týsdagur 20. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo
Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. febru-
ar 2017 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá 9
kærunevndum, umframt Høvuðsbarnavern-
darnevndini og Skuldarumskipanarnevndini.
Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um
at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og
fyritøkum og gera nevndunum tilmæli um
avgerð.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur okkara fevna víða, so møguleiki er
fyri at royna seg á ymsum økjum. Fremst av
øllum sóknast vit tó eftir onkrum at standa
fyri fyrireikingini av teimum málum, sum
skulu leggjast fyri Skatta- og avgjaldskæru-
nevndina og Vinnukærunevndina.
Um teg
• Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv,
cand. jur.
• Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og
loysir uppgávurnar við góðum huga og
nærlægni.
• Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til
reiðar at taka eitt eyka tak, tá ástendur.
• Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi
starv.
• Góðar møguleikar fyri fakligari menning.
• Løn sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løg-
frøðingafelag Føroya.
Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya
Kærustovn á www.kaerustovnur.fo. Eru spur-
ningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu
Festirstein, settan stjóra á tlf. 320585.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 9. januar 2017.
Møguligt er eisini at senda umsóknina til
kaerustovnur@kaerustovnur.fo
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og
heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina,
Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisski-
panini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum
starvast í løtuni 9 fólk, stjórin, fimm løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.
FØROYA KÆRUSTOVNUR
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
Fo-110 Tórshavn
Tel:+298 320 585
kaerustovnur@kaerustovnur.fo
www.kaerustovnur.fo