mánadagur 19. desember 2016síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 51 • 19. DESEMBER 2016
18
Ger tær greitt, hvat tú vilt hava
burtur úr Jobmatch, í mun til tær
framtíðarætlanir tú hevur. Skalt
tú undir at skriva høvuðsuppgávu,
kanst tú spyrja teg fyri hjá luttakandi
virkjum, stovnum og kommunum
um
møgulig
uppgávuevni.
Um
tú vilt fáa innlit í tann føroyska
arbeiðsmarknaðin, ræður um at vitja
so nógvar básar, sum til ber. Ert
tú liðug at lesa og vilt frætta um
ítøkiligar starvsmøguleikar, vel tær
so ávísar básar út, sum hóska til tín,
og nýt góða tíð á hvørjum bási. Um tú
ert tilvitað um tínar framtíðarætlanir,
er mangan lættari at koma á tal við
fyritøkur og stovnar, um júst tað, tú
ynskir.
Á Jobmatch heimasíðuni er ein
nærri lýsing av øllum luttakarunum á
starvsstevnuni. Við at lesa hesar
lýsingar, fært tú eitt innlit í, hvat
fyritøkurnar, kommunurnar og stovn
arnir fáast við, og um hesi kundu verið
eitt áhugavert arbeiðspláss fyri teg.
Har er eisini eitt yvirlit yvir leys størv,
starvsvenjing og verkætlanarevni.
Møguliga er okkurt heilt ítøkiligt, ið
hóskar júst til tín. Harafturat er tað,
undan starvsstevnuni, møguligt at
bíleggja eitt JobPrát við tær fyritøkur
og stovnar, sum eru mest áhugaverdar
í mun til tína útbúgving og ynskir.
Í fyrilestrarhølunum vera áhuga
verdar framløgur allan dagin. Her er
møguleiki at fáa íblástur til, hvørjar
fyrireikingar tú skalt gera í mun til
at finna rætta starvið. Fleiri fyritøkur
og stovnar hava framløgur um síni
arbeiðspláss. Hetta er eitt gott høvi
at hoyra um starvsmøguleikar uttan
at føra eina samrøðu beinleiðis við
arbeiðsgevaran. Tó, um tú skuldi
spurt ein spurning, kanst tú vænta at
arbeiðsgevarin minnist teg, tá tú vitjar
básin aftaná fyri at frætta meira.
Jobmatch er til fyri at tú kanst tosa
við fyritøkur, kommunur og stovnar
um arbeiðsmøguleikar, uppgávuevni
ella starvsvenjing. Teir arbeiðsgevarar,
sum eru í Norðurlandahúsinum,
eru har fyri at greiða frá um teirra
arbeiðspláss og fyri at kunna seg
um, hvør tú ert, og hvørjar førleikar
tú hevur. Tí er tað bara at halda seg
framat og fáa sum mest burturúr.
Tað er vert at hava í huga, at á
ymisku básunum eru starvsfólka
leiðarar, sum eru vanir við at seta
fólk í starv. Hesir kunnu siga tær,
hvar í teirra virki ella stovni, tínir
førleikar hóska best. Vitjar tú eina
fyritøku,
kommunu
ella
stovn,
sum tú ikki kendi frammanundan,
kann tað jú henda, at tú fært eitt
verkætlanarhugskot, ella at tú sært
ein nýggjan arbeiðsmøguleika.
Eitt gott hugskot er at geva
sær stundir at skriva niður, hvat
tú hevur tosað við tann einstaka
arbeiðsgevaran um. Tú kanst skjótt
brúka fleiri tímar á Jobmatch og tosa
við fleiri fyritøkur og stovnar. Við at
skriva niður, hvat tit tosaðu um, kanst
tú betur halda skil á, hvussu títt CV
skal síggja út, og hvussu títt bræv skal
orðast, tá tú setur teg í samband við
ta einstøku fyritøkuna, kommununa
ella stovnin aftur. Eitt gott hugskot
er at senda ein teldupost til tey,
tú tosaði við, og takka fyri prátið.
