mánadagur 19. desember 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KVINNUHONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Júst sum mansliðini í FTZ-deildini,
so eru tey seks kvinnuliðini í
Hvonndeildini somuleiðis farin í
vetrarsteðg. Verður hugt eftir
stigatalvuni, so tykist nærum
ongin ivi at vera um, at liðini, sum
hava vunnið øll meistaraheitini
seinastu seks árini, Neistin og
Kyndil, eisini fara at stríðast um
gullheiðursmerkini
í
hesum
kappingarárinum.
Annar
av
venjarunum
hjá
føroyska
kvinnulandsliðnum, Andreas F.
Hansen, er samdur í hesum pá
standinum.
– Tað er næstan ongin ivi um,
at Kyndil og Neistin skulu spæla
FM-finalurnar. Kappingin higartil
hevur víst, at hesi liðini eru tey,
sum eru nógv best fyri. Tað skuldi
undrað meg ógvuliga nógv, um hesi
liðini ikki verða tey, sum bresta
saman í finaluni. Bæði liðini eru
væl fyri kropsliga, og tey hava
eisini betri breidd enn hini liðini.
Harafturat hava bæði Kyndil og
Neistin sera góðar málverjar, sigur
landsliðsvenjarin um liðini, ið
væntandi skulu spæla FM-finalur
sínamillum í 2017, eins og tey hava
gjørt seinastu árini.
Síðani 2011 hava neistakvinnur
vunnið heili fimm meistaraheiti,
meðan Kyndil hevur vunnið tað
eina. Sostatt er eyðsæð, at Neistin
hevur verið sterkara høvuðs
staðarfelagið í føroyskum kvinnu
hondbólti seinastu árini. Nú liðini
eru farin í vetrarsteðg er tað tó
Kyndil, sum er tvey stig fram
manfyri Neistan. Her skal tó eisini
havast í huga, at kyndilskvinnur
hava spælt ein dyst fleiri enn
neistakvinnur.
Er
styrkismunurin
ímillum
liðini minkaður?
– Eg meti framvegis, at Neistin
er eitt sindur frammanfyri Kyndil.
Neistakvinnur hava fleiri royndir
enn kyndilskvinnur, ið hava eitt
sera ungt lið. Tó hevur Kyndil
staðið seg væl, tá ið hugsað verður
um, at nakað av fólki er mist síðani
í fjør. Her hugsi eg til dømis um
Marionnu Geirsdóttir Eystberg,
ið fór til VÍF. Men samanumtikið
er líkt til, at tað kann blíva heilt
spennandi ímillum hesi liðini, sigur
Andreas F. Hansen.
VB á heiðursmerkjakós
Á bronsuplássi í Hvonndeildini er
VB, sum hevur ment seg í mun til
farna kappingarár. Tá var tað ikki
fyrr enn í seinasta leikumfarinum,
at tað eydnaðist vágbingum at lyfta
seg frá aftasta plássi við sigri yvir
Stjørnuni. Í dag hevur VB 12 stig, og
seks stig eru upp til seinna fin
aluplássið, so nakrar føroyameist
aravónir skulu tær úr VB neyvan
gera sær, men heiðursmerkja
møguleikin er avgjørt til staðar,
heldur landsliðsvenjarin.
– Stóri munurin er, at VB hevur
vunnið dystirnar ímóti Stjørnuni
og StÍF. StÍF hevur VB annars havt
stórar trupulleikar av seinastu
árini, men nú er StÍF viknað
rímiliga nógv, so tí kundi verið
væntandi, at VB fór at fáa fleiri
stig í mun til í fjør. Seinastu árini er
blivið roknað við, at VB fór at spæla
við í oddinum, men tað hevur ikki
veruliga eydnast. Í ár hevur VB
avgjørt ein góðan møguleika at
vinna heiðursmerkir, men tað
verður nokk ikki meira enn tað,
sigur Andreas F. Hansen.
Stigaúrtøkan hjá StÍF hevur
verið sera soltin, tí í 11 dystum hava
strandingar bert tiltuskað sær fýra
stig, og tískil er StÍF aftast í deildini
saman við Stjørnuni. StÍF manglar
tó týdningarmiklar profilar.
