Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. desember 2016 · Nr. 147 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 90 ára føðingardagur Jóladag, 25. desember, fyllir Julianna Samuelsen, Tórshavn, 90 ár. Føðingardagur verður hildin í Havnargøtu 1, Angus Steakhouse frá kl. 18. Øll eru vælkomin. 50 og 55 ára føðingardagar Leygardagin 7 januar halda vit føðingardag í Skálanum í Klaksvík kl 19. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar hendan dagin. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá, í seinasta lagi 29. desembur á tlf. 457007, 286006 (Jóannes) ella 269928 (Elsebeth) Vinarliga Elsebeth og Jóannes Silvurbrúdleyp 20. desember hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdar­húsinum í Lorvík fríggjadagin 13. jan­uar kl. 19. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hildið hendan dagin saman við okk­um. Vinarliga boða frá á tlf. 423231 ella 270237 í seinasta lagi 30. desember. Jógvan og Aðalbjørg Brúdleyp Mikudagin tann 21.desember vera Martin Heimustovu, Klaksvík, og Nyoman Widia Anggreni (Reni), Bali, vígd í Christianskirkjuni. Vígslan verður kl.13:00 og móttøka í Skálanum frá kl.15:00-20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Hósdagin 5. januar verður Hilmar Johannesen 75 ár. Familja, vinir og kenningar eru vælkomin til ein betri bita millum kl. 14 og 19 í húsunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrød­ersgøta 9. Vælsigning og dópur Í sambandi við, at vit vórðu vígd í fjør, og sonur okkara verður doyptur, verður vælsigning og dópur í Vestur­kirkjuni leygardagin 7. januar kl. 12. Vælkomst verður í Meinigheitshúsin­um í Havn kl.15. Vinarliga boða frá, um komið verður, í seinasta lagi 22. desember á telefon 590906 ella teldupostadressu marjun_np@ hotmail.com. Heilsan Klæmint og Marjun Brúdleyp Leygardagin 7. januar 2017 giftast Harald Hammer og Helga Bára Mohr Vang. Vígslan verður kl.15.00 í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, og aftaná verður veitsla fyri innbodnum. Brúðarhús verður í heiminum 8. januar, frá kl 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Fríggjadagin 30. desember giftast Annika Joensen úr Hoyvík og Ingi Sørensen úr Syðrugøtu. Vígslan verður í Dómkirkjuni í Havn klokkan 13 og brúdleypið verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl 18 fyri innbodnum. Brúdleyp Fríggjadagin 30. desember giftast Dina Pálsdóttir, Fuglafjørður, og Bárður Hentze Thomsen, Saltangará, í Fuglafjarðar kirkju kl. 13. Veitsla verður hildin fyri innbodnum. Øll eru hjartaliga vælkomin til brúðar­hús leygardagin 31. desember Á Norðurhædd 68, Saltangará, frá kl. 17. Brúdleyp Mikudagin 28. desember giftast Alisa Vesenberg og Símun Thomsen. Vígsl­an verður í Skúlanum við Løg­mannabreyt kl. 13 og aftaná verður drekkamunnur. Um kvøldið verður veitsla fyri innbodnum. Hósdagin 29. desember verður brúðarhús á Dýrin­dalsgøtu 20, frá kl.16, har øll eru hjarta­liga vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. Januar 2017 hava Anna Maria og Daniel Hofgaard, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Gullbrúdleyp Hósdagin 22. December 2016 hava Sanna og Karsten Saxov Gullbrúdleyp. Tey verða burturstødd. NØVN