mánadagur 19. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. desember 2016 · Nr. 146
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
gjørdist liðfelagi við føroysku
landsliðsleikararnar,
Viljormur
Davidsen og Jóan Símun Edmunds
son.
Hálvárið í Vejle BK byrjaði ikki
sum ætlað fyri miðvingin, tí tað
gekk eitt sindur av tíð, áðrenn hann
fekk bitið seg fastan á liðið.
Eg haldi at tað gingu eini fimm
ella seks dystir, áðrenn eg fekk
møguleikan fyri at byrja inni á
liðnum. Tá eg so fekk møguleikan
tók eg av honum, og spældi allar
teir dystirnar, sum vóru undan
summarsteðginum. Eg minnist eis
ini, at tað gekk serstakliga væl
beint áðrenn summarsteðgin, sum
var beint undan heimadystinum
móti Grikkalandi hjá Føroyum. Tá
kendi eg meg betri fyri enn nak
rantíð, sigur Sonni Ragnar Natte
stad.
Í ekstasuni eftir sigurin móti
Grikkalandi, broyttist lívið hjá
Sonna Ragnari. Tá møtti hann
damuni, Lillian, og tey byrjaðu tá at
blíva par.
Tað var tí ein lítið hugaður Sonni
Ragnar Nattestad, sum skuldi møta
inn aftur til venjing í Vejle BK
aftaná summarsteðgin í 2015. Hann
hevði havt eitt frálíkt summar
heima í Føroyum, har Føroyar fyrst
høvdu vunnið á heimavølli móti
Grikkalandi, og har hann síðani
hevði fingið unnustu heima í
Føroyum.
Forelskilsi og heimslongsul vóru
eisini høvuðsorsøkin til at sam
starvið millum Vejle BK og Sonna
Ragnar Nattestad brádliga á sumri
í 2015 steðgaði.
Eg minnis,t at eg møtti inn aftur
saman við liðfeløgunum í Vejle, og
eg kendi meg slett ikki motiveraðan.
Eg vildi bara sleppa heim aftur til
Føroyar, tí eg hevði heimlongsul. Tá
hevði eg ongan at koma heim til
aftaná venjing. Alt kendist bara
ótrúliga einsligt, greiðir Sonni
Ragnar Nattestad frá.
Hann gjørdi tí av tíðliga í juli
mánað í 2015 at steðgað samstarvið
við Vejle BK, steðga sáttmálan við
FC Midtjylland og flyta til Føroyar
aftur, hóast hann alla tíðina hevði
ætlanir um at fara uttanlands
aftur.
Hørð tíð sálarliga
einki felag at hava
Men tað at sleppa avstað aftur
uttanlands dró út hjá Sonna
Ragnari, sum var í Føroyum í
útvið fimm mánaðir, áðrenn hann
skrivaði sáttmála við nýtt felag.
Sonni Ragnar Nattestad greiðir frá,
at tíðin har hann einki felag hevði
var hørð sálarliga.
Tað var sjálvandi ein hørð tíð
mentalt, at einki felag hava. Eg fekk
fleiri tilboð ta tíðina, men føldi ikki
at nakað av teimum var tað rætta
fyri meg. Hóast ákoyringarnar
vóru nógvar og miðlarnir skrivaðu
nógv um, at eg ikki spældi nakra
staðni, má eg takka mínum um
boðsmanni, Jákup í Stórustovu,
sum alla ta tíðina var ein fan
tastiskur stuðul hjá mær, og ein av
høvuðsorsøkunum til at eg alla
tíðina helt motivatiónini uppi,
sigur Sonni Ragnar Nattestad.
Landsliðsmiðverjin heldur áfram
at spæla á landsliðnum, men til
venjingarlandsdystin móti Kosovo
er tolið uppi. Nú skal miðvingurin
spæla regluliga.
