Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Tað vardi okkum ikki, at vit und­ an jólum í 2016 skuldu skriva minningarorð um samstarvsfelaga okkara Kjartan Mohr. Monu og honum dámdu væl at ferðast. Seinasta árið vóru tey fleiri ferðir av landinum. Tá ið vit líta aftur á, so kennist tað sum um, at tað lagaði seg soleiðis, at tey skundaðu sær at hava nógvar góðar og minnisríkar løtur og ferðir saman – tey bæði og børnini og tey í næsta ættarliðnum. Tá ið Kjartan kom úr summarfrí, var tað einki, sum bendi á, at hann stóð á gáttini til síðstu frívaktina. Hann var væl upplagdur. Greiddi á sín eyðkenda og livandi hátt frá tí, sum tey høvdu upplivað, og tað var eyðsýnt, at hann hevði havt og hevði tað gott. Men so varð hann raktur av herviligari og eirindarleysari sjúku. 24. november orkaði hann ikki meir. Hann var bara 61 ára gamal, nú hann fór um sýnina. Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin; sóttsligin steðgaði leik og feigdini fagnaði tolin Hábornu orðini hjá skaldinum J.H.O. Djurhuus, yrkt í samband við deyða Jens Oliver Lisbergs, lýsa á stórbaran og serstakan hátt lyndið og lívið hjá Kjartani Mohr. Hann var føddur 24. januar 1955, sonur karismatisku og fjálgu Onnu og Poul Mohr í Havn, og vaks upp saman við systkjunum Brynhild, Gunnari og Dánjal Paula. Ættfedrarnir vóru skipasmiðju­ menn. Kjartan var uppkallaður eftir abbanum í faðirlegg, Kjartani Mohr, sum átti Tórshavnar skipasmiðju. Hin abbin, Dánjal Pauli Jacobsen á Skála, var sonur Absalon Jacob­ sen, sum var gøtumaður og ánari av skipasmiðjuni á Skála. Dánjal Pauli doyði tíðliga, og konan, Maria, giftist upp aftur við hoyvíks­bónd­ anum Jógvani Húsgarð. Gamli Kjartan Mohr var merkis­ maður á so mangan hátt. Tá Før­ oyingafelagið í Keypmanna­havn gjørdi útferð til Fredensborg 2. juni 1919, nakrar fáar mánaðir eftir at Jens Oliver Lisberg hevði sniðgivið Merkið, var tað Kjartan Mohr, sum var merkismaður, og bar fyrsta før­oyska flaggið um túnið hjá Christiani kongi 10 á Fredensborg slotti. Onkur vildi vera við, at ongin annar tordi at bera merkið! Omman, Denna Mohr, var ikki minni merkiskvinna. Anna og Poul og børnini búðu nógvu tey fyrstu árini niðri við skipasmiðjuna og vóru harvið grannar hjá teimum gomlu. Familjukærur, sum Kjartan var, so dámdi honum væl at hyggja inn á gólvið hjá ommuni og abb­anum. Hann var tikin úr leikum sum frásøgumaður, og tað dámdi honum at siga frá, tá ið hann segði ommuni, at í nýggja farmaceutsáttmálanum høvdu menninir nú fingið rætt til barsils­ farloyvi. Tá svaraði omman, at um hann sum fyrsti maður í Føroyum skuldi hava barsilsfarloyvi, so skuldi hann ikki longur eita Kjartan Mohr! At tað var lagt gott í beinini heimanífrá kom til sjóndar á so mangan hátt, men tað hevði verið ov nógv at sagt, at tað eisini var galdandi fyri fótbóltskynstrið hjá Kjartani. Poul fortaldi, at fyrstu ferð Kjartan skuldi spæla dyst fyri B36, fóru hann og bróðurin Høgni oman til pápan at læna bilin at koyra niðan í Gundadal. Tá gamli Kjartan hoyrdi, at teir vóru á veg niðan í Gundadal at hyggja at Kjart­ ani í dysti, vildi hann sleppa við. Tá teir tríggir komu á vøllin, var tað so mikið sjáldsom sjón, at onkrir av hinum áskoðarunum spurdu, hvat teir tríggir vildu í Gunda­dali. Í 1972 varð Kjartan føroyameist­ ari í unglingadeildini. Hetta var á liði, sum Kjartan átti mest sum einsamallur. Tað stóð ikki so væl til við unglingum í B36 um hetta mundið, men tað forðaði ikki Kjartani, sum við sínum áhuga og evnum at sannføra fekk fleiri av bygdar­dreingjunum, ið hann í Hoy­dølum gekk í flokki saman við, at hjálpa til. Hetta var einasta ferðin, at B36 vann FM í tí, sum tá æt unglinga­deildin. Kjartan var tíðliga fastur mað­ ur á B36 liðnum. Vit løgdu skjótt til merkis henda tignarliga og eleganta miðvallaran. Tað er flestu kunnugt, at Kjartan seinni varð berandi drívmegi uttanfyri vøllin og í mongum lutum var við til at mynda felagið. Á leikvøllinum lærdu vit eisini Kjartan at kenna sum tann altíð siðiligi persónurin við tí lætta sinninum, sum eisini eftir síðsta bríksl hevði lætt við at umgangast og samskifta við mót­støðu­menninar. Hetta vóru eginleikar lagdir niður í Kjartan frá barni av, og sum sermerktu hann gjøgnum lívið. Apoteksverkið hevur sam­bond út í heim, eitt nú við veitarar í Bretlandi, Týsklandi og Norður­ lond­um. Umvegis Kjartan hava hesir fingið kunnleika um eitt fót­ bóltsfelag, sum eitur B36. Ein av teimum, sum Kjartan hevði sam­ band við í Bretlandi, fylgdi væl við, hvussu tað gekst B36, og hann plagdi at senda Kjartani teldu­ post, tá B36 hevði spælt fyri at viðmerkja úrslitið. Betri altjóða umboðsmann enn Kjartan fær B36 neyvan. Tað var við sorgblídni, tá vit hoyrdu Hera Joensen, prest, siga í góðu taluni í Vesturkirkjuni, at nummarið á grøvini hjá Kjartan er 3636. Ivaleyst mundu tað vera tey, sum roknaðu tað at vera so sjálv­ sagt, at Kjartan Mohr fór at lesa verkfrøði við tí fyri eyga, at hann skuldi lyfta arvin eftir abban og pápan. Soleiðis varð tað ikki. Aðrir í næstu ættarliðunum høvdu hug til tað, sum hoyrir skipasmiðjuni til. Kjartan fekk høvi at ganga upp í tað, sum hann var áhugaður í. Eftir lokið studentsprógv úr Hoydølum fór Kjartan til Keyp­ manna­havnar at lesa til farma­ ceut. Saman við honum var Bergur Poulsen, og báðir luku embætis­ prógv frá Danmarks farmaceutiske Højskole. Eftir loknan lestur fekk Kjartan starv í Apoteksverkinum í 1981, og tað varð hansara einasta arbeiðspláss. Tað var eftir, at hann var komin heim aftur, at Kjartan hitti Monu, sum vaks upp á Argjum. Foreldrini vóru Esplena úr Svínoy og Rósing úr Sørvági. Mona og Kjartan giftust í 1984, og hon var honum hollasti vinurin og kletturin, eisini nú tá ið sjúkan leyp so herviliga á. Tey fingu børnini Poul Róa, Moniku og Elsu Annu. Nú Kjartan fór, átti hann abbabørnini Freiu Emiliu og Monu. Kjartan var familjumaður burtur av, og tað var javnan, at hann hevði familjuna á munni – í fleiri ættarlið. Reiðferðirnar við pápanum og biltúrarnar við abbanum hoyrdu vit ofta um. At Kjartan var fjølgávaður bæði í sinn og skinn sást m.a. aftur í tí stóra skaranum av familju og vinum innan ítrótt, tónleik, mentan umframt starvsfelagar, sum hós­ dagin fyrsta desember vóru savnað at siga honum seinasta farvæl. Kjartan framleiddi heilivág, ið er settur saman av evnum, sum hvørt sær ikki altíð sampakka hvørt við annað. Tá er neyðugt við ávísum evnum, ið kunnu fáa ymsu evnini at renna saman í eina eind, veri tað seg eitt salvubland ella ein loysingur. Í dagliga lívinum hevði Kjartan henda eginleika, at fáa teir ymsu partarnar at samstarva og renna saman í eind. Og vit ivast ikki í, at tað sama var galdandi aðra staðni, har Kjartan var partur av felagsskapinum, veri tað seg í ítrótti, tónleiki ella millum reiðfólk. Fimm tey seinastu árini var Kjartan landsapotekari. Undan tí var hann leiðari fyri framleiðsluni í Apoteksverkinum. Millum tey 14- 1500 fólkini, sum fylgdu Kjartani til gravar, vóru starvsfelagar, sum høvdu starvast saman við honum øll árini. Kjartan var fakliga væl fyri sum farmaceutur. Saman við starvs­ fólk­unum á framleiðslu­deildini legði hann lunnar undir dagføring av hølisviðurskiftum og útbúnaði, soleiðis at heilivágsframleiðslan í Apoteksverkinum nú lýkur øll krøvini, sum altjóða myndugleikar seta til framleiðslu av heilivági. Eitt tað seinasta, sum Kjartan rakk, var at fáa altjóða GMP góðkenning frá ES heilivágseftirlitinum. Hetta eigur Kjartan størsta heið­urin fyri, sjálvandi saman við øðrum dugna­ ligum fólkum í Apoteks­verkinum. Tað var bara nakrar fáar vikur undan, at sjúkan tók seg upp, at Kjartan varð valdur í nevndina fyri danskt framleiðslufelag av heilvági. Kjartan hevði nógv samstarv við samstarvsfelagar í londunum rundan um okkum. Serliga væl dámdi honum – sum hinum í familj­ uni - at samskifta við íslendingar, og tá íslendingar vóru á vitjan ella tosa varð í telefon við íslending, so legði hann seg eftir, at samskiftið var á íslendskum/føroyskum. At familjan fylti nógv í lívinum var sjón fyri søgn hjá okkum, sum komu inni á skrivstovuni hjá Kjartani. Myndirnar saman við Monu og børnunum og seinastu tíðina eisini saman við abbabørnum søgdu frá einum manni sum elskaði familjuna, ið kennir meinan sviða, nú deyðin so eirindarleyst tók virkisfúsa og gávaða mannin, pápan, verpápan, abban, sonin, beiggj­an, starvsfelagan og vinin frá okk­um. Við djúpastu samkenslu lýsa vit frið yvir merkismannin og heiðursmannin Kjartan Mohr við seinna partinum av yrkingini sum vit løgdu fyri við: Leikbrøður vátta sín harm, henda varða veittu teir vini; Hvíl her í heimlands mold í mild­ um sólseturs skini. Starvsfelagar Starvsfelaganum Kjartani Mohr til minnis