Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hetta vita vit um álopið í Berlin: Týsdag seinnapart, tá greinin er skrivað Mánakvøldið koyrdi ein bilur inn í eina stóra mannamúgvu í jólamarknaðin í kendu handilsgøtuni í Berlin, Kurfürstendamm. Ein svartur lastbilur koyrdi yvir kantsteinin og víðari beinleiðis inn í jólabásarnar á jólamarknaðinum, siga eygavitni við útlendskar miðlar. Minst 12 eru deyð og 48 eru innløgd á sjúkrahúsið, 18 av teimum í kritiskari støðu. Angela Merkel segði á einum tíðindafundi eftir álopið, at tað verður hildið, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Sambært týsku løgregluni varð ein maður funnin deyður í lastbilinum, tá ið hann koyrdi inn í mannamúgvuna. Maðurin er pólskur statsborgari. Og tað er óvist, hvat hendi við honum og hví hann var í lastbilinum. Ein maður, sum varð hildin at vera brotsmaðurin, rann frá staðnum og varð tikin av løgregluni áleið tveir kilometrar frá staðnum. Sambært týska innlendismálaráðnum er tann metti brotsmaðurin ein 23 ára gamal friðskjólssøkjari úr Póllandi. Løgreglan í Týsklandi segði á tíðindafundi týsdagin, at lítið bendir á, at maðurin, sum tey hava tikið, var førarin av bilinum. Frakland hevur økt um trygdartilbúgvingina síðani hendingina mánakvøldið. Og tað er ein spurningur, sum týska fólki vil vita, áðrenn kjakið av álvara kann byrja. – Tað er nokk eingin ivi um, at um so er, at tað var ein terroratsókn, so fara vit at kjakast um, hvør hevur skuldina. Um stjórnin skuldi forða flóttafólki til landi, um vit skulu til at blaka tey út aftur ella hvat, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Men tað er ikki rætt, at lata óttan stýra. Ikki lata kenslurnar taka yvir Brandur Mortensen Nolsøe er sjálvandi merktur av hend­ingini, eins og øll onnur í Berlin umhvørvinum og ivaleyst í Týsklandi sum heild. Men tað hevur týdning fyri unga havnamannin, at hann ikki letur kenslurnar taka ræði á sær. - Tað er ræðandi, tí tað var ein ræðulig hending, sum man bara hevur bíðað eftir. Men eg haldi ikki vit kunnu lata kenslurnar fara avstað við okkum, sigur Brandur Mortensen Nolsøe. Fyri hann er tað um­ ráðandi, at óttin ikki sleppur at fáa fastatøkur á hann. – Eg vil ikki lata hetta stýra lívinum. Vit mugu liva okkara lív, tí lata vit óttan halda okkum frá at gera tað vit vilja, so hava terroristarnir vunnu. Terror snýr seg júst um, at skapa ótta og at fáa fræls fólk at kenna seg ótrygg. Tað mugu vit ikki lata henda, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.