Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 6 Týdningarmesta tilfeingið á Jobmatch Síðan 2008 hava vit havt Jobmatch. Tað er avbera týdningarmikið, at høvuðs­staðurin hevur nakað at bjóða okkara ungdómi at koma heim­aftur til aftaná útbúgving. Her er Job­match besta tiltak fyri at hava áhald­andi dialog við okkara ungdóm. Her hitta fyritøkur og stovnar lesandi føroy­ ingar og útisetar til at umrøða fram­ tíðar størv í Føroyum. Jobmatch er ein roynd at gera nakað ítøkiligt fyri at framsøkin ar­ beiðs­pláss fáa umsøkjarar við røttu førleikunum, til gagns fyri allar partar. Endamálið er at geva útisetum og leiðandi føroyskum fyritøkum og stovn­um høvi at knýta bond, og sam­ skifta um møguleikarnar heima í Før­ oyum. Kommunan luttekur tí sjálvandi og fegnast um møguleikan at hitta útsetar til eitt prát. Vit luttaka í Jobmatch, tí vit vilja hava útisetar og onnur við góðum førleikum at flyta til kommununa. Sum øll onnur samfeløg er Tórshavnar kommuna hvørki meira ella minni enn teir borgarar, sum búgva og virka her. Tess fleiri, dugnaligari, royndari og virkisfúsari íbúgvarnir eru, tess sterkari er kommunan, og tess betur brynjað er hon at møta framtíðini. Týdningarmesta tilfeingið í fram­ tíðini er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skal høvuðsstaðurin á øllum økjum gerast so attraktivur sum gjørligt og kunna bjóða tilflytarum góðar sømdir. Kommunan vil samstundis nýta høvið til at koma á tal við útisetar – at hoyra beinleiðis frá útisetum, hvat skal til fyri at gera kommununa attraktiva at flyta aftur til. Kommunan arbeiðir støðugt við at fáa fleiri alternativar bústaðar­ møguleikar. Vit ynskja eisini at knýta bond til útisetar – føroyingar ella fólk við aðrari bakgrund. Kommunan ynskir at gerast ein partur av lestrar­ til­gongdini og fáa lesandi at skriva upp­gávur og verkætlanir í samstarvi við kommununa. Í kanningum hevur kommunan fing­ið staðfest, at fremstu fortreyt­ irnar fyri trivnaði í framtíðini eru bú­skaparvøkstur og fólkavøkstur. Bú­skaparvøkstur og eitt sunt og dynam­isk vinnulív er við til at skapa tann góða býin. Í dag verður búskapar­ vøksturin í stóran mun skaptur av vitan, hugskotum, lærdómi, virkis­ roynd­um og áræði. Hetta, at tryggja fólkavøkstur, fyri at vit kunnu hava framhaldandi menning í samfelagnum, er størsta av­bjóðingin nú og í framtíðini. Kommunan ynskir at bjóða teimum, íð umhugsa og ynskja at flyta til kommununa, vælkomnum higar. Eitt gott og livandi íverksetaraumhvørvi er ein sera týðandi fortreyt fyri at skapa framburð í samfelagnum. Vit vilja tí saman við øllum møgu­ ligum øðrum góðum kreftum frá vinnulívi, arbeiðsmarknaði og vitanar­ stovnum royna at arbeiða við ítøki­ ligum handlingsætlanum. Vit vilja skapa bestu fortreytir fyri, at fólk kunnu flyta heim at skapa nakað saman við okkum. Tí tey eru okkara týdningarmesta tilfeingi. Okkum vantar støðugt samskifti um framtíðar menning, og harvið eisini um, hvussu kommunan á bestan hátt kann menna teir karmar, okkara skapandi fólk skal virka innanfyri. Tann dialogin fáa vit eisini á Jobmatch. Heðin Mortensen, borgarstjóri