mánadagur 19. desember 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Tá flenti vermóðir... “
Orðini eigur viðingurin,
Jógvan Petersen, sum sein
astu fimm árini hevur verið
skipari á trolbátinum, Fiska
kletti.
Í farnu viku var sjó
manstrúboðarin, Torleif Jo
hannesen, umborð á Fiska
kletti við jólapakkum.
– Jógvan takkaði hjarta
liga fyri pakkarnar og tað
stóra arbeiðið, sum sjómans
kvinnuringar og onnur gera.
Brosandi segði Jógvan frá,
hvat hendi jólini í 2014.
Torleif Johannesen veit at
siga, at Jógvan Petersen hesi
jólini tók jólapakkan við sær
til hús og legði hann undir
jólatræið saman við øllum
hinum pakkunum.
- Verforeldrini halda jól
annað hvørt ár hjá okkum, og
í 2014 vóru vit saman. Tað er
altíð hugnaligt.
Jógvan Petersen greiðir
frá løtuni hesi jólini, tá jóla
pakkarnir skuldu býtast út.
Her vóru nógvir pakkar, og
allir høvdu navn á móttakara
og gevara.
– At enda var ein pakki
eftir, men har stóð hvørki
móttakari ella gevari á.
Tá sigur Jógvan Petersen,
at hetta er jólapakkin, sum
hann hevur fingið frá sjó
manskvinnuringinum.
Vermóðir fer nú at smíl
ast. Tá skiparin pakkar upp
og vísir hinum, hvat er í pakk
anum, fer vermóðir at flenna.
– Er hesin pakkin frá tær?
spyr hann ovfarin.
– Ja, sigur hon brosandi og
fegin.
Torleif Johannesen vís
ir á, at hóast umleið 1200
jólapakkar verða latnir før
oyskum sjófólki, kann mót
takarin saktans uppliva, at
pakkin er frá onkrum í familj
uni, onkrum kenningi - ja,
sjálvt frá vermóðir!
– Gud signi sjófólkið og øll
tey, sum lata pakkar til sjó
fólkið, eru seinastu orðini hjá
sjómanstrúboðaranum í hesi
stuttligu frásøgn.
vilmund@sosialurin.fo
Hóast umleið
1200 jólapakkar
árliga verða
latnir føroyskum
sjófólki, so kann
móttakarin
saktans uppliva,
at pakkin er frá
onkrum í familjuni
Fekk jólapakkan hjá vermóðurini
Ein kanning hjá Spyr.fo vísir, at 69 prosent av
føroyingum eta útlendska dunnu jólaaftan. Av
føroyskari rávøru er gásin best umtókti jólamaturin.
Kring landið eta 19 prosent føroyska gás, men í
Sandoynni og Suðuroynni er talið 29 prosent.
Vilmund Jacobsen
Roknað verður ikki við
nøkrum útróðri hesa
vikuna, tí veðurútlitini
eru vánalig, og tíðin til
jólar styttist
Nú tíðin til jólar styttist,
hava øll línuskip landað
fyri
seinastu
ferð
fyri
jólahøgtíðina. Øll línuskip
liggja við bryggju, og vænt
andi er ikki, at nakað línu
skip loysir aftur fyri jól.
Vanligt er, at línuskip
liggja um jólini og millum
jóla og nýggjárs.
Um einar 14 dagar ella so
fara nøkur frystilínuskip
at loysa og seta kós yvir á
Flemish Kap. Onnur ár hava
eisini onkur ísfiskalínuskip
verið har yviri, men flestu
munnu hava ásanna, at
línufiskiskapur á Flemish
Kap er betri egnaður til
frystilínuskipini.
Tað er langur vegur úr
Føroyum yvir á Flemish
Kap, og roknast kann við,
at bara túrurin yvir og
heim aftur tekur eini 16-20
samdøgur.
Seinastu dagarnar hev
ur streymurin verið rætti
liga harður, men hann
linkar
betýðiligt,
sum
henda vikan gongur.
Tó verður ikki roknað
við nøkrum útróðri hesa
vikuna, tí veðurútlitini eru
vánalig, og tíðin til jólar
styttist.
Tað gongur væl
við byggingini av
tvíkiljunum, sum
skipasmiðjan Mest byggir
fyri Bakkafrost
Jólini
ikki
hvít í ár
Teir næstu dagarnar
fara djúp lágtrýst
yvir Atlantshavið, og
tilhoyrandi brúgvaløg
við regni og vindi koma í
løtum fram við Føroyum
av útsynningi og vestri.
Hyggja vit eftir, hvørji
veðurútlitini eru fyri
tollaksmessudag og
jólaaftan, verður ættin
tollaksmessudag
millum vestan og
sunnan, úr 13 upp í 23
metrar um sekundið.
Jólaaftan verður
enn meira vindur. Tá
kunnu vit rokna við,
at vindferðin tíðliga á
degnum fer at liggja
millum 20 og 25 metrar
um sekundið. Men, sum
dagurin gongur, minkar
vindurin niður í 10 til 15
metrar um sekundið.
Jólaaftan verður
skýggjað og ælaveður, og
hitin tollaksmessudag
og jólaaftan fer at
liggja millum fimm
og níggju stig.
vilmund@sosialurin.fo
Allur línuflotin liggur
Tá sjómanstrúboðarin í seinastu viku
var umborð á Fiskakletti við jólapakkum,
segði skiparin, Jógvan Petersen, honum
eina fitta søgu um jólapakkan í 2014
Mynd: Torleif Johannesen
Um einar 14 dagar ella so stevna tey fyrstu
línuskipini yvir á Flemish Kap