Best er at gera skjótt av, meðan
arbeiðsgevararnir framvegis minnast
teg. Hevur tú fingið áhuga at søkja
starv hjá onkrum av luttakarunum,
er tað nú, tú skal senda eina umsókn.
Minst til at nýta tað, tú skrivaði niður
eftir prátið á Jobmatch.
Fá sum mest
burtur úr Jobmatch
Tað eru fleiri hættir at gagnýta jobmatch til tín fyrimun.
Endamálið við Jobmatch er at skapa samband millum virkir
og stovnar og framtíðar starvsfólk. Her eru nøkur ráð til
tín um, hvussu tú kanst fáa sum mest burtur úr Jobmatch
í dag, og hvussu tú kanst brúka tína vitjan framyvir.
Eitt CV skal altíð vera eitt ískoyti
til sjálva umsóknina um starv, og
CV-ið og umsóknin eiga at styðja
hvørtannað. CV og umsókn um
starv skulu sendast saman. Tað er
týdningarmikið, at CV-ið er greitt
skipað.
Upplýsingar, sum skulu
vera í einum CV:
• Persónligar upplýsingar – navn,
bústaður, teldupostur, telefon,
fartelefon.
• Útbúgving. Byrja við at
skriva ta nýggjastu/seinastu
útbúgvingina. Fak ella heiti
á útbúgvingini skal vera við.
Skriva, nær tú vart liðug/ur við
útbúgvingina, og hvar tú vart
undir útbúgving.
• Starvsroyndir – byrja við at
skriva ta nýggjastu/seinastu
starvssetanina við starvsheiti.
Upplýs eisini, nær tú arbeiddi
har. Tú kanst eisini heilt stutt
skriva, hvørjar arbeiðsuppgávur
tú hevði.
• Viðkomandi skeið – verða
sett upp á sama hátt sum
starvsroyndir.
• Viðkomandi prógv.
Upplýsingar, sum vanliga eru við
í einum CV, men sum ikki altíð
eru neyðugar:
• Føðiár og føðiland
• Hjúnastøða og børn
• Týdningarmiklir førleikar og
persónligir eginleikar – ein
lýsing, sum skjótt skal geva
arbeiðsgevaranum eina mynd
av, hvør tú ert. Her nevnir
tú í stuttum orðingum tínar
mest viðkomandi royndir og
persónligu eginleikar.
• Frítíðarítriv – minst til, at
móttakarin skal fáa ta fatan av
tær sum persóni, at tú fert at
rigga í arbeiðsumhvørvinum.
• Málkunnleikar – hvørji mál
dugir tú og hvussu væl? Bæði
munnliga og skrivliga
• Telduførleikar
• Royndir við verkætlanum
• Tilvísingar
• Annað – sum kann vísa, at
tú ert sinnað at taka ábyrgd.
Upplýs um ymisk áitisstørv frá
skúlanum, útbúgvingini, ítrótti,
eigarafelagi osfr, sum tú heldur
vera viðkomandi fyri starvið, tú
søkir.
Neyðugt er at meta um, hvørjar
upplýsingar eiga at vera tiknar við
í mun til hvørja einstøku starv
sumsókn. Tað, ið er viðkomandi
fyri eitt starv, er ikki altíð eins
viðkomandi fyri eitt annað starv.
Kelda: als.fo
Lívsrensl er tað, sum aðrastaðni
verður nevnt CV. CV er ein stytting fyri
Curriculum Vitae, sum merkir “ein stutt
lýsing av egnari lívsgongd”, tað vil
siga ein lýsing av, hvør tú ert, og hvat
tú hevur gjørt. CV-ið skal vísa, hvørjar
starvsroyndir og hvørja útbúgving
tú hevur, og meira nágreiniliga hvat
tú hevur gjørt og lært higartil.
Ger eitt gott
lívsrensl