mánadagur 19. desember 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Eftir 54 spældar dystir og 2917
mál er FTZ-deildin nú farin í
vetrarsteðg. Tríggir teir seinastu
dystirnir hesumegin 2017 blivu
spældir leygardagin, tá ið tey bæði
fremstu, H71 og VÍF, vunnu ímóti
teimum báðum aftastu, StÍF og
Team Klaksvík, meðan dysturin
í Kollafirði ímillum tveimum av
avbjóðarunum til finaluplássini,
KÍF og Kyndil, endaði við javnleiki.
Vit hava prátað við Birgir
Hansen, hjálparvenjara á A-lands
liðnum, ið sigur sína hugsan um
kappingarárið higartil.
H71 er sterkast
Oddaliðið í FTZ-deildini er H71, sum
hevur vunnið 25 av 30 møguligum
stigum í hesum kappingarárinum.
Í fjør vóru hoyvíkingar fullkomiliga
suverenir í grundspælinum, men tó
fáa teir harðari kapping í ár, heldur
Birgir Hansen.
– Ongin ivi er um, at H71 er
sterkasta liðið í deildini í løtuni.
Áðrenn kappingina varð eisini
mett, at H71 fór at vera ímillum tey
heilt fremstu. Tó hevur H71 eisini
tapt nøkur stig á vegnum, og tað
vísir, at kappingin er vorðin javnari,
enn hon hevur verið undanfarin
ár, sigur Birgir Hansen, ið tó leggur
afturat:
– Tað skal havast í huga, at H71
hevur havt sera nógvar skaðar til
nakrar av stuðulsleikarunum, og
hetta mátti so merkjast á onkran
hátt.
Um orsøkirnar til, hví H71
stendur seg betur enn hini, peikar
landsliðsvenjarin á breiddina og
ungu leikararnar hjá H71, sum hava
tikið við, tá ið tørvur hevur verið á
tí.
– H71 hevur góða breidd og
fleiri spælarar at taka av enn hini
liðini. H71 tolir skaðar betur enn
hini, og harafturat hava fleiri av
leikarunum, sum eru komnir inn
á liðið hjá hoyvíkingum í ár, heilt
ungir. Tað er flott, at teir ungu hava
avrikað so væl, sum teir hava, sigur
Birgir Hansen.
Vestmenningar hava
staðið seg væl
Undan hesum kappingarárinum
misti VÍF bæði málmannin, Niklas
Simonsen, og bakspælaran, Áka
Egilsnes, sum vóru til Danmarkar
at royna seg. Fleiri av eldru
leikarunum, Sámal Joensen, Heini
Hanusarson og Agnar Joensen eru
eiheldur byrjaðir aftur, men kortini
er VÍF á finaluplássi, nú liðini eru
farin í vetrarsteðg.
– Eg hevði ikki væntað, at VÍF
í vetrarsteðginum fór at liggja á
næstfremsta plássi. Tað tekur sína
tíð at spæla eitt nýtt lið saman
aftur, men samanumtikið hava
avrikini hjá VÍF verið góð. VÍF
hevur tó ein rættiliga smalan hóp
og spælir ofta við teimum somu
leikarunum allan dystin á tamb.
Eisini hevur VÍF havt onkrar
skaðar, ið hevur gjørt sítt til, at
útskiftingarnar hava verið fáar,
sigur Birgir Hansen.
Hann væntar tó, at onkur av
áðurnevndu, rutineraðu leikarun
um byrja aftur.
– Eg verði ikki bilsin, um tveir-
tríggir nýggir leikarar byrja aftur
í VÍF eftir jól, sigur Birgir Hansen.
Avbjóðararnir eru
ov óstøðugir
Nummar trý og fýra Í FTZ-deildini
eru KÍF og Kyndil, sum eru
nærmastu avbjóðararnir til seinna
finaluplássið í deildini. Avrikini
hjá hesum liðum eru ov óstøðug,
heldur Birgir Hansen.
– Hesi bæði liðini hava leik
ararnar til at spæla seg á eitt
finalupláss, men tey eru bæði ov
óstøðug. Har manglar rútma í, tí
at avrikini eru heilt góð onkrar
dystir, men í øðrum dystum kunnu
avrikini vera, serliga hjá Kyndli,
av tramanum til. Um avrikini ikki
blíva støðugari, so koma hvørki
Kyndil ella KÍF í nakra finalu.
