týsdagur 20. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Árni Gregersen
At gera eina fíggjarlóg
fyri almennu Føroyar fyri
eitt ár, er í stóran mun ein
bundin uppgáva.
Nógvu
útreiðslurnar
eru rættuliga fastar og
bundnar av øðrum lóg
um. Til dømis eru al
mennar lønir rættuliga
fastar, serliga tá ið hugsað
verður um lærarar, heilsu
starvsfólk
og
almenn
starvsfólk sum heild.
Sjálvdan
ber
til
at
broyta hesar útreiðslur
serliga nógv.
Tað
sum
hinvegin
kann
taka
drúgva
tíð
eru smámál um til dømis
nakrar hundrað túsund
krónur skulu játtast til
okkurt.
Hetta
krevur
helst
eisini neyvari viðgerð, tí
politikarar vita, at kemur
ein játtan á fíggjarlógina,
so er tað næstan ómøguligt
at fáa hana avaftur.
Í hesum meira nágrein
aða arbeiðnum koma ofta
seráhugamál fram.
Tingfólk
vita
um
okkurt lokalt mál, sum
tey fegin vilja stuðla við
onkrari upphædd á fíggj
arlógini.
Eitt klárt dømi hesa
ferð er, at tað eydnaðist
Nýggjum
Sjálvstýri
at
tryggja
eitt
kommunu
læknastarv
afturat
á
Skálafjørðinum, umfrmt
ein eyka laborant.
Hetta er ein partur av
gjaldinum fyri, at flokk
urin tók undir við fíggj
arlógini, sum hon var
samtykt.
Harumframt
tryggjaði flokkurin eisini,
at almennu Føroyar keypa
royndarorkuætlanina
á
Kmabsdali fyri eina hálva
milljón krónur.
Miðflokkurin
fekk
eisini nøkur ynski ígjøg
num fyri at taka undir við
fíggjarlógini.
Flokkurin
fekk
játt
að pening til viðgerð av
ungum
rúsevnismisnýt
arum til Frælsi á Eiði, um
framt at nakað av pengum
var játtað til Bláa Kross –
eisini til viðgerð av ungum
rúsevnismisnýtarum.
Miðflokkurin fekk eisini
onnur mál við í fíggjar
lógina.
Fróðskaparsetur
Før
oyar fekk eina milljón aft
urat. Hendan milljónin var
annars skorin burtur, men
meirlutin helt, at rættast
er, at Fróðskaparsetrið
eisini fær hesa eyka mill
jónina.
Umframt
fíggjarlóg
ina, so samtykti løgtingið
eisini
tvær
eykajáttan
arlógir
fyri
ávikavist
oktober og desember í
ár. Saltsilan á Tvøroyri
fekk 1,3 milljóir krónur til
rakstur – 300.000 krónur
minni enn uppskotið mælti
til.
Og so játtaði tingið
fimm milljónir til heilsu
verkið. Hetta tí at sjúk
lingar skuldu hava hetta
endurgjald gjøgnum sjúk
lingatryggingina. Landið
er sjálvtryggjandi, so pen
ingurin mátti játtast í ár,
tí freistin at gjalda er 28.
desember.
Smærru upp
hæddirnar fáa
mestu viðgerðina
Fíggjarlógin er á leið fimm milljardir, men mestu
viðferðina fáa smáu málini, sum kosta brotpartar
á fíggjarlóginistovnsskipanirnar heimaftur
Pengar til viðgerðarheimið á Eiði var nakað av tí, sum Miðflokkurin fekk fyri at taka undir við fíggjarlógini
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, tók undir við fíggjarlógini
og fekk eina laborant og ymiskt annað afturfyri.
Árni Gregersen
Fíggjarlógin fyri komandi ar
er vanliga seinasta mál, sum
Løgtingið viðger áðrenn far
ið verður í jólafrí.
Soleiðis eisini í ár – næst
an.
Tí eftir at Løgtingið enda
liga hevði samtykt fíggjar
løgtingslógina
fyri
2017,
var farið undir at 1.viðgerð
av
einum
uppskoti
um
miðlastuðul. Tað málið var
beint í mentunnarnevndina,
men tað venda vit aftur til
aðrastaðni á hesum síðum.
