mánadagur 19. desember 2016síða 53
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
5
vønn dag fara vit til verka. Hvønn
dag gera vit okkara besta. Fyri
býin. Fyri kommununa. Fyri felags-
skapin. Virka og kenna, at vit gera
mun. Og júst tann kenslan er katalysatorurin
fyri okkara virkishug og ger, at tað gevur
so góða meining at arbeiða fyri Tórs havnar
kommunu. Hvønn dag at virka, virða og
skapa. Hvønn dag at merkja gøturnar livna,
síggja tað stetla og tita við fólki, hoyra tað
guva í smiðjunum og kenna roykin av ný-
kókaðum kaffi úr koppunum í butikkunum.
Og tess meiri, vit kýta okkum, tess betri er
tað fyri heildina, og hana taka vit í álvara. Tí
at arbeiða fyri Tórshavnar kommunu er longri
enn frá hondini í munnin. Vit byggja fram-
tíðina. Av Vaglinum út á Glyvursnes, úr Kolla-
firði suður á Snobbhill og av Hoyvíkshólmi
heim í kioskina hjá Astu. Her er fakliga
vítt til veggja og høgt til loftið, og her dámar
okkum at vera. Eitt dygdargott arbeiði hjá
okkum er ein dygdargóð tænasta til felags-
skapin. Tað er rættiliga einfalt. Tí øvuta finna
vit okkum ikki í. Soleiðis er at arbeiða fyri
Tórshavnar kommunu, og tú ert vælkomin við.
Av Hoyvíkshólmi heim
í kioskina hjá Astu
H