Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 SVIMJING Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VANGAMYND Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 fíggj aður av vinnulívinum í býnum, og tey, sum eru børn hjá hesum vinnu lívs­ fólkunum, sleppa at ganga á skúlanum. Tá ið Alex var ung ur var skúlin tó ongantíð full settur, so hann slapp eis­ ini at ganga har. Sum aðrir dreingir í bygd­ ini, sum Alex kallar tað, so hevði hann ein fram tíð ar­ dreym. ­ Tað var at spæla fótbólt. Einki at ivast í. Um ein Brasilnari ikki upp á eitt tíð­ s punkt hevur hugsað um at blíva fótbóltsspælari, so er okkurt galið, flennur Alex. ­ Eg spældi við felagnum í Araçatuba, men inn ímill um komu størri feløg, so sum Bragantino, Ponte Preta og São Paulo, at hava roynd ar­ venjingar í býnum. Tað vóru fleiri 100 spælarar, onkuntíð 1.000, og tað bleiv bara kanska ein valdur burturúr, greiðir Alex frá. Eftir loknan fólkaskúla fór Alex at lesa ítrótt, men hann gavst aftaná eitt hálvt ár, og fór so held ur til upp­ tøku roynd á politi skúla num í São Paulo. Nógv vóru um boðið. Alex var ein av 5.000, og færri enn 300 sluppu inn. ­ Eg kláraði fram til síðsta partin, sum var ein sálar lig kanning, men hana dumpaði eg. Teir avdúka ikki hví ein dumpar, sigur Alex áðrenn konan blandar seg uppí. ­ Tað var tí tú ert crazy! Alex stóð nú á einum vega móti, og fyribils gjørdi hann av at gera tað, sum nógv ir Brasilnarar gjørdu tá í tíðini, nevniliga at fara til Portugal at arbeiða. ­ Beint tá var nógv arbeiði í Portugal, og nógv fólk úr mínum býi fóru hartil. Eg gjørdi av at royna tað í eitt ár. Eg búði í Algarve, har eg bleiv góður vinmaður við ein Brasilnara, sum var frá einum býi bara 10 kilometrar frá Araçatuba, sigur Alex. Hesin vinmaðurin gjørd­ ist serligur fyri hann. Tað var nevniliga hann, sum syrgdi fyri, at Alex kom til Føroya. ­ Ein svensk kvinna, sum búði í Føroyum, var á feriu í Portugal, og hon kom saman við hesum vinmanninum hjá mær. Hon bjóðaði honum til Føroya at arbeiða. Hann tímdi ikki væl, serliga ikki um hann skuldi avstað einsa­ mallur, greiðir Alex frá, sum síðani bjóðaði sær at fara við honum. ­ Vit hildu, at vit skuldu giftast við einari føroyskari kvinnu áðrenn vit kundu koma lógliga til Føroya. Nógvir Brasilnarar arb eiða í Japan, og har er tann reg­ lan galdandi, so tað gingu vit bara út frá, sigur Alex og legg ur afturat, at svenska kvinn an bleiv púra ovfarin, tá ið hon fann út av, at teir hildu tað. Føroyar Avgerðin var tikin. Alex Tro l eis og vinmaður hans­ ara, Jáder Alberto da Costa Lima, komu til Føroya í 2001. Teir báðir fingu arbeiði á Landingarmiðstøðini á Toft­ um, men fótbólturin var ikki heilt gloymdur, og teir fóru at royndarvenja við B68. ­ Jóannes Jakobsen var venjari tá, og teir høvdu eitt fantastiskt lið við eitt nú Fróða Benjaminsen, Hans Fróða Hansen, Øssuri Han­ sen, John Petersen, John Hera Dam, Messias, Marcelo og Mar lon. Jóannes helt okk­ um ikki vera góðar nokk, so vit fóru heldur at spæla við 2. deild, greiðir Alex frá. ­ Vit tosaðu ikki eitt orð á hvørki føroyskum ella ensk­ um. Vit arbeiddu fleiri tímar hvønn dag uttan at siga eitt einasta orð, sigur Alex. ­ Sjálvt um vit ikki tosaðu málið, so vóru fólk altíð fitt við okkum og hjálptu okkum upp á allar mátar tey kundu, sigur hann víðari. Alex og vinmaðurin búðu hjá einari kvinnu, og hon var eisini røsk at hjálpa teimum og at fáa glið á tað málsliga. Hann sigur, at hon var sum ein omma hjá teimum. Tað var tó serliga tá