Orðaskiftið um fíggjarlóg
ina í ár var rættuliga drúgvt.
Formaðurin segði, tá ið farið
var undir atkvøðugreiðsluna
eftir 3.viðgerð, at orðaskiftið
hevði vart meira enn 30 tím
ar, bert í tingsalinum.
Afturat tí skal leggjast
tann tíð, sum fíggjarnevndin
hevur brúkt til at viðgera
uppskotið.
Viðgerðin av sjálvari fíggj
arlógini er vanliga størsta
viðgerðin hjá Løgtinginum.
Fíggjarlógin avger, hvat
tað kostar at reka føroyska
samfelagið og hon ásetir
eisini, hvussu nógvan pening,
landskassin kann taka inn
frá borgarum og vinnu.
Í
sjálvari
fíggjarlógini
sæst eisini hvønn politikk
Løgtingið rekur. Gjøgnum
raðfestingar í rakstri og
íløgum, sum verða gjørdar,
avgerð mdirlutin í tinginum,
hvussu gongdin skal vera í
samfelagnum komandi árið.
Nakrir
fíggjarkarmar
verða eisini lagdir um várið.
Teir røkka fleiri ár fram, so
vanligt er, at fíggjarlógin
samsvarar við tær ætlanir,
sum verða lagdar í fíggjar
kørmunun.
Broytingar
Tað er landsstýriskvinnan
við fíggjarmálum, sum legg
ur uppskotið um fíggjarlóg
fram, men í veruleikan
um stendur alt landsstýrið
aftanfyri
fíggjarlógarupp
skotið.
Tá ið uppskotið hevur
fingið 1. viðgerð í tinginum
fer tað í fíggjarnevndina.
Tað er hon, sum skal viðgera
uppskotið frá landsstýris
kvinnuni.
Og tað er eisini í fíggjar
nevndini, at fólk verða kallað
inn fyri at greiða frá, hvat tey
skulu brúka pengar til.
Fyrst og fremst eru tað al
mennir stovnsleiðarar, lands
stýrisfólk og felagsskapir,
sum
fíggjarnevndin
vil
hoyra.
Ofta er tað so, at fíggjar
nevndin virkar saman – altso
samgonga
og
andstøðan
virka saman fyri at royna at
spara pening og forða fyri
at umstingin – landsstýrið
– tekur ov mikið av pengum
inn frá borgarum og vinnu.
Í fíggjarlógararbeiðnum í
ár hevur samstarvið millum
partar av andstøðuni og
samgonguna ikki virka ser
liga væl.
Ruth Vang, Framsókn, er
forkvinna í fíggjarnevndini.
Hetta er onnur fíggjarlógin,
sum hon sum forkvinna hev
ur viðgjørt.
Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin vístu í álit
inum, sum var lagt fram til
2. viðgerð av fíggjarlógini,
á, at tey vóru ómetaliga illa
nøgd við, hvussu arbeiðið í
fíggjarnevndini var skipað
í ár.
Umboðini hjá teimum
báðum flokkunum, Jacob
Vestergaard og Bárður á
Steig Nielsen, søgdu bæði í
álitinum og undir viðgerðini,
at eftir teirra meining, so var
tað landsstýrið, sum stýrdi
viðgerðini í fíggjarnevndini
og ikki Løgtingið.
Miðflokkurin
og
Nýtt
Sjálvstýri fingu sett teirra
fingrramerkir á fíggjarlóg
ina, so teir báðir flokkarnir
vóru rímuliga væl nøgdir við
tað, sum alt endaði við.
Tá ið fíggjarflógin enda
liga var samtykt, so atkvøddu
29 fólk fyri og fýra atkvøddu
ikki.
Síðani á ólavsøku hev
ur tingið viðgjørt 48 vanlig
tingmál, umframt spurning
ar av ymiskum slag og okk
urt aðalorðaskifti.
Tingfólk eru farin í jólafrí eftir at
tey samtyktu fíggjarlógina fyri
2017 á seinasta løgtingsfundi í ár
48 tingmál
viðgjørd síðani
á ólavsøku