mánadagur 19. desember 2016síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
16
Fyrireika teg til at
selja teg sjálvan
- Fyritøkurnar eru á Jobmatch fyri at selja seg sjálvar sum arbeiðspláss, men tær halda eisini eyga við,
hvørji fólk eru til tiltakið og hvørji hóska seg til eitt starv, sigur Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Vinnuhúsið er umboð fyri Føroya
Arbeiðsgevarafelag og ymisk onnur
vinnugreinafeløg, sum halda til í
Vinnuhúsinum. Soleiðis sæð er tað
ikki ein fyritøka sum so, men fáur
hevur betri innlit í føroyska arbeiðs
marknaðin enn júst Vinnuhúsið.
Á Jobmatch roynir Vinnuhúsið fyrst
og fremst at knýta samband millum
tey lesandi og føroyskar fyritøkur.
– Vinnuhúsið hevur havt bás
á Jobmatch í nógv ár, tí vit halda,
at báðir partar fáa nakað burtur
úr tiltakinum. Vit halda, at tað er
týdningarmikið hjá okkum at vísa
andlit og at práta við lesandi, bæði
í Føroyum og uttanlands. Endamálið
hjá okkum á Jobmatch er at vísa, hvat
føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur at
bjóða, sigur Jórun Gardar.
Eitt ítøkiligt amboð, sum Vinnu
húsið nýtir, er heimasíðan leinkjan.
fo. Á henni kunnu fyritøkur skráseta
ymiskar uppgávur, sum tey ynskja, at
onkur lesandi loysir ella skrivar fyri
fyritøkuna. Samstundis kunnu lesandi
skráseta seg og seta seg í samband
við fyritøkurnar.
– Á hendan hátt knýta vit samband
millum tey lesandi og fyritøkurnar og
geva teimum lesandi ein ítøkligan
møguleika at arbeiða fyri fyritøkurnar,
sigur hon.
Vinnuhúsið umboðar nógvar ymis
kar vinnugreinar og tí er tað eitt gott
stað at steðga til eitt prát.
– Vit umboða bæði handilsvinnu,
KT-vinnu, samskiftisvinnuna, ali- og
fiskivinnuna og nógvar aðrar, og
kunnu tí greiða frá, hvørjir starvs
møguleikarnir eru innan nógvar ymisk
ar vinnur. Vit uppliva ofta, at fólk
koma til okkara og spyrja, hvussu tey
kunnu nýta sína útbúgving í Føroyum
og so greiða vit frá og ráðgeva um
eina møguliga starvsleið, sigur Jórun
Gardar.
Hon sigur, at nógv fólk hava vitjað
básin hjá Vinnuhúsinum hini árini.
– Hóast vit einki ítøkiligt starv
hava at bjóða fólkum í ár, so greiða
vit gjarna frá møguleikanum fyri
starvsvenjing ella lestrarstørvum. Vit
hava javnan lesandi í starvsvenjing og
halda, at tað gevur bæði okkum og
teimum nakað, sigur hon.
– Vit síggja, at Jobmatch gevur
nakað til báðar partar. Tað er eitt
upplagt høvi hjá arbeiðsgevarum
at koma í prát við føroyingar, sum
eru undir lestri, og fáa íblástur frá
teimum. Fleiri fyritøkur enn nakrantíð
áður hava teknað seg til í ár, og tað
vísir, at fyritøkurnar halda, tað gevur
meining at vera við og at nýta tíð upp
á tiltakið, sigur Jórun Gardar.
Hon hevur trý ráð til tey lesandi,
sum fara á Jobmatch:
– Fyrst, bílegg eitt JobPrát, so tað
er klárt á tímatalvuni beinanvegin.
Síðani, halt teg framat, set spurningar,
ikki halda teg aftur. Fyritøkurnar eru
á Jobmatch fyri at koma í prát við
teg, so far yvir og práta. Og seinast,
fyrireika teg til at fortelja, hvat tú
dugir. Tað er eitt sindur óføroyskt,
men fyritøkurnar vilja vita, hvat tú
hevur at bjóða. Fyrireika teg tí til at
selja teg sjálvan. Fyritøkurnar skulu
selja seg sjálvar, men tær fylgja eisini
við, hvørji fólk eru á stevnuni og hvørji
høvdu hóska seg til teirra, sigur Jórun
Gardar.