Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Føroyska U17-landsliðið í fót­bólti ætlar sær at fara eftir møguleikanum, nú tað sum fyrsta føroyska landslið nakrantíð hevur spælt seg víðari í EM og nú skal spæla elitu-umfar á Kýpros í mars næsta ár. Lutakastið fløskaði seg soleiðis, at Føroyar eru í bólki við Kýpros, Írlandi og Slovakia. - Fyri okkum var hetta eitt gott lutakast, og tað skal eingin ivi vera um, at vit fara eftir møguleikanum at spæla okkum víðari. Men vit vita eisini væl, at tað verður tor­ført, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heima­síðuna hjá FSF. Oddastríðið í týsku Bundes­ liguni stendur við, eftir at odda­liðini bæði, Bayern Mün­chen og RB Leipzig, vunnu sínar dystir um viku­ skift­ið. RB Leipzig vann leyg­ar­dagin 2-0 heima ímóti Hertha Berlin, og í gjár vunnu verandi meistararnir úr Bayern München tepurt 1-0 úti ímóti botnproppinum Darm­stadt. Bayern München og RB Leipzig eru jøvn á fyrsta plássi við 36 stigum hvør. Níggju stig eru til nærm­astu eltararnar, Hoff­ en­heim og Hertha Berlin. Í sponsku La Liga hevur FC Barcelona fyribils lagt trýst á oddaliðið Real Mad­ rid, sum ikki hevur spælt hetta vikuskiftið orsak­að av finaluni um heims­meist­ara­ heitið fyri lið. FC Barcelona vann greitt 4-1 á heimavølli ímóti grannunum úr Espan­ yol og er nú einans trý stig aftanfyri Real Madrid. Luis Suarez skeyt tvey av mál­ unum, meðan Luis Suarez og Lionel Messi skutu hini bæði. Heimsmeistarakappingina fyri lið vann Real Madrid við 4-2-finalusigri ímóti jap­anska Kashima Antlers. Dyst­urin endaði uppruna­liga 2-2, men í longdu leiktíðini skeyt Cristiano Ronaldo tvey mál og fullførdi eitt hattrikk. Hetta var aðruferð, at Real Mad­rid vann HM fyri lið, sum fyrstuferð varð spælt í ár 2000. FC Barcelona hevur vunnið kappingina oftast, nevniliga tríggjar ferðir. Rumenska stórfelagið Steaua Bukarest er í upploysn, eftir at rumenski herurin hevur sett eitt nýtt Steaua Bukarest og nú fer at spæla í fjórðbestu deildini. Fyrrverandi stór­ spæl­arin Lacatus skal stjórna felagnum, sum sigur seg eiga rættindini til búmerkið og øll steyp fram til ár 2003. Umstríddi politikarin, George Becali, eigur stórfelagið, sum í løtuni er oddalið í bestu deildini, og tað er honum, ið fólk venda sær ímóti. Færri enn 100 áskoðarar vóru til dyst­in, tá ið Steaua í gjár vann 1-0 ímóti ACS Poli Timi­ soara. FCK hevur keypt serbiska miðvallaran Uroš Matić, ið er lítlibeiggi Nemanja Matić hjá Chelsea. Hann kemur úr eysturríkska felagnum Sturm Graz, og keypsprísurin var 18,6 milliónir krónur. 26 ára gamli Uroš Matić skal avloysa liðskiparan Thomas Delaney, sum á nýggjárinum skiftir til týska Werder Bremen. Av tí at einans eitt hálvt ár var eftir av sáttmálanum hjá Del­aney, fekk týska felagið hann fyri einans 15 milliónir krónur. FLOGBÓLTUR Seinasta umfar í steypa­ kapp­ingini hevur verið spælt um vikuskiftið. Við greiðum 3-0-sigri á heimavølli ímóti TB hevur Fleyr nú tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, eins og SÍ eisini kemur víðari úr bólki tvey. Úr bólki eitt hava ÍF og Ternan spælt seg víðari til hálvfinaluna. Mjøl­ nir vann annars 3-2 (20-25, 23-25, 25-17, 25-20, 4-15) ímóti ÍF fríggjakvøldið, men tepri sigurin hjá Mjølnir var ikki nóg mikið til at spæla seg víðari. Fleyr og Ternan møt­ ast í aðrari hálvfinaluni, með­an SÍ og ÍF møtast í hin­ ari. Við sannførandi 3-0-sigri ímóti Drátti hava kvinnurnar hjá Fleyr eisini tryggjað sær sæti í hálvfinaluni. Sett­ úrs­lit­ini vóru 25-17, 25-14 og 25-21. KÍF og Ternan, sum