mánadagur 19. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
3
1. Hey Arnbjørn, hvussu
hevur økslin tað?
Hey, hon hevur tað fínt. Tað gong
ur framá. Eg veit ikki nær eg kann
spæla. Gangi til kanningar og hon
skal eisini uppvenjast aftur.
2. Tú hevur skift aftur til
barndómsfelagið, hví?
Tað er ymsikt ting, sum gera tað.
Fam iljan er eitt og at tað liggur
betri fyri at venja við Margáir. Eg
arbeiði í Havn, so tað fer við nógv
ari tíð, um eg eisini skal venja í
Havn. Nú kann eg um ikki
annað fara heim fyrst.
3. Var tað ein
løtt avgerð?
Bæði og. Eg hevði tað
fínt í HB, men tað er eis
ini deiligt at koma heima
aftur. Tað var mil lum HB
og EB/Streym.
4. Ert tú vónbrotin
av tíðini í HB?
Ja, tað má eg nokk siga.
Tveir alvorligir skaðar,
men tað er so ikki nakað,
sum eg kann gera nakað
við. Eg ætlaði mær at
vinna FM og kanska
onkra
steypakapping,
men tað bleiv ikki til
nakað.
5. Liðið hevur ikki somu
styrki, sum vit hava sæð
fyrr. Fert tú at hjálpa til í
verjupartinum eisini?
Hatta havi eg ikki hugsað um, men
tað vænti eg ikki. Eg eri tann sum
eg eri og eg eri á vøllinum fyri at
skjóta mál. So hatta við verju
partinum mugu hinir taka sær av.
Vikan ið fór
Noreg vann EM í hondbólti
sunnukvøldið, tá norsku
kvinnurnar vunnu 30-29 á
Hollandi í finaluni.
30 ára gamli Arnbjørn Hansen
skiftir úr HB aftur í blá/svørtu
troyggjuna hjá EB/Streymi. Tað
var har, hann byrjaði yrkisleiðina
í 2004. Hann hevur skorað 162
mál fyri EB/Streym.
Ndende Adama Guéye skiftir
frá TB til ÍF. Hetta er fjórða
felagið hjá senegalesiska
leikaranum. Síðani hann kom
til Føroya í 2008 hevur hann
umboðað B68, TB og KÍ.
Kvinnurnar hjá Kyndli halda jól
ovast í Hvonndeildini. Tær hava
20 stig, meðan Neistin á øðrum
plássi hevur 18 stig.
Heini Vatnsdal hevur longt
sáttmálan við Fremad Amager,
sum spælir í næstbestu donsku
deildini.
Teit Jacobsen er á veg til
SønderjyskE. HB og danska
felagið eru samd um ein prís,
so nú er tað upp til spælaran at
semjast við danska felagið.
Hóskvøldið varð tað endaliga
avgjørt, at suðuroyggin skal
umboðast av einum felags liðið
í vaksnamannadeildunum. Í
øllum trimum feløgunum, TB,
VB og Royn, var stórur meiriluti
fyri at leggja feløgini saman.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk...
Navn: Arnbjørn T. Hansen
Aldur: 30
Ítróttur: Fótbóltur (EB/Streymur)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1) Nikolaj Køhlert. 2) Theodor. 3)
Sumba. 4) Grønar blusur og svartar brøkur. 5)
Videodøming og fjórði útskiftarin í eykatíðini.
6) U18-venjari hjá HB. 7) Riyad Mahrez. 8) Jákup
Mikkelsen frá 2001 til 2003.
ÍTRÓTTARMYNDIN
1
Hvussu eitur fyrrverandi Liverpool-spælarin, sum
farna kappingarár spældi við NSÍ, men nú hevur skift
til Valur.
2 Øll kenna vit Arnbjørn T. Hansen, men hvat stendur T.
fyri?
3 Tey trý fótbóltsliðini í Suðuroynni hava lagt saman.
Hvussu æt fjórða liðið, sum endaliga fór í søguna í
2010?
4 Hvørjum litum skal nýggja felagsliðið í Suðuroynni
spælast í?
5 Tvey slóðbrótandi ting vóru roynd í HM-kappingini
fyri klubblið, sum Real Madrid vann sunnudagin.
Hvørji vóru tey?
6 Jan Dam, sum varð koyrdur sum venjari í HB í heyst
hevur fingið nýtt starv. Hvar?
7 Hvør spælari vann í farnu viku heiðurin sum ársins
spælari í Afrika?
8 Sonni Ragnar Nattestad hevur skrivað undir sáttmála
við Molde. Hvørjir aðrir føroyingar hava umboðað
norska felagið?
Real Madrid er heimsins besta fótbóltsfelag