ið Alex møtti kvinnuni í lív­ inum hjá sær, Sóley, at glið kom á at tosa málið, sum hon tosar, nevniliga enskt. Før­ oyskt lærdi hann seg eisini spak uliga ígjøgnum Sóley, starvs felagar og umvegis fót bóltin. ­ Eg minnist, at tá ið Petur Mohr var venjari, segði hann við allar á liðnum, at teir skuldu renna eyka, um teir tos aðu enskt við okkum. Hann vildi, at vit skuldu læra før oyskt, sigur Alex. ­ Eitt annað minni frá fyrstu tíðini var, at tá ið vit gingu í bygdini, vendu fólk sær á og hugdu eftir okkum. Vit vóru jú nýggir í bygdini, men tað var løgið og tað tók eina tíð at venja seg við, sigur Alex. Árið eftir, um ársskiftið 2002­2003, komu pápin hjá Alex og bróðurin til Føroya at arbeiða. Pápin skuldi savna sær pening saman at seta húsið heima í Brasil í stand. ­ Beiggi mín, sum bara var 17 ár tá, var byrjaður at fylgjast við onkrum dreingj­ um har heima, sum vit ótt­ að ust fyri, so vit fingu yvir­ tal að hann til at koma til Føroya at arbeiða, sigur Alex. Teir báðir vóru her í átta mánaðir og fóru síðani heim­ aftur til Brasil. Alex fór eina tíð seinni at starvast á Aluplast, og tá kom av álvara ferð á tað føroyska. ­ Eg føldi hvussu lívið broytt ist tá ið eg lærdi før­ oyskt, tí vóru fólk fitt ímóti mær áðrenn, so slapp eg nú at merkja tað enn meiri, sigur hann. Familjulív Alex fann kærleikan í Før­ oy um. Hann kom saman við Sóley, sum er ættað úr Ong­ landi. Saman eiga tey bæði Dominick, sum er 12 ár, og Emily, sum er sjey ár. Alex og Sóley giftust í 2003. Alex, sum er katolikk­ ur, skuldi lúka nøkur krøv í átrúnaðinum hjá Sóley, Bahá'í, áðrenn hann fekk loyvi frá verforeldrunum at giftast við Sóley. Hann skuldi vera førur fyri at vera henni ein stuðul fíggjarliga eins væl og andaliga. Vígslan fór fram í Bahá'í­ mið støðini, sum tá var í Gunda dali í Havn, og til veitsl una vóru 120 fólk. Tað var Alex ovfarin av, tí hvørki hann ella Sóley hava stóra familju í Føroyum, og tey høvdu ikki veitslu fyri innbodnum. Gestirnir skuldu sjálvir tekna seg. Alex greiðir frá, at tey ein ans høvdu ráð at gjalda eitt av foreldrunum heim til brúdleypið, og av tí at pápin hevði verið her stutt frammanundan, so fall valið á mammuna. ­ Hon var køld heima í Araçatuba, so tú kanst ímynda tær hvussu tað var hjá henni at koma til Føroya, flenn ur Alex. Í heiminum hjá Alex og familjuni á Toftum verður ikki tosað føroyskt. Alex og Sóley tosa enskt sínamill um, meðan hann tosar portu­ gis iskt við børnini. Børn ini eru tískil væl fyri og tosa føroyskt, enskt og portu­ gisiskt, umframt at Dom­ in ick eisini er farin at læra danskt í skúlanum. ­ Sóley dugir tó væl at tosa og skriva portugisiskt. Hon lærdi spanskt í student, so tað hevur hjálpt henni nógv, men størsti munurin var tá ið Dominick bleiv føddur. Alt, sum hon segði á enskum við hann, segði eg eisini við hann á portugisiskum, so hon lærdi bara meir og meir, greiðir hann frá. Alex er fallin væl til á Toftum, har hann hevur búð í skjótt 16 ár – nærum helvt ina av lívinum. Tað er líka við, at hann kennir seg sum føroying, og hann fær eina løgna kenslu, tá ið fólk kalla hann útlending. Onk­ untíð hevur hann tó fangað seg sjálvan í at vera í sama dømandi báti sum før oy ing­ ar. ­ Um onkur útlendingur til dømis ger okkurt løgið, so plagi eg bara at flenna og hugsa “akk ja, útlendingur”, flenn ur Alex. Hann heldur ikki, at tað - Eg føldi hvussu lívið broytt ist tá ið eg lærdi før oyskt, tí vóru fólk fitt ímóti mær áðrenn, so slapp eg nú at merkja tað enn meiri Alex sum smádrongur