Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Føroyskir politikkarar eru ikki serliga sinnaðir at lata føroysku privatu miðlunum stuðul. Tað kann staðfestast eftir at fleiri upskot um stuðul hava verið roynd. Í hessi vikuni var tað lands­stýriskvinnan við menta­málum, Rigmor Dam, sum hevði lagt eitt upp­skot fram, sum skal skipa fyri, hvussu ein stuðul til før­ oysku miðlarnar uppá tvær milljónir skal býtast millum miðlarnar. Í fyrstu atløgu fanst ser­ liga andstøðan at, at hetta upp­skotið nústani kom til viðgerðar. Vanligt er, at 3. við­gerð av fíggjarlógini fyri komandi ár er seinasta viðgerðin áðrenn tingið fer í jólafrí. Hesuferð kom 1.viðgerðin av uppskotinum til lóg um miðlasstuðul aftaná at fíggj­ arlógin fyri næsta ár var enda­liga samtykt. Tvær milljónir standa á fíggjarlógini fyri 2016 til endamálið, men tað er ikki eydnast at finna nakra enda­ liga politiska semju um eitt uppskot til stuðul enn. Samgongan segðist vera samd, men fyri at uppskotið kundi samtykkjast í ár, so var neyðugt at víkja frá tíðar­ freistunum í ting­skipanini. Skjótt var greitt, at hesum fekst ikki meirluti fyri. Hvør skal hava stuðul Kjak hevur veirð í nógv ár um hvør av privatu miðl­ unum skal hava stuðul. Tá ið lógin um lýsingar í Kringvarpinum var broytt, var samtykt at pengarnir fyri sjónvarpslýsingar skulu fara í landskassan, men berast partvís aftur til privatu miðl­ arnar. Pengarnir, sum nú fyri triðju ferð eru avsettir á fíggjarlógini, eru hesir lýsingapengarnir frá sjón­ varp­inum, sum fram­hald­ andi enda í lands­kass­anum. Teir eru enn ikki útgoldnir. Undir orðasskiftinum høvdu fleiri orðið og kjakið snúði seg um, hvør skal hava stuðulin um nakar stuðul skal latast. – Eg havi hugsað nógv um hendan spurningin og grundleggjandi eri eg ímóti stuðli. Hinvegin eri eg upp­ aftur meira bangin fyri, um vit enda við bert at hava stóra almenna Kringvarpið, sum einasta miðil, segði Kaj Leo Holm Johannesen, Sam­ bandssflokkurin. Fólkaflokkurin var meira at siga ímóti stuðlinum og framsøgumaður floksins, Jógvan á Lakjuni vísti á at talan er um eitt álvarsmál, men hann mælti frá, at tað bleiv skundað ígjøgnum. – Hinvegin er tað so, at ynskir samgongan at bera málið ígjøgnum, so kann hon bara gera tað, segði Jógvan á Lakjuni. Bárður Nielsen, Sam­ bands­flokkurin, helt, at tað ikki er rætt at seta stuðul til miðl­arnar á fíggjar­lógina, men heldur lata lýsingar­ peng­arnar frá sjónvarpinum fara í ein grunn og so lata miðla­fólk sjálvi býta peng­ ar­nar. – Vit sum hava sitið í politisku skipanini í eina tíð vita, at koma pengar fyrst á fíggjarlógina til okkurt endamál, so ber næstan ikki til at fáa teir avaftur, segði Bárður Nielsen. Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, trýsti á fyri at fáa málið endaliga avgreitt, men tað gekk ikki. Í staðin fyri tók hon undir við, at tær tvær milljónirnar, sum standa á fíggjarlógini fyri 2016 til endamálið verða fluttar til 2017, so tann peningurin kann gjaldast út við pengunum fyri 2017. Málið var beint í ment­ anar­nevndina og so sang tingið “Gleðilig jól”, Sjálvt um samgongan átti uppskotið, so kom uppskotið um stuðul til privatar føroyskar miðlar ikki gjøgnum tingið fyri jól MIÐLASTUÐULIN ENDAÐI Í MENTANAR­ NEVNDINI Kaj Leo Holm Johannesen stúrdi fyri um vit sita eftir við Kringvarpinum, sum einasti miðil Hanna Jensen royndi at fáa miðlastuðulin samtyktan