Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 11 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 er tann stóri mun ur in á verumátanum hjá Brasiln­ arum og før oy ing um, men á summum økjum er tó munur á. ­ Tað er munur á tí fíggj­ arliga. Her fer man ikki í ein handil at venda tingum og hugsa, at tað er ov dýrt. Her tekur man tað, man skal hava. Í Brasil er tað van ligt at hava ein langan lista og roknimaskinu við sær, sig ur hann og heldur fram: ­ Mamma mín kann gott blíva ill, tí hon ikki skilir seg inn á at eg havi brúkt peng ar upp á eitt ella annað. Og so er tað sjálvandi eis­ ini veðrið. ­ Eg eri vanur við at ganga í sandalum, shortsi og toppi, kanska serliga enntá utt an topp, og her krevst at man hevur stóran jakka og tjúkk­ ar hosir. Tað var ikki lætt at broyta tann lívsstílin. Í Brasil fer man eisini bara út at sparka, um man hevur hug, men her má man hyggja eftir veðrinum fyrst, sigur Alex. Hann viðgongur, at hann onkuntíð hugsar um hvussu tað hevði verið at flutt heim til Brasil aftur, men at hann hevur familju, vinir og arbeiði í Føroyum, at tað er her, at lívið hjá honum er beint nú. Alex og familjan ferðast til Brasil annaðhvørt ár, men sjálvur ferðast Alex eitt sindur oftari heim. Hann fer ein túr heim í januar, og í desembur næsta ár fer alt húskið. Ítróttur Hóast Alex ikki slapp upp í part á besta liðnum hjá B68 alt fyri eitt, so slapp hann framat trý ár eftir at hann kom higar. Tað var í 2004, tá ið fleiri spælarar fóru úr B68, og nakrir vórðu fluttir upp á besta liðið. Ein teirra var Alex, sum var høgri bakkur, og spældi tilsamans 131 dyst­ ir við B68. Hann gavst lutfalsliga tíð liga. Hetta var í 2008, tá ið B68 fekk nógvar nýggjar út lendingar á liðið, og Alex heldur fór at hugsavna seg um at døma. Alex hevur eisini fingist við annan ítrótt her heima. Kona hansara, Sóley, spældi flogbólt við ÍF, og so byrjaði hann eisini at spæla hendan ítróttin, sum hann hevði spælt eitt sindur av tá ið hann var ungur heima í Araça tuba. ­ Eg spældi við næst­ ella triðbesta liðnum hjá ÍF, men so spældi eg nakrar dystir við besta liðnum tað eina árið. Eg gavst aftur og spældi so ikki eina tíð, sigur Alex. Í 2010 varð flogbólts fel­ agið á Toftum, Ternan, sett á stovn, og her var Alex stovnari saman við Katrin Olsen, Helen Jacobsen og Her man Jacobsen. Alex varð valdur sum for­ mað ur, og tvey ár seinni vaks fel agið seg somikið stórt, at hann ikki hevði orkuna at vera formaður, venjari og spæl ari hvørt um annað um­ framt dømingina, arbeiði og familju. Hann valdi at leggja frá sær sum formaður, men hann spælir framvegis við li ðnum, sum í dag er í bestu deildini og hevur lands liðs­ leikararnar Trygva Hansen og Bárð Jacobsen í hópinum. ­ Vit hava eitt gott og blandað lið. Higartil hava vit spælt upp ímóti teimum bestu liðunum, so eg haldi tað er góður møguleiki fyri at liðið verður enn betri, heldur Alex um liðið hjá Ternuni, sum í løtuni er á triðja plássi í meistaradeildini og hevur spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Umframt vanliga flog­ bólt in, so hevur Alex eis ini umboðað Føroyar í strand­ ar flogbólti. Hetta var á Ber muda í 2013, har hann og liðfelagin Jens Heri Mortensen vunnu ein dyst. Harumframt hevur Alex eis ini spælt á higartil einasta før oyska landsliðnum í fut­ sal, ið er eitt slag av inn an­ dura fótbólti. Hendan kapp­ ingin var í Grønlandi á vetri 2013, har hann og Jens Erik Rasmussen stóðu á odda fyri liðnum, sum spældi tríggjar dystir ímóti grønlendska lands liðnum. Føroyar vann fyrsta dystin 8­6, men tapti síð ani hinar báðar. Døming Í dag er Alex helst best kend­ ur sum dómari í Effodeild ini. Leiðin hjá honum byrjaði í