mánadagur 19. desember 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
18
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Føroyingar
eru vælkomnir
at søkja sær
heilsubót í Íslandi
– Vit lurta eftir tørvinum hjá tí einstaka - antin talan er um sálarligar, likamligar ella sosialar
tørvir og trupulleikar. Okkara ynski er eisini at geva pláss fyri øðrum enn teimum, sum læknar
í Íslandi ávísa til okkara, sigur marknaðarleiðarin á HNLFÍ í Hveragerði í Íslandi
Vilmund Jacobsen
V
ikublaðið vitjaði fyrr í heyst
Heilsustovn Náttúrulæknafelag
Íslands (HNLFÍ) í Hveragerði.
Hetta er ein viðurkendur stovnur,
sum hevur røtur heilt aftur til juli
mánaða í 1955. Tað var íslendski
læknin, Jonas Kristjansson, ið legði
lunnar undir stovnin, sum í byrjanin
hevði pláss fyri 40 fólkum í senn, sum
komu at søkja sær heilsubót.
Sum árini gingu, gjørdist stovnurin
meira og meira eftirspurdur, og bæði
stovnur og umhvørvið er eisini vorðið
størri og størri.
Í dag fevnir HNLFÍ um eitt rætti
liga stórt øki við nógvum túsund fer
metrum til ymiskar heilsuaktivitetir og
heilsutænastur.
Umframt nakrar hugaligar íbúðir,
hevur stovnurin í dag 86 einmans
kømur og 32 tvímanskømur.
Tá Vikublaðið vitjaði, fingu vit høvi
at búgva í góðari og hugnaligari íbúð
við køki og stovu saman, wc við góðari
brúsu og góðum tvímanskamari.
2000 fólk um árið
Tað eru serliga kommunulæknar í Ís
landi og íslendska sjúkrahúsverkið,
sum senda fólk við ávísingum til
heilsustovnin í Hveragerði, og soleiðis
koma fleiri enn 1600 fólk til ymiska
heilsubót um árið.
Men, læknaávísingarnar eru nakrar
hundrað fleiri enn hesi 1600 fólkini,
ið læknar meta kunnu njóta gott av
viðgerðum og heilsubót á stovninum.
Heilsustovnur Náttúrulæknafelag
Íslands ynskir tó eisini at geva pláss
fyri øðrum enn teimum, sum læknar
og sjúkrahús í Íslandi skriva ávísingar
til, og tí sleppa ikki øll á stovnin, sum
fáa ávísing.
Ingi Þór Jónsson er marknaðar
leiðari hjá HNLFÍ, og hann sigur, at tey
gjarna vilja, at føroyingar eisini fáa lut
í teimum tilboðum og møguleikum,
sum stovnurin kann veita.
Fyri stívliga trimum árum síðan
var marknaðarleiðarin í Føroyum
saman við stjóra og yvirlækna og
deildarleiðara
fyri
sjúkrarøktar
frøðingar á HNLFÍ, og tá høvdu tey
almennan kunningarfund um stovnin
í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
– Hveragerði liggur 40 kilometrar
úr Reykjavík, og vit venda okkum eisini
til føroyingar, sum vilja njóta lívið í
heilsugóðum umhvørvi. Her bjóða vit
føroyingum bestu umstøður, róligt
umhvørvi, tætt samband við náttúr
una, heilsugóðan mat og góðar við
gerðir - alt eftir, hvørjir heilsutørvirnir
hjá hvørjum einstøkum eru.
Ingi Þór Jónsson sigur, at steðgurin
í Hveragerði kann verða tørvi, og
vanliga steðga fólk úr einar viku upp
í seks vikur.
– Á HNLFÍ eru umleið 100 fólk,
sum eru klár til tína tænastu, og
her hava vit alt frá hjartalækna og
sjúkrarøktarfrøðingum til roynd fólk,
sum veita tænastur í fóta-og handa
røkt. Eitt uppihald hjá okkum gevur
fólki við ymiskum heilsutrupulleikum
møguleikar at læra nýggjar og skila
góðar leiðir innan eitt nú kost, rørslu
og svøvn.
Fleiri enn 2000 fólk koma soleiðis
til endurbúgvingar hjá HNLFÍ á hvørj
um ári.
Hava bestu umstøður
Ingi Þór Jónsson leggur dent á, at
Heilsustovnur Náttúrulæknafelag Ís
lands ynskir at ganga á odda innan
fjølbroyttar og alternativar viðgerðar
tænastur.
– Vit ynskja at hjálpa so mong
um, sum vit kunnu røkka eftir eitt
nú viðgerðir á sjúkrahúsi - við fram
haldandi endurbúgving og endur
menning, bæði tá ræður um likamligar
og sálarligar viðgerðir, og annars eru
Ingi Þór Jónsson er marknaðarleiðari hjá Heilsustovni
Náttúrulæknafelag Íslands (HNLFÍ) í Hveragerði
– Á Heilsustovni Náttúrulæknafelag Íslands hava vit ein heilan hóp av starvsfólki við flestu hugsandi
førleikum at taka ímóti føroyingum, sigur marknaðarleiðarin, Ingi Þór Jónsson