Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Seinni bleiv hann loystur úr sáttmálanum við FC Midtjylland. Byrjaði yrkisleiðina sum háskúlanæmingur Sonni Ragnar Nattestad skifti á sumri í 2012 frá 07 Vestur í Føroyum til danska felagið, FC Midtjylland, har hann slapp at spæla við U19 liðnum. Eina tíð frammanundan vóru eg og Filip Djordjevic til royndar­ venjing hjá FC Midtjylland. Tað gekk tó long tíð áðrenn eg frætti nakað aftur, og eg minnist at eg plagdi at spyrja mammu viðhvørt, um vit høvdu frætt nakað frá FC Midtjylland aftur. Tað kom ein fyrispurningur nokkso langa tíð aftaná, at eg hevði verið har niðri. Teir spurdu um eg hevði hug at spæla fótbólt á U19 liðnum hjá teimum, umframt at taka háskúla í Ikast. Eg fór avstað, og soleiðis byrjaði yrkisleiðin hjá mær uttanlands, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá. Sonni Ragnar Nattestad spældi hálvtannað ár á U19 liðnum hjá FC Midtjylland, áðrenn hann gjørdist ov gamal til U19 liðið. Men tað hálvtannað árið sum hann spældi við felagnum, sannførdi hann so mikið, at hann aftaná eitt ár í felagnum, skrivaði undir ein fimm- ára sáttmála við FC Midtjylland, har hann var fluttur fast upp á besta liðið at venja. Miðverjin minnist eisini at tað gekk sera væl hjá honum tað fyrsta árið, sum hann spældi á besta liðnum hjá FC Midtjylland. Fyrsta árið á Superliga liðnum gekk væl. Eg fekk nøkur innhopp, og byrjaði tríggjar dystir. Eisini var eg tann eina dystin valdur á ”liðið hesa vikuna” í Superliguni, so byrjanin var framúr, greiðir frynt­ ligi miðvíkingurin frá. Ársins leikari í AC Horsens Á sumri í 2014 legði FC Midtjylland nógv fyri í fyrireikingunum undan kappingarárinum. Felagið hevði tá ongantíð vunnið danska meistaraheitið, og mett var, at hetta kundi vera gylta árið. Tí vóru dýrir profilar keyptir inn á liðið, og hetta gekk útyvir Sonna Ragnar Nattestad, sum hevði lítil útlit fyri spælitíð. Hann hevði tá eina samrøðu við venjaran, Glen Riddersholm, sum greiddi honum frá, at hann vildi útleiga føroyska verjuleikaran. Fáar vikur aftaná var nýggja felagið hjá Sonna Ragnari funnið, tá AC Horsens, sum tá spældi í næstbestu donsku deildini, leigaði føroyska verjuleikaran. Í AC Horsens gekk framúr væl hjá føroyska verjuleikaranum, har hann skjótt taldist millum favo­ rittarnir hjá áskoðarunum. Tað gekk so mikið væl, at áskoðararnir hjá AC Horsens, stutt undan jólum, valdu føroyska verjuleikaran sum ársins leikara fyri tað hálvárið sum hann spældi fyri felagið. Men tíðin í AC Horsens var stutt. Tað endaði heldur brádliga við AC Horsens. Eg fekk boð frá Midtjylland um, at teir fóru at hava brúk fyri mær komandi hálvárið, greiðir landsliðsmiðverjin frá. Hann byrjar í januar mánaði í 2015 at venja aftur við FC Midt­ jylland. Tó er alt ikki sum lovað. - Eg vandi har í tveir mánaðir, áðrenn eg sá, at útlini fyri spælitíð ikki vóru soleiðis, sum teir høvdu lovað, tá teir kallaðu meg innaftur. Eg hevði tí aftur eina samrøðu við Glen Riddersholm, sum vildi leiga meg og tveir aðrar leikarar til Vejle, fortelur Sonni Ragnar Nattestad. Forelskilsi og heimlongsulin Tíðliga í 2015 varð Sonni Ragnar Nattestad tí leigaður út frá FC Midtjylland til Vejle BK, har hann STIG Á LEIÐINI