Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Meiningarnar innan heilsu eru nógvar, og alt kann ikki prógvast í stórum kanningum. Tí hevur www.helse.dk bjóð­ að stórum nøvnum innan lækna­ heimin at siga sína meining um ymisk heilsulig viðurskifti, og hetta hevur verið til fleiri greinar um heilsu. Búgva einsamøll Í Danmark búgva fleiri og fleiri einsa­møll. Sambært Danmarks Statistik búgva 1,6 miljónir tilkomnir danir einsamallir. Tað merkir, at 37 pro­ sent av dønum yvir 18 ár búgva sum einasti vaksin persónur á teirra bústaði. Tað er størsta tal av einsa­ møllum, síðan hagtøl fingust til vega um hetta fyri 30 árum síðan. Tað er serliga millum tey eldru, at talið av húsarhaldum við einum íbúgva er rættiliga høgt. Í trimum fjórðingum av húsar­ haldunum í Danmark, har ein 80- 89 ára gomul kvinna býr - og 40 prosent av húsarhaldunum, har ein maður í sama aldri býr, búgva bara viðkomandi sjálvi og eingin annar. Hyggja vit eftir, hvussu støðan er millum tey, sum eru yvir 90 ár, búgva 90 prosent av kvinnunum einsamallar - og stívliga 60 prosent av monnunum. Nógv hava sjálvi valt at búgva einsamøll, og í aðrar mátar er tað bara blivið soleiðis, eitt nú tí, at hjúnafelagin er deyður. Í øðrum førum er hetta ikki eitt ynski, sum tey gomlu sjálvi hava. Myndin, har nógv búgva einsa­ møll, er væl kend í vestara parti av heiminum, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Okkara samfelag hevur seinastu 100-150 árini broytt seg frá, at fleiri ættarlið búgva saman - til nú­ verandi støðu, har nógv búgva einsa­møll. Negativ ávirkan Tað kann sjálvandi upplivast sum ein fyrimunur sjálv/-ur at kunna ráða yvir egnum bústaði, men uttan mun til, um fólk hava valt hetta sjálvi ella ei, er tað týdningarmikið, at fólk søkja sosialt samskifti aðra­ staðni. Gransking vísir, at sosial frá­ skiljing hevur negativa ávirkan á okkara heilsu. Hetta kann seta fólk í størri vanda fyri eitt nú æðrakálking, blóðtøppi í hjartanum, skjótari missi av likam­ ligum og sálarligum virkisførleika, seinari staðfesting av krabbameini og vánaligum yvirlivingarevnum. Øvut er samband við onnur menniskju ein av bestu mátunum til tess at stimbra heilan. Bæði gomul og nýggj sambond kunnu vera eitt íkast til upplivingar og avbjóðingar, sum heilin hevur brúk fyri - líka mikið, hvar í lívinum vit eru. Tá fólk búgva einsamøll og skulu út fyri at møta øðrum menniskjum, krevur tað ein aktivan innsats at umgangast sosiala fráskiljing. Fyri nøkur er hetta slett eingin trupulleiki, men fyri mong - serliga eldri, sum eru likamliga veikari - kann hetta vera ein trupulleiki. Virkisførleiki minkar Sum samfelag noyðast vit at um­ hugsa, hvussu vit í framtíðini taka hond um henda trupulleika - at so nógv fólk búgva einsamøll, antin tey vilja tað ella ei. So hvørt, sum fólk liva longri og gerast eldri, enda alt fleiri í vandanum fyri at gerast einsamøll á sínum bústaði - við teirri avleið­ ing, at mentali og likamligi virkis­ førleikin minkar. Vit eiga at hugsa um, hvussu sosialir felagsskapir kunnu haldast við líka, og hvussu hesir kunnu stimbrast í nærumhvørvinum og býarumhvørvinum. Hvussu røkka vit út til teirra við meiningsfullum tilboðum um sosiala samveru, sum ynskja at byggja upp nýggj sambond, men sum sjálvi hava trupult við at taka stigið? Eftir øllum at døma kunnu sosial­ir miðlar ikki nøkta teir grund­leggjandi menniskjansligu tørv­irnar fyri ”gammeldags” likam­ ligari samveru, har fólk kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og taka eina nýggja uppliving heim við sær. Í nútíðarinnar og framtíðarinnar samfelag við einum stórum tali av einbúgvum er tað tí neyðugt at tryggja møguleikarnar fyri at varð­ veita og byggja upp nýggj sosial sambond. Hetta er ein uppgáva hjá okk­ um øllum, bæði hvør sær og í fe­ lagsskapi - og fyri alt samfelagið í síni heild. Tey sum skriva Tey, sum skriva greinarøðina í www.helse.dk, eru Rikke Lund, lækni, lektari, dr. med. ph.d., Af­ deling for Social Medicin, Institut for Folkesundhedsvidenskab og Center for Sund Aldring, Keyp­ mannahavnar Universitet og Ellen Garde, lækni, lektari, ph.d. MR- gransking, Hvidovre Sjúkrahús og Center for Sund Aldring, Keyp­ mannahavnar Universitet. Sosial fráskiljing kann seta fólk í størri vanda fyri eitt nú æðrakálking, blóðtøppi í hjartanum, skjótari missi av likamligum og sálarligum virkisførleika, seinari staðfesting av krabbameini og vánaligum yvirlivingarevnum Sosial fráskiljing skaðar heilsu HEILSA Í nútíðarinnar og framtíðarinnar samfelag við stórum tali av einbúgvum er neyðugt at tryggja møguleikarnar fyri at varðveita og byggja upp nýggj sosial sambond Rikke Lund, lækni, lektari, dr. med. ph.d Ellen Garde, lækni, lektari, ph.d.