Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-19, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. desember 2016síða 65

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016 17 Vitjið okkum á bási nr. 24 S U N D A K O M M U N A Lestrarstarv á Teknisku deild Sunda kommuna er ein nýggj kommuna, eftir at seks kommunur løgdu saman til Sunda kommunu í 2005. Sunda kommuna er stór í vavi, og fevnir um 11 bygdir. Nógv virksemi er á tekniska økinum. Um starvið Uppgávurnar til lestrarstarvið eru spennandi og avbjóðandi. Umframt at vera partur av gerandisdegnum og málsviðgerðini í Teknisku deild, kann lestrarstarvið gerast týðandi partur av arbeiðinum, at gera uppskot til nýggja byggisamtykt fyri Sunda kommunu, at gera uppskot til býarplan fyri Sunda kommunu ella gera sýnistøku-, innaneftirlits- og rakstrarætlanir fyri vatnverkini hjá kommununi. Um teg Tú ert lesandi og ynskir at sameina hægri lestur og eitt viðkomandi lestrarstarv. Vit ynskja at tú ert undir útbúgving sum arkitektur ella verkfrøðingur, umframt at tú ert stinnur í føroyskum máli. Tað er ein treyt at tú hevur lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av tíni útbúgving. Vit bjóða Eitt spennandi starv í eini kommunu í menning. Starvið gevur innlit í nógv viðurskifti á byggitekniska økinum og innan býarætlanarvirksemi. Starvs staðurin er á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og vit ímynda okkum, at tú kanst arbeiða 25-30 tímar um vikuna. Starvstíðin er 3 mánaðir við møguleika fyri at leingja. Lestrarstarvið verður skipað eftir galdandi reglum um starvslesandi á staðnum, við m.a. trúnaðarreglum, samsýning o.t. Samsýningin er 20.000 kr. fyri tíðarskeiðið. Umsókn Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Súna Christiansen Tekniska leiðara á 667220 ella suni@sunda.fo. Skrivlig umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi prógvum skal vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagið mánadagin 16. januar 2017. Umsóknin skal sendast til sunda@sunda.fo og viðmerkjast Starvslesandi. Starvið verður sett 1. februar 2017. Vitja okkum á bási nr. 25 í Skálanum. Vit sóknast einum dugnaligum og ágrýtnum lesandi til eitt nýtt lestrarstarv til Teknisku deild at byrja 1. februar 2017. Lestrarstarvið gevur tær góðan møguleika at fáa hollar og viðkomandi arbeiðsroyndir, meðan tú nemur tær hægri útbúgving. www.sunda.fo