sam­an við Drátti stríðast um eitt hálvfinalupláss, skuldu upprunaliga dystast um vikuskiftið, men tann dyst­urin er útsettur til 5. jan­uar. Hini bæði liðini í hálv­fin­al­unum vera SÍ, sum vann 3-0 ímóti ÍF, og TB, sum vann 3-1 ímóti Mjølnir. Hálv­fin­al­urnar hjá kvinnum og monnum vera í høllini á Hálsi 11. februar, meðan fin­ al­urnar verða spældar tvær vikur seinni, nevniliga 25. februar. FR. ÍTRÓTT Trettanda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Tað er Hvirl­an, sum jólaaftan skipar fyri fyri renningini, sum byrjar við Tórsbreyt kl.10.00. Rennararnir kunnu velja ímillum fýra teinar: 2,5 km, 7,5 km, 11,5 km ella 30 km. Luttakaratalið plagar at liggja ímillum 60 og 80, og Hvirlan boðar frá, at tiltakið í ár er ókeypis, men at gáva kann latast til “Í menniskjum góður tokki”. HONDBÓLTUR Norsku kvinnurnar kunnu nú kalla seg evropameistarar eftir 30-29-finalusigur ímóti Hollandi frammanfyri 11.000 áskoðarum í Scandinavium Arena í Göteborg. Hálvleiks­ støðan var 15-15, og Holland hevði fýra skund til at fáa útjavnandi málið, men eitt fríkast varð lorkað burt og harvið eisini finalan. Hetta var sjeyndu ferð seinastu 10 EM-endaspølini, at Noreg vann gull. Frakland vann bronsu eftir 25-22-sigur í bronsu­dystinum ímóti Dan­ mark. Sum vanligt er eftir hvørt endaspæl, hevur evropeiska hond­bólts­sambandið um­ vegis atkvøður hjá áskoð­ar­ um kosið besta liðið í EM- kapp­ingini. Liðið sær soleiðis út: Málverji: Sandra Toft (Dan­mark), vinstri vongur: Cam­illa Herrem (Noreg), vinstri bakkur: Cristina Neagu (Rumenia), miðja: Nycke Groot (Holland), høg­ri bakkur: Nora Mørk (Nor­eg), høgri vongur: Carm­en Martin (Spania), striku­spælari: Yvette Broch (Holland), verjuleikari: Bea­ trice Edwige (Frakland) og virð­is­mikl­asti leikari: Nycke Groot (Holland). Hóast tað einans búgva 320.000 fólk í Íslandi, so hava íslendskir hondbóltsvenjarar sitið fullkomiliga á hond­ bólt­sárinum 2016. Tríggjar av fýra stórum finalum eru nevniliga vunnar av ís­lendsk­ um venjarum. Dan­mark (menn) vann OL við Guð­ mundi Guðmundsson sum venjara, Týskland (menn) vann EM við Daguri Sig­ urðs­son sum venjara og nú vann eisini Noreg (kvinnur) EM við Thorir Hergeirsson sum venjara. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at so nógvir íslendskir hondbóltsvenjarar vinna gull sama ár. - Vit eru íslendingar, og vit vita hvussu ein skal skipa eitt lið, sigur Hergeirsson við NTB. SVIMJING Óli Mortensen setti í gjár nýtt føroyskt met í 200 met­ rar firvald á stuttgeil. Metið setti hann í DM fyri lið, har hann svam teinin vði tíðini 2:02.17 og harvið betraði um gamla føroyska metið, sum hann sjálvur átti við tíð­ini 2:02.61. Eisini Magnus Ják­ ups­son var við til at seta tvey donsk met, tá ið hann í somu kapping saman við liði sínum, Farum Guns, setti nýggj met í 4x100 frí og 4x100 blandað. Tilsamans fimm føroyingar vóru við í DM fyri lið um viku­skiftið. Teir vóru Pál Joensen (Aalborg Svømme­ klub), Magnus Jákups­son (Far­um Svøm­me­klub), Alvi Hjelm (Hov­ed­stad­ens Svøm­ me­klub), Markus Joen­sen (Lyng­by Svømme­klub) og Óli Mort­en­sen (Hovedstadens Svøm­me­klub). Svimjing.com skriv­ar, at Pál Joensen vann bronsu við sínum felagi, meðan Mag­nus Jákupsson í hin­um end­a­num flutti niður saman við sín­um felagi. NÝGGJ MET Í SVIMJING Eitt nýtt føroyskt met varð sett í DM fyri lið, sum varð svomið um vikuskiftið, umframt at føroyingur var við til at seta tvey nýggj donsk met. Nú er eisini avgjørt, hvørji lið eru í hálvfinalunum í steypakappingini í flogbólti 13