Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Ígjár endaði EM-endaspælið í kvinnuhond- bólti. Kvinnuhondbóltur á altjóða støði er framúr gott sjónvarpsundirhald, og vit kunnu fegn ast um, at tvey norðurlond vóru við heilt har frammi í oddinum. Noreg vann EM við einum teprum 30-29 sigri á Niðurlondum, og Danmark endaði á einum heiðurligum fjórða plássi. Allur hondbóltsheimurin hevur há virðing fyri norska kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum gjøgnum 30 ár hevur vunnið 26 EM, HM og OL-heiðursmerki, harav 12 gull- heið ursmerki. EM-gullið norsku kvinnurnar fingu um hálsin var tað sjeynda EM-gullið hjá norska kvinnulandsliðnum. Tað eru tó tær niðurlendsku kvinnurnar, sum hava vunnið tey flestu hondbóltshjørtuni. Fyri fáum árum síðani var niðurlendska kvinnulandsliðið bert eitt undirmiðal landslið í Evropa. Tær høvdu ongantíð verið í námind av einum heið ursmerki, og afturi í søguni vóru nøkur 8. pláss, 9. pláss og 10. pláss við EM og HM- endaspøl tey frægastu úrslitini. Men nið- ur lendska hondbóltssambandið legði eina langtíðarætlan. Talentarbeiðið bleiv ment í Nið ur londum, og tað var farið grundigt til verka. Til HM-endaspælið fyri einum ári síðani gav niðurlendska langtíðarætlanin úrslit. Niður lond komu allan vegin í HM-finaluna, men taptu 23-31 til Noreg í finaluni. Í OL-enda- spælinum í Rio í Brasil í summar komu nið ur- lendsku kvinnurnar í bronsufinaluna, har tær taptu stórt 26-36 til Noreg. Hetta var fyrstu ferð niðurlendsku kvinnurnar vunnu seg í eitt OL-endaspæl. Í EM-finaluna ígjár vóru tær ikki langt frá at koppa norsku kvinnunum í EM-finaluni í Gøteborg. Niðurlendska lang tíð- arætlanin eigur at verða ein fyrimynd, og eitt lýsandi dømið um hvussu ein við langsiktaðum arbeiði kann fáa eitt undirmiðal landslið at hevja seg heilt upp í fremstu røð. Ein má boyggja seg í dustið fyri íslendskum hond bóltsvenjarum. Ígjár vann norski lands- liðsvenjarin, Þórir Hergeirsson sítt sætta gull- heiðursmerkið, sum venjari hjá norska kvinnu- landsliðnum. Þórir Hergeirsson hevur vunnið trý EM-gull, tvey HM-gull og eitt OL-gull, sum norskur landsliðsvenjari. Í 10 endaspølum hjá íslendska landsliðsvenjaranum er tað bara hent einaferð, at Noreg ikki hevur vunnið heið ursmerki. Fyri lítlum ári síðani gjørdist stóra hondbóltsstjóðin, Týskland EM-vinnari í manshondbólti. Tað var við íslendskum venj- ara. Dagur Sigurðsson, sum førdi Týskland til EM-gull vitjaði í Føroyum fyri stuttum, og undirstrikaði, at tað er eingin vansi, at verða ein ”lítil” hondbóltstjóð, men kann tvørturímóti gagnnýtast rætt. Guðmundur Guðmundsson hevur prógvað tað sama. Sum íslendskur lands- liðsvenjari vann hann OL-silvur í 2008, og í summ ar gjørdi hann eitt ordans bragd, tá hann, sum danskur landsliðsvenjari førdi Danmark til OL-gull. Í Danmark verður ofta tikið til: ”Er de små, så er de raske”, og tað eru sannleiksorð í al tjóða hondbólti. Niðurlendska langtíðarætlanin og íslendsku gullvenjararnir KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tvey leikaraskifti vóru kunngjørd sunnudagin. Tað eru ÍF og EB/Streymur, sum hava styrkt hópar sínar við leikarum, sum vit kenna væl í føroysku landskappingini ARNBJØRN VENDIR HEIM Danjal av Rana 30 ára gamli Arnbjørn T. Hansen er farin aftur til barndómsfelagið. Hann hev­ ur seinastu tvey kapp ing­ ar árini spælt við HB, men skaðar hava darvað hon­ um. Tað gjørdust einans 23 dystir og 8 mál hesi bæði árini. Hann spældi sín fyrsta dyst í føroyskum vaksna­ mannafótbólti í 2003, tá í næstbestu deildini. Síðani hevur hann spælt 208 í bestu deildini og skora 131 mál, meðan hann hevur spælt 33 dystir í steypakappingini og skorað 25 mál fyri EB/ Streym. Umframt at spæla við besta liðnum hjá EB/Streymi, sum komandi kappingarár skal spæla í bestu deildini, skal Arnbjørn T. Hansen vera partur av venjaratoyminum hjá Heðini Askham. ÍF hevur knýtt senegal­ esiska Ndende Adama Guéye at sær. 33 ára gamli senegal­ esarin kom til Føroya í 2008 og hevur í Føroyum spælt við B68, TB og KÍ. Hann hevur spælt 246 dystir hesi árini og skorað 35 mál. Afturat Ndende eru Jákup Andrias Gaardbo og Niels Pauli Danielsen komnir til ÍF úr ávíkavist NSÍ og KÍ.