at
fáa sum mest burturúr
Teir hava landað fyri seinastu
ferð í ár og fara nú heim
at halda jólafrí. Línuskipið
Sandshavið hevur verið 289
dagar á havinum í 2016
Tá búr
fiskur
gav
metsølu
Herfyri kom frystitrolarin
Ran aftur av búrfiskaveiðu.
Búrfiskur er eitt slag av
kongafiski og leiðirnar, teir
hava roynt á, eru í altjóða
sjógvi - frá Norðurspania
og suður móti 200 fjórðinga
markinum hjá Asorunum.
- Veðrið hevur verið
gott, serliga tá hugsað
verður um árstíðina,
men fiskiskapurin var
smáligur, segði skiparin,
tá sjómanstrúboðarin
hitti hann.
Ran fór úr Føroyum hin 15.
oktober, og veiðan henda
túrin var e249 tons.
Prísurin á búrfiski er
góður, slakar 40 krónur
fyri kilo, so tað hjálpir
nakað upp á úrtøkuna.
- Vit eru einasta skip,
sum roynir eftir búrfiski
í Atlantarhavinum.
Haraftrat eru føroyingar
einasta land, sum hevur
fiskidagar eftir búrfiski
á hesum leiðum.
Tað sigur skiparin á Ran,
Esbern Poulsen, sum vísir
á, at Ran hevur verið til
fiskiskap á hesum leiðum
hvørt ár - og í fleiri ár.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at í 1998 landaði
ísfiskatrolarin Boðasteinur
dýrastu ísfiskalast, sum
nakrantíð var landað
í Føroyum. Teir høvdu
millum 240 og 250 tons av
búrfiski, sum teir seldu
á Tvøroyri fyri umleið
3,5 miljónir krónur.
Henda túrin fiskaði
Boðasteinur bara
í fýra dagar.
Tað er langur vegur
á leiðirnar norður úr
Asorunum, og nevndi
túrur hjá Boðasteini í 1998
vardi í 12 dagar, sum tó
ikki er stórt meira, enn ein
vanligur ísfiskatúrur undir
Føroyum plagdi at vera.
Men, fyri manning og
reiðarí var hetta ein
minniligur ísfiskatúrur - ja,
ein rættiligur roktúrur av
teimum heilt stóru og fáu
í føroyskari ísfiskavinnu.
vilmund@sosialur
Partrolaraflotin
roynir sítt besta
Tað verður Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling,
sum kemur at samskipa virksemið í Føroyum
Fiskaaling við í Nordic
Centre of Excellence
Brúgvin verður
nú umvæld. Gøturnar,
sum Nes kommuna og
Runavíkar kommuna í
felag hava latið gera við
Løkin og Toftavatn, eru til
stóra gleði fyri mong
Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling