týsdagur 20. desember 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
KRONIKK
F
ært tú ov nógv vald, verður
tú
ov
maktfullkomin.
Hetta vísir seg ferð eftir
ferð, og hesa kensluna
hava mong tingfólk nú av Kring
varpi Føroya, sum hevur vald til at
bera fram eitt einasta sjónarhorn
í øllum stórmálum gjøgnum út
varpið, sjónvarpið og internetið.
Fellur tú í ónáði hjá KvF, manst
tú kenna teg prísgivnan, og tað
hava fleiri politikarar gjørt seinnu
árini. Serliga politikarar úr tí flokk
inum, sum gekk á odda at leggja
Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
saman í 2004, men eisini kravdi, at
KvF varðveitti tvær sjálvstøðugar
tíðindaeindir.
Politiska ynskið gekk ongantíð
út. KvF hevur í veruleikanum bara
eina tíðindadeild, sum avtalar við
seg sjálva, hvussu dekningurin
skal vera í sjónvarpi, útvarpi og á
netinum. Bara ein tíðindaleiðari er,
men ymsir redaktørar standa fyri
ymsu tíðindasendingunum hvørja
ferð.
Haraftrat er bara ein programm
leiðsla fyri útvarpið og sjónvarpið.
Valdið, sum hesi leiðsluni er litið
upp í hendi, er ikki minni enn
valdið, sum tíðindaleiðslan hevur,
tí programmleiðslan varðar av
meginpartinum av útvarpsskránni
hvønn dag og føroysku sjónvarps
sendingunum við.
Stórt afturstig
Hetta merkir í veruleikanum, at
ein einasti leiðari situr við endaligu
avgerðini um, hvat skal í skránna
hjá almenna útvarpinum og sjón
varpinum. Vil tann persónurin t.d.,
at sjónvarp skal hava mestu peng
arnar, endar útvarpið sum ein við
fáningur. Og leiðsluleyst at kalla.
Hetta er eitt stórt afturstig
samanborið við, tá sjónvarp og
útvarp vóru hvør sær. Tá høvdu
vørpini hvør sín stjóra, hvør sína
tíðindadeild og hvør sín programm
leiðara. Sjónvarpsfólkini kýttu seg
at gera munagott sjónvarp, og
útvarpsfólkini kýttu seg at gera
fjølbroytt útvarp. Við sál og sam
leika.
Samstundis sum hendan kapp
ingin gjørdi um seg, var nógv lív í
privatu miðlunum. Tvey bløð komu
út fimm ferðir um vikuna og høvdu
væl mannaðar redaktiónir, sum
kundu standa útvarpinum og sjón
varpinum kurl. Nú er alt øðrvísi.
Bløðini eru veikari enn nakrantíð.
Talið á størvum í føroyska fjøl
miðlaheiminum er minkað niður í
eina helvt síðan 2007, m.a. tí útvarp
og sjónvarp eru nógv tódnað við
KvF. Ein hópur av væl skikkaðum
journalistum og miðlatøkningum
virkar tí á privata marknaðinum.
Mong gera tað við hepni, tí tey
duga.
Í fleiri førum ber til at siga, at
tilfarið, sum fjølmiðlafólk á privata
marknaðinum gera, er minst líka
gott og eisini betri enn tað, ið
verður skapt í KvF, serliga um hugt
verður at, hvussu lættliga verður
farið um nógvar útvarpssendingar.
Valdssavning hjá fáum
Miðlaútboðið
er
seinnu
árini
nógv einsrættað. Einsrættingin
stendst av, at ongin kapping er
um vinklarnar hjá almenna sjón
varpinum og útvarpinum, at bløð
ini eru nógv viknað, og at ongin
skipað leið er hjá professionellum
miðlafólkum í privatari vinnu inn
á KvF-pallin við nýskapan.
Úrslitið er, at smala KvF-leiðslan
við sínum valdi á almenna sjón
varpinum, útvarpinum og netsíðuni
kann enda sum ein forðing fyri,
at týðandi fakligar og kreativar
kreftir sleppa at gera almenna
fjølmiðlaútboðið í Føroyum fjøl
broyttari og munabetri.
KvF-leiðslan kann undir verandi
skipan vera kompetent ella ókom
petent. Fyri hana sjálva er púra
líkamikið, hvat hon dugir og megn
ar, tí hon hevur valdið kortini. Hon
situr á atgongdini til tíðindini í KvF,
til øll programmini í útvarpi og
sjónvarpi og til almennu netsíðuna.