Hevði ov nógva fráveru í FH
Hálvt ár eftir at sáttmálin í Dan
mark var steðgaður – um miðjan
januar í ár – varð nýggja felagið
hjá honum klárt. Miðverjin gjørdist
tá liðfelagi við Gunnar Nielsen
í íslendska felagnum, FH. Hóast
hann væntaði at hann skuldi
sleppa at spæla nógv, var tað ikki
soleiðis við spælitíð, sum hann
hevði ætlað sær áðrenn.
Venjarin hjá okkum í FH gekk
ótrúliga høgt upp í, at tú var til
staðar hvørja tí einastu ferð til
venjing. Og eg má tað púra erliga
viðganga, at eg misti ov nógv í
uppstartinum tá eg var har yviri.
Vit fingu sonin Romeo stutt eftir,
at eg var komin til Íslands, og var eg
tí heima í Føroyum saman við
Lillian, tá hon átti. Eg misti tá nógv,
og stutt eftir at eg var komin yvir
aftur til Íslands, gjørdist eg eisini
skaddur, soleiðis at eg ikki fór við
liðnum á venjingarlegu áðrenn
kappingina, greiðir Sonni Ragnar
Nattestad frá.
Fann spæligleðina
aftur í Fylkir
Fráveran var eisini høvuðsorsøkin
til, at spælitíðin ikki var soleiðis
sum ætlað var frammanundan
hjá Sonna Ragnar í FH. Ímóti
summarinum í ár, spurdi Sonni
Ragnar tí venjaran hjá FH, um
hann ikki kundi sleppa at leigast
út til eitt annað íslendskt felag.
Men venjarin svaraði, at hann fór
at hava brúk fyri honum. Hann
fekk tó ongantíð brúk fyri honum,
og síðst í juli fekk Sonni Ragnar
grønt ljós frá FH um, at hann kundi
leigast út til annað íslendskt felag.
Hann varð tá leigaður út til
Fylkir, sum lá langt undir niður
flytingarstrikuni í bestu íslendsku
deildini. Í tíðini í Fylkir, fann Sonni
Ragnar av álvara spæligleðina fram
aftur, har hann slapp at spæla
hvønn einasta dyst, og har venjarin
trúði serstakliga nógv uppá seg.
Tað var eisini í júst Fylkir, at
nýggja felagið hjá Sonna Ragnari,
Molde FK, á fyrsta sinni bar eyga
við evnaríka føroyska verjuleikar
an.
Molde eitt fet á leiðini
Sonni Ragnar Nattestad byrjar
í Molde eftir nýggjár., Sambært
bæði miðvinginum sjálvum og
venjaranum hjá Molde, Ole Gunnar
Solskjær, skal Molde bert verða eitt
fet á leiðini hjá evnaríka føroyska
verjuleikaranum, sum sjálvur met
ur, at hann kann koma langt innan
fótbóltin.
– Eg ætli mær at koma so langt
sum yvirhøvur møguligt, og eg ætli
at Molde FK bert skal vera eitt fet á
yrkisleiðini hjá mær, sigur blídligi
Sonni Ragnar Nattestad at enda
heima í stovuni í Miðvági.
Eftir eina umskiftiliga yrkisleið
er dreymurin, at fáa fótin fyri seg í
altjóða fótbólti. Tað krevur nógv av
einum ungum manni, men nú
hevur
landsliðsmiðverjin
tær
royndirnar, ið skulu til. Hann veit
hvat bíðar honum í Molde. Ole
Gunnar Solskjær veit hvat tað er
fyri ein ungur miðvingurin, sum
kemur úr flúgvarinum á nýggj
árinum. Saman kunnu teir heilt
víst røkka langt.
andre@sosialurin.fo
Faktaboks
Navn: Sonni Ragnar Nattestad:
Føðidato: 05-08-1994
Felag: Molde
Feløg higartil: MB, 07 Vestur, FC Midtjylland,
AC Horsens, Vejle BK, FH, Fylkir, Molde FK
Fótbóltsliga fyrimynd: Sergio Ramos