Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 41

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 17 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Í slendingar eru rættiliga frammar­ laga á nógvum økjum, og soleiðis er eisini innan kost, heilsu og heilsu­ bót. Fyri meira enn seksti árum síðan stovnaði íslendskur lækni ein heilsu­ depil, sum byrjaði í smáum, men sum í dag hevur umleið 100 fólk á lønar­ lista og veitir ein heilan hóp av heilsu­ tænastum. Øll hesi fólkini, sum eru alt frá lækn­um, sjúkrarøktarfrøðingum, vødda­mýkjarum og øðrum heilsu­fólk­ um til vanlig arbeiðsfólk, eru til tæn­ astu hjá teimum fleiri enn 2000, sum á hvørjum ári søkja sær heilsubót av ymiskum slagi á stovninum. Heilsustovnur Náttúrulæknafelag Íslands (HNLFÍ) í Hveragerði, sum stovn­urin kallast, bjóðar eisini føroy­ ingum vælkomnum til Íslands at søkja sær heilsubót. Fýra túrar Tað eru eisini føroyingar, sum hava vitjað stovnin og ein teirra, sum hevur verið í Hveragerði nakrar ferðir, er Poul Jákup Thomsen á Skarvanesi, sum eisini er virkandi umboðsmaður hjá stovninum í Føroyum. – Vit hava nú lagt fýra túrar til Íslands til rættis fyri 2017, harav hin fyrsti túrurin verður í døgnum, 7.-16. apríl. Poul Jákup Thomsen vísir á, at HNFÍ er elsti heilsustovnur í Íslandi, og hetta er ein viðurkendur stovnur. – Við einari vitjan á HNFÍ er púra vist, at fólk koma betri uppløgd og sunnari heimaftur, samstundis sum tey tá hava lært at taka ábyrgd av egnari heilsu, ið er sjálvt slagorðið hjá stovninum í Hveragerði. Hann vísir á, at nú fýra túrar eru lagdir í fasta rammu fyri 2017, er ein vitjan á heilsustovninum, flættað við einari gevandi og forvitnisligari ferð í Íslandi, ein kærkomin møguleiki hjá føroyingum. – Við føroyskum ferðaleiðara og uppihaldi á heilsustovninum, er av­ gjørt lagt upp til ein einastandandi túr í Íslandi. Heilsa og upplivingar Poul Jákup Thomsen sigur, at umstøð­ urnar á heilsustovninum í Hveragerði eru í heimsflokki, og her verður skipað fyri gongutúrum, eins og etið verður sunt hvønn einasta dag. – Tá vit koma upp á pláss, verður kunning um stovnin og um tær mongu tænasturnar, sum stovnurin kann veita - alt eftir, hvørjir einstøku tørvirnir eru. Hann sigur, at á ferðini verður eis­ ini høvið til shoppingtúr í Reykjavík og konserttiltak í Hørpuni. – Ætlanin er eisini at vitja í Vest­ mannaoyggjunum, og tað er ein lutfalsliga stuttur túrur við ferju út í oyggjarnar. Vit koyra nakrar kilometrar úr Hveragerði, og síðan tekur tað umleið hálvan tíma við ferjuni og út í Vestmannaoyggjar. Kærkomin møguleiki Poul Jákup Thomsen heldur, at møgu­leikin at flætta sera góðu um­ støðurnar á heilsustovninum við út­ ferðir í nærumhvørvinum, eigur at vera ein kærkomin møguleiki hjá før­ oy­ingum. – Fólk, ið vilja vita meira um teir møguleikar, ið eru á heilsustovninum, eru vælkomin at venda sær til mín á tlf. 21112, sigur Poul Jákup Thomsen. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá heilsustovninum www.hnlfi.is Kom við á heilsudepil í Hveragerði í Íslandi – Vit hava nú lagt til rættis fýra túrar fyri føroyingar til Heilsustovn Náttúrulæknafelag Íslands (HNLFÍ) í Hveragerði, sigur Poul Jákup Thomsen, sum umboðar depilin í Føroyum – Við føroyskum ferðaleiðara og uppihaldi á heilsustovninum, er avgjørt lagt upp til ein einastandandi túr í Íslandi, sigur Poul Jákup Thomsen – Tá vit koma upp á pláss í Hveragerði, verður kunning um stovnin og um tær mongu tænasturnar, sum stovnurin kann veita - alt eftir, hvørjir einstøku tørvirnir eru