Suverent.
Í roynd og veru er ein so stór
valdssavning á miðlaútbonum í tí
alsamt viknandi føroyska miðla
landslagnum
ein
vanlukka,
tí
miðlatilfarið, ið almenningurin fær,
verður ov einsháttað, stundum ov
líkasælt og ofta ikki nóg væl fakliga
grundað. Tí krevst ein útpurring.
Kapping krevst
Ein góð útpurring er at skapa
kapping um journalistiska tilfarið.
Kapping um tíðindir, kapping um
sendingar og kapping um nýggjar
hættir at brúka heimasíður, sosial
ar miðlar o.a. Eitt redaktionelt
uppbýti av almennu tíðindadeildini
og programmdeildini er ein for
treyt fyri hesi kapping.
Hetta
uppbýtið
nýtist
ikki
at merkja, at onki samstarv er.
Samstarvast kann um søvnini,
umsitingina og stórar hendingar og
sendingar, sum útvarp og sjónvarp
kortini samstarvaðu um, tá tey
vóru hvør sær. Plattformurin til
netið kann vera felags, men við
ymsum síðum.
Politikarar hava, nú teir vilja
hava KvF býtt sundur í fleiri redak
tionellar eindir, ásannað, at styðjast
skal eisini upp undir privatu redak
tiónirnar við pengastuðli. Tað
almenna sigur við nýggja upp
skotinum, at fjølbroytni krevst.
Demokratiskt fjølbroytni. Og tað
er rætt.
Bæði fyri innihaldið og fakligu
menningina er kapping betri enn
tann valdssavning, sum nú er
hjá nøkrum fáum í KvF. Um ein
sundurbýting verður framd, má
tó syrgjast fyri, at ymsu eindirnar
verða styrktar, so fleiri fakfólk
verða sett í sjónvarpi og útvarpi. Tí
miðlaheimurin tódnar skjótt.
Haraftrat eigur at verða sett
út í kortið, at t.d. 15-20 prosent av
pengunum, sum KvF ræður yvir,
verða brúkt til at keypa tilfar frá
privatum. Hetta kunnu vera ser
ligar sendirøðir, barnatilfar, ung
dómstilfar, nýroyndir av ymsum
slag og ítróttasendingar.
Lógin fyri skotum
Løgtingið hevði fyrr í mánaðinum
aðalorðaskifti um public service-
sáttmálan.
Orðaskiftið
endaði
sum ein lemjandi atfinning at
verandi grundarlagi undir KvF, og
landsstýriskvinnan fekk greiða
fatan av, at sjálv kringsvarpslógin
skal yvirhálast. Hesa yvirháling
umhugsar hon at fremja.
Samstundis eigur landsstýris
kvinnan saman við Fróðskapar
setri Føroya at bera so í bandi, at
ein føroysk miðla- og journalist
útbúgving verður sett á stovn.
Hon skuldi fyri langari tíð síðan
verið komin og kann sameinast við
tílíkar útbúgvingar uttanlands, so
útsýnið altíð verður vítt.
Í KvF má eisini setast tann
treyt, at áðrenn fólk verða sett
við mikrofonina, mugu tey hava
skipaða vegleiðing og lærdóm.
Fleiri dømi eru um, at fólk koma
inn sum óútbúgvin ella teknikarar
og enda sum programmfólk, meðan
útbúgvin ongar møguleikar hava á
KvF-pallinum.
Í tí frammanundan viknandi
fjølmiðlalandslagnum
skapar
hetta fakliga líkasælu. KvF sjálvt
ger fjølmiðlatilfar til suss og dregur
virðingina úr journalistikkinum
sum faki. Tíðin er komin at seta
krøv, og krøvum og umskipanum
skulu landsstýriskvinnan og kring
varpsstýrið standa fyri.
Hetta er onnur kronikkin í røðini
um journalistikk og miðlar
Kapping hvessir
journalistisku avrikini
Uni Arge
journalistur
Politikarar ásanna, at tað var eitt mistak at leggja útvarpið og sjónvarpið saman, og nú siga
fleiri, at ein redaktionell sundurbýting krevst. Hon krevst ikki bara á tíðindum. Tvær ymiskar
programmleiðslur fyri sjónvarp og útvarp høvdu skapt neyðuga kapping um journalistiska
innihaldið, og tíðin er komin, at kringvarpsstýrið fer at seta KvF neyvari faklig krøv