mánadagur 19. desember 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Reykjavík, september 2016. Tal
entskótin hjá Molde FK í Noregi
er farin til Íslands at hyggja eftir
dystinum millum Víking Reykjavík
og Fylkir. Hann hevur fingið boð
frá kenda venjaranum hjá Molde
FK, Ole Gunnar Solskjær, um at
hyggja eftir álopsleikaranum hjá
Víkingi Reykjavík.
Áleyparin er tó lítið eyðsýndur
undir dystinum. Hann fær ikki eitt
bein til jørðina, tí hann verður so
væl vardur. Dysturin endar við 2-2
javnleiki, men allíkavæl er tað ein
annar leikari, sum skarar burturúr
undir dystinum.
Tá dysturin er liðugur, ringir
talentskótin til Ole Gunnar Sol
skjær og sigur. ”Skít verið við has
um áleyparanum sum tú hevði í
skjáttuni, men eg havi funnið
nýggja verjuleikaran hjá okkum.
Hann spældi á mótstøðuliðnum í
dag. Hann eitur Sonni Ragnar
Nattestad og kemur frá Føroyum.
Hann er akkurát tað, sum vit
manglað á okkara liðið í Noregi. Er
stórur
og
sterkur,
umframt
vinstrabeintur”. Aftursvarið sum
hann fær í horninum er, at hetta
mugu teir fara at kanna nærri.
Ongantíð merkt
slíkan áhuga
Tað er heitt og fjálgt í stovuni
heima hjá Sonna Ragnar Nattestad í
Miðvági, har hann er komin heim at
halda jólafrítíð. Landsliðsmiðverjin
greiðir frá hvussu talentskótin
og Ole Gunnar Solskjær fortaldu
honum søguna um, hvussu teir
løgdu
føroyska
verjuleikaran
tilmerkis undir dysti millum Víking
Reykjavík og Fylkir í september
mánað í ár.
Síðani greiðir hann frá, at
talentskótin fáar vikur aftaná var
til staðar í Lettlandi, har Føroyar
vunnu 2-0, umframt at talentskótin
saman við Ole Gunnari Solskjær
vóru til staðar á leikvøllinum í Sveis
í november, har Føroyar taptu 2-0.
Endin var, at Sonni Ragnar
Nattestad aftaná dystin móti Sveis
varð boðin yvir til Noregs, har hann
skuldi hyggja eftir umstøðunum
hjá Molde FK.
Eg havi ongantíð merkt ein
slíkan áhuga, sum eg merkti frá
Molde FK, tá eg kom yvir har. Teir
greiddu mær og umboðsmanninum,
Jákup í Stórustovu, frá, at teir
gjarna vildu hava fatur á mær. Og
tá vit merktu at áhugin var so
stórur, gekk skjótt. FH vildi ikki
seta seg í vegin fyri einum so
stórum møguleika, og fyrst í
seinastu viku, skrivaði eg undir
sáttmála við Molde FK, greiðir
Sonni Ragnar Nattestad frá.
Miðvingurin sigur eisini at hann
hevur havt nógvar samrøður við
heimskenda venjaran hjá Molde
FK, Ole Gunnar Solskjær, sum
hevur stórt álit á føroyska leik
aranum.
Eg havi samskift nógv við Ole
Gunnar undan skiftinum. Hann
hevur sagt við meg, at eg eri
keyptur inn sum fyrsta val til
verjuna, og hann hevur eisini sagt
við meg, at hann skal gera meg til
mann sum fótbóltsspælara. Eisini
hevur hann sagt, at hann sær meg
sum ein leikara, sum verður í Molde
FK í tvey til trý ár, áðrenn at eg skal
seljast víðari til okkurt størri felag.
So hetta er ein fantastiska spenn
andi møguleiki hjá mær, sigur
Sonni Ragnar Nattestad.
Kennir seg meira búnaðan
Somu møguleikar sá danska fel
agið, FC Midtjylland eisini í før
oyska verjuleikaranum, sum tó fyri
hálvum øðrum ári síðani varð
loystur úr sáttmála sínum við
danska felagið.
Sonni Ragnar Nattestad sigur, at
hann bæði er meira búgvin nú sum
persónur til at fara avstað, umframt
at hann nú hevur eina damu og eitt
barn, sum er frálíkur stuðul hjá sær,
tá hann kemur heim frá venjingum
og frá dystum.
Í mun til tá eg spældi í Danmark,
har eg ongan hevði at koma heim
til, so er tað broytt nú. Tað hevur
gjørt stóran mun í Íslandi, at eg nú
havi Lillian og sonin Romeo at
koma heim til. Eisini hava Gunnar
Nielsen og unnustan hjá honum
verið frálíkur stuðul hjá mær í
Íslandi, sigur Sonni Ragnar Natte
stad og leggur afturat:
Tað
kendist
meira
hart
í
Danmark, tí at eg var nógv yngri tá
og nógv meira óbúgvin. Av tí sama
vóru tað fleiri løtur, har eg hevði
ein heilt ótrúligan heimlongsul,
sum eisini var høvuðsorsøkin til at
eg steðgaði sum fótbóltsspælari
niðri í Danmark, sigur Sonni
Ragnar Nattestad.
Eftir landsdystin móti Grikka
landi á Tórsvølli, fór Sonni Ragnar
Nattestad ikki aftur til Danmarkar.
Sonni Ragnar Nattestad, sum í seinastu
viku var seldur til norska felagið Molde FK,
greiðir frá, at Molde upprunaliga fór yvir til
Íslands at hyggja eftir áleypara, sum føroyski
landsliðsleikarin dekkaði. Molde FK droppaði
áleyparan og keypti heldur føroyska
verjuleikaran. Sonni Ragnar Nattestad ætlar
at Molde FK bert skal vera eitt fet á leiðini.
MOLDE ER EITT
FÓTBÓLTUR
SONNI RAGNAR NATTESTAD: