mánadagur 19. desember 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
19
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
øll vælkomin at søkja sær heilsubót á
stovninum.
Hann vísir á, at førleikarnir hjá
HNLFÍ eitt nú fevna um læknar,
sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar,
føðsluráðgevar, vøddamýkjarar, nála
viðgerðarar (akupunktur), og stovn
urin hevur serfrøði á fleiri økjum innan
sínar viðgerðir.
– Vit hava góðar baðiumstøður
við svimjihøll og uttandura svimjihyli,
og her er heitt guvubað, bløðrubað
og lekibað. Vit hava eisini ymisk við
gerðarrúm og fimleikarrúm.
Ingi Þór Jónsson sigur, at HNLFÍ
eisini hevur leirbað, sum ger, at vødd
arnir hvíla, eins og baðið hevur linn
andi ávirkan á pínu í rørsluskipanini.
– Leirbaðið hevur gagnliga ávirkan
á psoriasis og aðrar trupulleikar við
húðini.
Vakra náttúran kring Hveragerði
er eisini partur av aktivitetunum, og
skipað verður fyri gongutúrum fyri
fólki, sum koma á stovnin.
Heilsan – egin ábyrgd
Á HNLFÍ verður arbeitt í toyum, har
nógvir ymiskir førleikar og fakkunn
leikar veita fólki ta hjálp og vegleiðing,
sum hvør einstakur hevur brúk fyri.
– Tað, sum vit vilja, er, at fólk
skulu taka ábyrgd av egnari heilsu,
og hetta er í stuttum okkara slagorð
á stovninum - ella sagt á íslendskum:
”Berum ábyrgð á eigin heilsu”.
Ingi Þór Jónsson sigur, at HNLFÍ vil
hjálpa teimum, sum koma á stovnin til
stytri ella longri uppihald, ávegis fram
ímóti einum betri og sunnari lívi - alt
eftir, hvat útgangsstøðið er.
– Vit lurta eftir tørvinum hjá tí
einstaka - antin talan er um sálarligar,
likamligar ella sosialar tørvir og
trupulleikar. Tað snýr seg um at fremja
og halda uppi einum vanligum og
heilsugóðum lutfalli millum persónin
sjálvan og umhvørvi, sum viðkomandi
er í - og at frema verju av likami og
sál móti einum og hvørjum formi fyri
vánaliga heilsu og sjúku.
Marknaðarleiðarin sker út í papp
og sigur, at viðgerðin á HNLFÍ byggir á
málrættaða rørslu, sunnan mat, lætta
og hvíld, og stovnurin arbeiðir í fullum
samsvari við Heimsheilsustovnin um
betran av heilsu og sunna menning.
Heilsugóður kostur
Vikublaðið hevði høvi at vitja Heilsu
stovn Náttúrulæknafelag Íslands í
Hveragerði frá fríggjadegi til mánadag
- ella í tríggjar dagar og nætur.
Á stovninum er stór og vælskipað
matarhøll, og gott pláss er millum
borðini. Umhvørvið í matarhøllini
er hugnaligt, og tú situr væl. Hóast
mong sita til borðs í senn, er friður
yvir umhvørvinum.
Tú fært skjótt eina kensu av, at
her tímir tú veruliga at njóta góða
og spennandi matin eina stund. Á
miðgólvinum stendur stóra sjálvtøku
borðið, og gott pláss er um borðið,
soleiðis at fleiri sleppa til í senn.
Skjótt sært tú, at her er alt sunnur
og heilsugóður matur, og her er stórt
úrval av vistfrøðiligum grønmeti og
ymiskum grønmetisrættum.
Grønmetið verður dyrkað í vakst
rarhúsum í Hveragerði, sum er ein
týðandi partur av konseptinum hjá
HNLFÍ.
Fyrsta dagin, vit ótu døgurða í
Hveragerði, fingu vit fiskafrikadellur
sum høvuðsrætt, og hesar gagnaðust
frálíka væl. Vit fingu eisini góða súp
an og ørgrynni av góðum og væl
smakkandi salatum.
Maturin, sum verður borðreiddur
í køkinum, byggir ikki minst á urtir,
fullkorn og grovbreyð. Tú fært eisini
egg og onkrar mjólkavørur. Hinvegin
verður dentur lagdur á minst møguligt
salt, mettaða fiti og sukur.
Breyðið verður bakað í køkinum,
og økologiska grønmetið, salatir og
kryddaríir koma úr vakstrarhúsunum
í Hveragerði.
- Kjøt er ikki á matarskánni, men
fiskur er tvær ferðir um vikuna. Hin
vegin eru nógvar mjólkarvørur. Vit
bjóða ikki kaffi, men heldur te, gjørt
úr íslendskum lekiurtum.
Eisini kostráðgeving
Ingi Þór Jónsson sigur, at fólk, sum
koma á stovnin, hava eisini møguleikar
at fáa ráðgeving um kost, og hvussu
góður kostur kann tilgerast.
– Vit hava eisini havt føroyingar á
Heilsustovni Náttúrulæknafelag Ís
lands, og nú verður so høvi hjá bólkum
úr Føroyum at koma higar nakrar
ferðir um árið saman við føroyskum
ferðaleiðara. Á stovninum hava vit ein
heilan hóp av starvsfólki við flestu
hugsandi førleikum at taka ímóti før
oyingum, sigur marknaðarleiðarin hjá
HNLFI.
Tey, sum vilja vita meira um heilsu
stovnin í Hveragerði í Íslandi, kunnu
eisini hyggja á heimasíðuna www.
hnlfi.is
vilmund@sosialurin.fo
Í dag fevnir HNLFÍ um eitt rættiliga stórt øki við nógvum
túsund fermetrum til ymiskar heilsuaktivitetir og
heilsutænastur. Umframt nakrar hugaligar íbúðir, hevur
stovnurin í dag 86 einmanskømur og 32 tvímanskømur
Her eru góðar baðiumstøður við svimjihøll og uttandura svimjihyli, og her er heitt guvubað, bløðrubað og lekibað.
Leirbað, sum HNLFÍ eisini hevur, hevur gagnliga ávirkan á psoriasis og aðrar trupulleikar við húðini