smáum longu stutt eftir at hann kom til Føroya. ­ Eg plagdi at fara við Rúna Gaardbo sum hjálpar­ dómari, men fyri eini 10 árum síðani fór eg á dómaraskeið og byrjaði sjálvur at døma, greiðir Alex frá, sum byrjaði við at døma í 2. deild hjá monn um og 1. deild hjá kvinn um. ­ At byrja við var tað fyri stuttleikar og fyri at fáa eitt sindur av lummapengum, men mær byrjaði at dáma tað betur og betur, og upp á ein máta eri eg eisini per fekt­ iónist og vildi gera tað so gott sum møguligt. Eg fann út av, at har var okkurt at fara eftir. Eg hugsaði ongantíð Effo deildina, men bara at eg skuldi taka eina deild í senn, sigur hann. Hann vann seg upp á næsta stig og fekk sín fyrsta dyst í næstbestu deildini í 2009. ­ Eg minnist enn eygleið­ ingina frá tí dystinum, har eygleiðarin skrivaði, at her var møguliga ein dómari fyri framtíðina, sigur Alex. Síðani gingu tvey ár til hann kom upp á hægsta stig­ ið, og 23. mei 2011 dømdi hann sín fyrsta dyst í Effo deild ini. ­ Eg var kanska ikki heilt, heilt góður, men eg var stab­ ilur, og tað gekk ongantíð skeiva vegin, sigur Alex, sum fekk 11 dystir fyrsta árið og 15 dystir annað árið, men í fjør av álvara fekk sítt gjøg num­ brot í dømingini. Hann varð nevniliga útnevndur sum FIFA­dómari og fær nú javn­ an altjóða uppgávur. Alex viðgongur, at hann var eitt sindur heppin, tá ið hann varð útnevndur sum FIFA­dómari. Dagfinn Forná, sum áður hevur verið til nevnd ur, var givin, meðan Rans in N. Djurhuus, sum eis­ ini hevur verið tilnevndur, var skaddur. Tí varð Alex tilnevndur í septembur í fjør, og í desembur varð hann útnevndur. Fyrsta uppágva hansara var ein mini­kapping ímill­ um U17­landslið, men stutt eftir fekk hann boð um at døma Champions League­ undandyst ímillum Santa Col oma úr Andorra og Alash­ kert úr Armenia. Herfyri var aftur Champions League á skránni, tó í U19, har hann leiddi dystin ímillum stór­ feløgini Manchester City og FC Barcelona. ­ Allir dystirnir hava ging­ ið ordiliga væl, og eg havi fing ið góðar afturmelding­ ar, so nú er bara at arbeiða víð ari, sigur Alex, sum fyri tveimum vikum síðani varð afturvaldur sum FIFA­dóm­ ari. Tað er nevniliga ikki nak­ að vart heiti at vera FIFA­ dómari. Hann er uttanlands til skeiðir og royndir, og fyrr í ár rann hann 21,7 í bip­ test í Sveis. Hetta var meira enn eitt nú ein Bundesliga­ dómari kláraði í somu roynd­ ini. Á skeiðum uttanlands hitt ir Alex javnan kendar menn innan dómarayrkið. Eitt nú kunnu nevnast Pier­ luigi Collina og Nikola Rizz­ oli, umframt at hann er blivin góð ur vinmaður við Prem ier League­dómaran Robert Mad ley, sum fyri góðari viku síðani dømdi stórdystin ímill um Manchester United og Tottenham. Hóast tað stundum kann vera rokaligt at vera dómari, so dámar Alex væl at døma. ­ Tað er ein góð kensla, tá ið man hevur gjørt okkurt rætt og fær rós fyri at hava tik ið eina stóra og rætta av­ gerð, heldur Alex. ­ Men tað kann eisini vera trupult. Tað snýr seg um at vera sálarliga sterkur og at fyrireika seg væl – at kenna liðini, hvussu tey spæla og at fyribyrgja trupulleikum. Feilir koma altíð at henda fyrr ella seinni. Tað er at koma víðari frá teimum og ikki hugsa um teir, serliga ikki í dystinum, tí onkuntíð kemur tú at hanga upp á tað, og so blívur tað bara enn verri. Tað snýr seg um at læra av feilunum og spyrja seg sjálvan “hví hendi hatta?”, sigur Alex Troleis at enda. albinus@sosialurin.fo - Eg eri vanur við at ganga í sandalum, shortsi og toppi, kanska serliga enntá utt an topp, og her krevst at man hevur stóran jakka og tjúkk ar hosir Barndómsheimið hjá Alex í Brasilia Føroysk dómarakvartett í Champions League Alex og vinmaðurin, Premier League-dómarin Robert Madley