Tað er upp til teir sjálvar á hesum
liðum, tí bæði liðini kunnu bjóða av
við støðugari avrikum.
Neistin kann mennast
Neistamenn eru nummar fimm
við 14 stigum og fara neyvan at
bjóða av í nøkrum finalustríði í ár.
Teir eru ov óstøðugir, men tó eru
spennandi menningarmøguleikar
hjá neistamonnum.
– Neistin kann ikki bjóða av í
finalustríðnum. Fyrst og fremst eru
neistamenn eiheldur nóg støðugir.
Viðhvørt ger Neistin alt møguligt
gott, men ov ofta koppar alt hjá
teimum.
Tó
hava
neistamenn
rættiliga fitt av ungum spælarum,
ið spæla nógv. Men hinvegin er liðið
hjá Neistanum kanska tað, sum
kann mennast mest komandi árini,
tí har eru fleiri leikarar, sum um
nøkur ár kunnu manna eitt heilt
gott lið, sigur Birgir Hansen.
Breiddin vantar hjá
strandingum
StÍF er næstaftast og á sætta plássi.
Hópurin hjá strandingum er lítil, og
hetta sæst aftur á úrslitunum.
– StÍF hevur ikki serliga nógv
fólk at taka av. Eg havi sæð nakrar
dystir hjá StÍF, millum annað
tann leygardagin ímóti H71. StÍF
hevði væl kunnað vunnið hendan
dystin, men av tí, at StÍF í ov
stóran mun spælir við teimum
somu bakspælarunum allan dyst
in, so gerast hesir moyrir ímóti
dystarenda. Persónligu feilirnir
blíva ov nógvir síðstu løtuna, og
tað hevur eyðkent strandingar,
at teir megna at vera góðir í 45
minuttir, men ikki ein heilan dyst.
Strandingar tykjast at mangla
orku ta síðstu løtuna, sigur Birgir
Hansen um avrikini hjá StÍF í
hesum kappingarárinum.
Sama søga í Klaksvík
Team Klaksvík er framvegis eitt
rættiliga nýtt hondbóltsfelag, og
tað sæst eisini aftur á gongdini hjá
klaksvíkingum í fremstu deildini,
har teir nærum á hvørjum ári eru
at finna á einum greiðum, aftasta
plássi. Birgir Hansen saknar fram
gongd hjá Team Klaksvík.
– Eg hevði ynskt, at eg hevði
kunnað sagt, at framgongd var í
Team Klaksvík, men ta framgongd
ina síggi eg tíverri ikki. Fleiri av
leikarunum hava spælt í bestu
deildini í trý-fýra ár, og eg haldi, at
menningin hevur verið ov lítil.
Sjónlig framgongd hevur ikki verið
at sæð, so har má okkurt broytast.
Eg havi ikki sæð Team Klaksvík
vant, men sum heild tykist liðið ikki
at orka nóg væl, sigur Birgir Hansen
at enda.
H71 hevur bestu breiddina, VÍF hevur staðið seg betur enn væntað
og framgongd er ikki at hóma í Team Klaksvík. Birgir Hansen,
hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, tekur samanum
kappingarárið í FTZ-deildini higartil, nú liðini eru farin í vetrarsteðg
H71 TOLIR
SKAÐARNAR
MANSHONDBÓLTUR
KÍF-Kyndil 18-18 (10-11)
KÍF: Fríði Weyhe 5, Rúni Joensen 3, Ási Dam 3, Frederik Sørensen
2, Andrias Nielsen 2, Rógvi Weyhe 1, Jákup Trygvason 1 og Teitur
Joensen 1.
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Hørður Fannar Sigtórsson 3, Tummas
Pauli Hanusarson 3, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen 1,
Kristoffur Kristoffersen 1 og Josef Abrahamsen 1.
StÍF-H71 21-24 (11-11)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan Norðberg 6, Pætur Johansen 4,
Borgar Persson 2 og Pætur Joensen 1.
H71: Hilmar Leon Jakobsen 10, Dánjal Tórgarð 6, Sigmundur Nolsø
2, Hans Kári Hansen 2, Vilhelm Poulsen 2, Pætur Thomsen 1 og Bogi
Gaard Davidsen 1.
LANDSLIÐSVENJARIN
Birgir Hansen, landsliðsvenjari