Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ KUNDI TAÐ SAMA VERIÐ EG - Vit eru øll heimsborgarar, men kortini eru vit føroyingar ikki vanir við, at slíkt hendir rundan um okkum, hóast tað hendir í grannalondunum. Tað er ótrúliga løgið at vera vitni til eina slíka hending, tí tað kundi tað sama verið eg, sigur 26 ára gamli Brandi Mortensen Nolsøe, sum er staddur í Berlin. BARBARA HOLM Mánakvøldið var ein tann best umtókta handilsgøtan í Berlin álopin av einum lastbili, sum koyrdi við fullari ferð inn í eina mannamúgvu. Í skrivandi stund eru 12 fólk deyð, meðan 48 eru løsta og liggja á sjúkrahúsinum – summi teirra í álvarsamari støðu. Havnamaðurin Brandur Mortensen Nolsøe er skiftis­ næmingur í Berlin, har hann tekur sína master í sosialvísund. Tá ið álopið hendi var hann við hús og hugdi eftir fótbólti, tá ið telefonin brádliga byrjaði at ringja á tamb. – Ein vinkona mín var tann fyrsta sum ringdi, fyri at vita um eg var tryggur, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Hóast hann ikki var raktur av álopinum, so er neyvan nakar ivi um, at øll nærhendis Berlin vóru drigin inn í hendingina í gjárkvøldið. – Telefonin ringdi alla tíðina, tí fólk vóru bangin um meg. Og tá eg fekk at vita, hvat var hent, fór eg eisini at ringja runt til tey, sum eg kenni, so eg kundi vera vísur í, at tey vóru trygg, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Nakrar fáar tímar áðrenn var hann sjálvur staddur á einari handilsgøtu í Berlin. – Eg kundi akkurát tað sama verið á hasari gøtuni, tá ið tað hendi, sigur Brandur og steðgar á, meðan hann hugsar um álvara í hend­ing­ini. Óveruligt Vit føroyingar eins og aðrir heimsborgarar fáa javnan tíðindi um yvirgangatsóknir og kríggj runt um í heim­ i­num. Sumt tættari at okkum enn annað. Brandur Mortensen Nolsøe upplivdi tað ikki sum skelkandi, at álop varð framt á Berlin mánakvøldið. – Hetta er onkursvegna veruleikin vit liva í. Ein so stórur býur í Evropa kann illa væntast annað enn at vera offur fyri slíkt. Men tað er óveruligt at vera til staðar í býnum, tá ið slíkt hendir. Vanliga hoyra vit tað bara umvegis miðlarnar, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Berlin dagin eftir álvar­ sama álopið, er í sjokk. Vit bíða Hvat hendir nú í Berlin? Ein spurningur, sum er torførur at svara. Ivaleyst tí tað hend­ ir so nógv og tó so lítið, at tað er vónleyst at seta orð á nakað konkret. Tó greiðir Brandur frá, at miðlarnir eru á tremur við tíðindum um álopið mánakvøldið, meðan fólki – Men eg haldi øll eru í einari bíðistøðu. Hvør var tað sum gjørdi hetta og hví? Var tað tilætlað ella var tað eitt óhapp, spyr Brandur Mortensen Nolsøe. Hann vísir á, at í skrivandi stund er ikki vist, um hetta var terror ella ikki, hóast týska løgreglan hevur boðað frá, at tey arbeiða út frá tí tankanum, at tað var eitt tilætlað álop. Føroyingur í Berlin