–
Orsakað
av
barnsburði
manglar StÍF Fríðrún Danielsen og
Rebekku Justinussen, sum eru
tveir avgerandi leikarar fyri StÍF.
Hetta eru leikarar, sum helst høvdu
verið við í landsliðshópinum, tá ið
vit
spældu
HM-undankapping
herfyri, sigur Andreas F. Hansen.
Landskappingin
farin fyri VÍF
VÍF styrkti seg væl og virðiliga
undan kappingarársbyrjan. Tráð
anin hjá vestmenningum var at
spæla við um føroyameistaraheitið
í ár, men millum annað spæla væl
skjótandi
navnarnir,
Marianna
Holm
Jacobsen
og
Marianna
Geirsdóttir
Eystberg,
ikki
við
aftur í hesum kappingarárinum
orsakað av álvarsligum skaðum.
Harafturat hevur liðið eisini mist
aðrar leikarar, og hetta hevur sæst
aftur á úrslitunum hjá VÍF, ið er á
einum lunkaðum fjórða plássi við
átta stigum. Andreas F. Hansen
heldur, at VÍF skal fara eftir
steypakappingini ístaðin.
– Tað vóru góðar vónir til VÍF
í ár, men liðið hevur verið sera
hart rakt av skaðum. Fyri teirra
viðkomandi er landskappingin í
ár farin. Steypakappingin byrjar
tó í januar, og spurningurin er, um
VÍF fáa Liljuna Djurhuus og Agnas
Olsen, sum báðar hava átt, aftur á
liðið. Koma tær tað, og nakrar av
teimum ungu taka seg fram, so
kann VÍF møguliga gera eitt hál í
steypakappingini.
Framtíðar stjørnur
í Stjørnuni
Síðani seinasta meistaraheitið í
2010 hevur Stjørnan verið í einum
úrslitarligum aldudali. Soleiðis er
eisini í ár, tí klaksvíkskvinnur halda
jól og nýggjár á aftasta plássi. Vón
er tó fyri framman, tí liðið er ungt
og ungdómsarbeiðið í felagnum
gott, heldur Andreas F. Hansen
– Stjørnan hevur eitt sera ungt
lið. Harumframt hevur felagið
góð lið í Gentum 17 og Gentum
14, so megnar Stjørnan at halda
fast í góða ungdómsarbeiðnum,
fáa spælararnar á besta liðið og
hava góðar venjarar, so síggi eg
møguleikar í Stjørnuni. Stjørnan
hevur fleiri góðar, ungar leikarar,
ið kunnu koma langt. Í seinastuni
haldi eg eisini, at avrikini hjá
liðnum eru blivin betur, sigur
Andreas F. Hansen at enda.
Landsliðsvenjarin hjá føroysku hondbóltskvinnunum, Andreas F.
Hansen, metir, at lítil ivi er um, hvørji lið spæla FM-finalurnar í
komandi ári
HØVUÐSSTAÐARFELØGINI
ERU BEST FYRI
StÍF-Stjørnan 19-19 (8-11)
StÍF: Ninna Katrin Johansen 5, Guðrið Poulsen 4, Birna T. Johannesen
4, Ansy Sevdal 3, Poula D. Berg 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Anna B.
Danielsen 1.
Stjørnan: Hervør Olsen 5, Jansy Jacobsen 3, Sonja Lava Sirdal 2, Tóra
Eliasen 2, Durita Ljósstein 2, Una Olsen 2, Judith Hansen 1, Jórun B.
Nielsen 1 og Mina Lava Sirdal 1.
VB-Kyndil 26-30 (15-18)
VB: Bára K. Mortensen 7, Danijela Mistric 5, Maria H. Weyhe 4, Gurið
K. Augustinussen 4, Rúna M. Jacobsen 3, Helga Kjærbo 2 og Barbara
K. Hjelm 1.
Kyndil: Súna K. Hansen 7, Anna Brimnes 7, Bjarta O. Johansen 6,
Turið Arge 6, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 1 og Guðrið G.
Eystberg 1.
Andreas F. Hansen, landsliðsvenjari hjá kvinnum
LANDSLIÐSVENJARIN: